Skriva út

Kirkjuhúsið í Hvannasundi

17.03.2015 Tíðindi
Kirkjuhúsið í Hvannasundi

Nýggja kirkjuhúsið í Hvannasundi hevur tikið skap og verður væntandi liðugt seinri í heyst.

Verkætlanin tók seg upp í 2009, tá Leivur í Buð, formaður í Hvannasunds kirkjuráði, heitti á arkitektafelagið Kontrast um at útvega teimum eina skitsu-verkætlan, ið at byrja við var lýst sum útbygging av kirkjuni. Ætlanin var at fáa høli, har eini hundrað fólk ella fleiri kundu verða. Køkur , toilett og pláss fyri vanligum hentleikum skuldi eisini verða. 

Mayfinn Norðoy valdi í uppskoti sínum at tekna ein bygning, ið var leysur av verandi kirkju. Hann helt tað vera rætt móti gomlu kirkjuni, at hon varðveitti sítt snið, samstundis sum nýggi bygningurin skuldi tola at verða sæddur. Tað er sostatt tilvitað, at talan er um tveir bygningar, ið eru sera ymiskir í útsjónd og sniði. 

Tann 9. apríl 2010 verður søkt um loyvi til at gera nýbygging. Stiftsstjórnin ásannaði tørvin á kirkjuhúsinum, men ynskti í fyrstu atløgu nærri kanning um útlit fyri fígging. Tann 9. desember sendi Hvannasunds kirkjuráð Próstadømisráðnum nýggja umsókn, ið lat Føroya Stiftsstjórn sítt tilmæli tann 11. desember. 17. desember 2010 skrivaði Jógvan Fríðriksson sum formaður í Føroya Stiftsstjórn undir loyvi at byggja nýtt kirkjuhús í Hvannasundi. 

Verkætlanin er mett at kosta góðar 4½ mió. kr. Hvannasunds kirkjuráð hevði útvegað ein triðing innan byrjanina. Við árslok 2013 var loyvi givið til at krevja 0,3 % í staðbundnum kirkjuskatti í Hvannasundi frá 1. januar 2014 og seks ár fram. 

Mayfinn sigur, at arbeiðið hevur gingið væl, sjálvt um kalda veðrið í januar hevur seinkað stoypingini nakað. Hann gevur arbeiðstakararnum æruna fyri hesum. Myndin er tikin av fíggjarleiðaranum Dánial Christoffersen í góðveðrinum tann 15. mars 2016, ið sostatt hevur dokumenterað, at kirkjuliðið fær nakað fyri peningin. Vit gleða okkum til endaliga úrslitið. 

Orð: AZ 
Myndir: DC

Sí fleiri myndir: