Skriva út
Kirkjudagur í Sandoyar prestagjaldi
08.09.2016 Tíðindi
Leygardagin 10. september verða kirkjutænarar í Sandoyar prestagjaldi bodnir til borðhald, í Samljóð í Skopun, við fyrilestrum við Jørgen Jørgensen, sóknarpresti í Aabenraa.
Kirkjutænarar gera eina sera góða og týdningarmikla tænastu í okkara kirkju. Tí vilja vit sýna teimum heiður, við einum sonevndum kirkjudegi. (Vinaliga sigið kirkjuráðsformonnunum frá, um tað liggur fyri hjá tykkum at koma).
Í 2012 gav Jørgen Jørgensen út bókina: "Kirke for folket, fyldt med mennesker og muligheder". Har greiðir hann millum annað frá teirra royndum. Tey halda fast við eina siðbundna hámessu sunnumorgun, men hava onnur tiltøk sum savna nógv fólk. Bíbilmarathon og Alpha skeið eru tvey av tiltøkunum, sum tey hava roynt, við góðum úrsliti.
Hann nýtir eisini tíðina meðan konfirmantarnir ganga til, til at greiða frá síni trúgv, ikki einans í einum flokshøli, men tekur teir við á kanotúr, og aðrar staðir til at práta um lívsins stóru spurningar.
Í ár gevur hann út eina nýggja bók: "Nådegaver i brug" sum snýr seg um at nýta sínar talentir. Jørgen er ein sera dámligur maður, og hevur fingið nógv av skafti. Hann er eisini formaður í stýrinum fyri MF (Menighedsfakultetet i Århus).
Jørgen Jørgensen heldur at tað er týdningarmikið fyri kirkjuna at vera nærverandi og geva Guds kærleika víðari. Tí var hann stigtakari til “Feria fyri øll”, har familjur, sum høvdu tað torført høvdu møguleika til eina viku í feriu.
Skráin fyri kirkjutænarar er henda:
Kl. 9.30 Morgunmatur
Kl. 10.00 Fyrilestur: Kirkjan har tú ert!
Kl. 12.00 Døgurði
Kl. 13.00 Fyrilestur: Kirkjan har ið Kristus er
Vit vilja fegin bjóða øðrum áhugaðum, tað eru øll, sum eru áhugað fyri kirkjuligum arbeiði til ein drekkamunn og ein fyrilestur við Jørgen Jørgensen:
Almenn skrá:
Kl. 14.30 Drekkamuður
Kl. 15.00 Almennur fyrilestur: Kirkjan fyri fólkið
Møguleiki er at onga sær bøkurnar: “Kirke for folket” og “Nådegaver i brug” á hesum degi.
Orð: Havstein Klein
Onnur tíðindi