Skriva út
- Kirkjuklokkan minnir okkum á at tað er heiligdagur
31.08.2018 Tíðindi
(BYGDARKIRKJAN 3):
- Tað er fyri sovítt eingin munur á útoyggj ella stórbýi: Er einki gudshús opið ein sunnudag, er vandi at allir dagarnir gerast eins. Kirkjuklokkan minnir okkum á, at tað er ein heiligdagur.
Orðini eigur Viðareiðisprestur, Jóannes Purkhús, sum í starvi sínum eisini hevur ábyrgd av kirkjunum í Hattarvík og Kirkju á Fugloy og Svínoy (haðani myndin stavar).
Tað er helst meiri einfalt hjá einum presti at halda seg til kirkjurnar á meginøkinum, men tá prestagjald hansara eisini fevnir um hesar báðar útoyggjarnar, verða tær somuleiðis vitjaðar regluliga, bæði summar og vetur.
At vera prestur á einum landafrøðiliga stórum øki og við lutvíst fáum fólkum í Norðoyggjum hevur sínar avbjóðingar, men so avgjørt eisini sína sjarmu.
- Jú, tað hevur sína heilt serligu sjarmu at vera prestur á útoyggj. Blíðskapurin er í hásæti og fólkini, ið búgva á staðnum, eru sera fitt og fyrikomandi.
- Vetrarhálvuna má eg liggja nátt, bæði í Fugloy og í Svínoy, tí ikki ber til at koma og fara við Rituni sunnudag. Men hetta ger sjálvandi, at bondini millum prestin og kirkjuliðið gerast sera tøtt, greiðir Jóannes frá.
Summarhálvuna er nógv fólk í kirkju, meðan tey eru fámentari vetrarhálvuna, tí tá er minni fólk í báðum oyggjunum. Tá kunnu tey gott vera eini 3-4 í kirkju onkran sunnudag.
- Eg royni at vitja í Fugloy og Svínoy regluliga, serstakliga um summarið, heystið og høgtíðirnar. Vit hava ikki gudstænastu hvønn sunnu- og halgidag í Fugloy og Svínoy, men vit royna at hava tað, so ofta sum tað ber til, leggur prestur aftrat.
DÁM AV HØGTÍÐ
Jóannes Purkhús hevur verið prestur í Norðoya eystara prestagjaldi í meiri enn trý ár, og hevur tí gjørt sær nakrar hugsanir um tað at vera kirkja á útoyggj.
Sambært honum hevur hetta sínar heilt serligu avbjóðingar, við tað at fólkatalið er so lágt, sum tað er. Men her hevur kirkjan í bygdini kortini sína uppgávu at røkja.
- Eg haldi, at tað er av sera stórum týdningi, at kirkjan er opin sunnu- og halgidagar, tí tá fær dagurin dám av høgtíð. Er einki gudshús opið ein sunnudag, er jú vandi fyri, at dagur bara dettur av degi, og at eingin dagur brýtur frá hinum.
- Hetta er ikki bert galdandi á útoyggj, men so sanniliga eisini á meginlandinum. Kirkjuklokkan minnir okkum á, at tað er heiligdagur, og at hann hevur ein serligan dám yvir sær, sigur Jóannes Purkhús.
Og hann leggur álvarsamur aftrat:
- Fellur tað burtur, er tað ein stórur missur, tí vit mugu minnast til, at hvíludagurin varð til fyri okkara skuld. Ja, vit hava fingið ein dag forerandi, har vit kunnu hvíla og halda heilagt.
LÆRIR UM LÍVSINS VIÐURSKIFTI
Hagtølini hava víst tað í fleiri ár: Fólkatalið á útoyggj minkar støðugt.
Men fyri Jóannes er tað av stórum týdningi, at tær kortini verða røktar kirkjuliga. Tí sum hann sigur:
- Mangan hava vit hug at gera alt upp í nøgd og mongd. Men eg haldi ikki at man kann gera tað, tá ið tað snýr seg um andalig viðurskifti.
- Eg haldi, at tað er gott, at vit sum fólkakirkja hava skyldu til at røkja alt okkara land andaliga, eisini tey smáu plássini, sigur Jóannes Purkhús, sum altíð roynir at minna seg sjálvan á orðini hjá Jesusi, tá ið hann sigur, at har sum tvey ella trý eru saman komin, er hann mitt ímillum teirra.
- Eitt er so heilt vist, og tað er, at ein sum ungur prestur lærir eina rúgvu um lívsins viðurskifti og annað við á útoyggj. Eg gleðist um, at eg havi møguleika at virka bæði í Fugloy og Svínoy sum prestur, og tað er ikki sørt, at okkurt hugskotið til onkra prædiku hevur ein fingið á júst útoyggj.
- Fyri hetta, og ikki minst blíðskap og upplivingar eri eg sera takksamur, sigur Jóannes Purkhús at enda.
Orð: Snorri Brend
(Hetta er triði partur í eini greinarøð um týdningin av bygdarkirkjunum. Hinir báðir fyrru partarnir vóru prentaðir her á heimasíðuni 13. og 16. august.)
Onnur tíðindi