Skriva út
Kirkjudagur í Kunoy
04.10.2013 Tíðindi
Triðja árið á rað, varð skipað fyri kirkjudegi í Norðoyggjum, hóskvøldið, 3. oktober. Í ár var tað kirkjusóknin í Kunoy, ið var vertur. Byrjað varð í hugnaligu Kunoyar kirkju, ið er vígd 1.sunnudag í advent 1867. Emil Olsen, sóknarprestur, hevði ein sera upplýsandi og áhugaverdan fyrilestur við heitinum, “altargangur, eisini fyri børn”. Samtalan eftir fyrilesturin vísti, at hetta var eitt evni, ið hugtók fólk. Eftir eina góða og gevandi løtu í kirkjuni, var farið niðan í bygdarhúsið, har borðreitt var við góðum døgurðabita, ja, sonnum høgtíðsmati. Næst á skránni var Uni Næs, dómpróstur, ið greiddi frá mannagongdum og arbeiðslagi hjá próstadømisráðnum. Uni kunnaði væl um mannagongdir, og nógvir spurningar vórðu reistir og ymiskar misskiljingar vórðu beindar av vegnum. Kirkjudagurin endaði við, at Maria Jørðdal Niclasen, prestur, hevði eina andakt, áðrenn hvør fór til sítt.
Onnur tíðindi