Skriva út
Kirkjudagur í Mikaldali
18.09.2015 Tíðindi
Á fimta sinni varð skipað fyri kirkjudegi fyri kirkjuráðum og tænarum í Norðoya eystara- og vestara prestagjaldi. Í ár gekk leiðin norð til Mikaldals. Sólin skein oman og niðan, tá ið Sam legði frá landi við kós móti Syðradali; hýrurin var góður á fólki.
Tá ið vit komu norð til hesa vøkru bygd við tí væl velta dali, leitaðu vit inn í halgidómin, sum stendur sum ein virðiligur varði í bygdini, sum 3. sunnudag í advent rundar tey hundrað. Í kirkjuni varð byrjað við at syngja sálmin - “Guð, ger meg til eitt lítið ljós,” og síðani hevði Viðareiðis prestur, Jóhannes Purkhús, eina andakt, har hann á ein sera kveikjandi og uggandi hátt vísti okkum á, hvat tað er at vera kirkja í 2015. Hann vísti á bræv Paulusar ápostul til Efesusmanna, at vit eiga at vera sannleikanum trúgv í kærleika.
Eftir eina góða og ríka løtu í kirkjuni, var leitað til eitt fulldekkað borð í Avhaldshúsinum. Eftir eina góða máltíð var farið oman á Helluna at síggja vøkru standmyndina av kópakonuni, ið stendur í stórbærari náttúru. Komin aftur niðan í Avhaldshúsið, hevði Jógvan Fríðriksson, biskupur, ein fyrilestur við heitinum “samskifti”. Á ein sera góðan hátt lýsti hann uppgávubýtið millum kirkjuráð og prest. Hvør hevur ábyrgd á sínum øki og legði áherðslu á, at týdningarmikið er við góðum samskifti og virðing.
Nógvir spurningar vóru uppi at venda um ymist, ið hevur við kirkju og gudstænastu at gera. Andin var góður og siðiligur, og løtan var endað við bøn. Biskupur lýsti signingina, áðrenn leið aftur varð løgd inn á fastlandið, ein væleydnaður kirkjudagur var komin at enda.
Onnur tíðindi