Skriva út
Kirkjan við Norðskála verður dagførd
19.02.2018 Tíðindi
Loksins verður farið í gongd við umvælingina av Kirkjuni við Norðskála, ið hevur verið ætlað í nøkur ár.
Talan er um at dagføra kirkjurúmið, at bjálva veggirnar, gólvið og hválvið. Nýtt gólv verður lagt á alla kirkjuna, rýmingarleið verður gjørd niður av loftinum, har sunnudagsskúlin heldur til, umframt annað arbeiði. Sp/f KBH, stendur fyri størsta partinum av arbeiðnum og verða teir lidnir mánaðarskiftið juni-juli í ár.
Arbeiðið byrjar mánadagin 26. februar og vóna vit, at kirkjan er klár at taka aftur í nýtslu seint í summar ella tíðliga í heyst.
Í hesum tíðarskeiði verður kirkjugongdin og sunnudagsskúlin flutt út í gamla skúlan á Oyri, har fyrsta guðstænastan verður sunnudagin 25. februar kl 12.00.
Eru spurningar til arbeiðið ella kirkjugongdina, eru fólk vælkomin at venda sær til sóknarprestin ella kirkjuráðið.
Onnur tíðindi