Skriva út

- Kirkjan skal vera fyri øll – óansæð aldur

26.10.2018 Tíðindi
- Kirkjan skal vera fyri øll – óansæð aldur

BØRN Í KIRKJU: Nú sunnudagin verður stórur dagur hjá kirkjufólkinum í økinum við Norðskála. Henda dagin verður kirkjan endurvígd eftir eina rættiliga umfatandi umvæling.

Vit sóu í Degi & Viku í gjárkvøldið (hóskvøldið 25. oktober) myndir av teirri broyttu kirkjuni. Umframt hetta hava miðlarnir verið óførir at siga frá, hvussu gekst við arbeiðinum.

Nú er komið so væl áleiðis, at arbeiðið er um at vera liðugt, - og verður í øllum førum liðugt sunnudagin klokkan 11, tá Jógvan Fríðriksson, biskupur fer at endurvíga kirkjuna, sum annars varð vígd í 1932.

Eitt sum hevur sermerkt tíðindaflutningin frá Norðskála kirkju er, at ein hvørja ferð hevur nevnt tann partin av kirkjuliga arbeiðinum sum vendir sær til børnini, í hesum føri sunnudagsskúlan.

Við Norðskála kirkju hava tey nevniliga havt sunnudagsskúla í kirkjutíð í mong ár. Og nú kirkjan verður endurvígd, fer sunnudagsskúlin sjálvandi at vera hildin á loftinum eins og áður.

Hetta er tó ikki einasta staðið, at sunnudagsskúli verður hildin undir gudstænastuni. Í nógvum kirkjum, har møguleiki er til tess, savnast nógv børn til hesa løtuna sum júst er ætlað teimum. Men tað vísir seg tíbetur eisini, at nógv foreldur koma við børnunum í sunnudagsskúla.

Aðrastaðni er ikki møguleiki at hava sunnudagsskúla í kirkjuni, og her hevur ein tí valt aðrar loysnir: Á Strondum, til dømis, brúktu tey kirkjuhúsið til hetta endamálið, og í Hvannasundi verður sunnudagsskúli eisini hildin í teirra kirkjuhúsi, ið er granni til kirkjuna.

Her í Hvannasundi hevur ein tó valt at hava sunnudagsskúlan kl. 14, sum – kann ein siga – mangastaðni er tann siðbundna tíðin fyri at hava sunnudagsskúla í missiónshúsunum.

Tað er eisini í Kirkjuhúsinum í Hvannasundi at myndin er tikin ein dagin, tá tey høvdu vitjan av sunnudagsskúlanum av Viðareiði.

SITA Á FAMILJUBONKINUM
Ein teirra, sum sær týdningin av at kirkjurnar eisini kunnu bjóða børnunum og familjunum at fara í sunnudagsskúla í kirkjutíð, er Derhard Jógvansson, prestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi. Hann minnist væl aftur á barnaár síni á Glyvrum, tá ein fyrst fór í kirkju sunnumorgun, og eftir døgurða í sunnudagsskúla.

- Hetta var raðfest sum nakað fast hvørja viku, og tað var bæði stuttligt og mennandi. Vit eru helst fleiri sum við gleði minnast aftur á hesar løturnar, greiðir hann frá.

Seinnu árini hava fleiri og fleiri kirkjur valt at hava sunnudagsskúla í kirkjutíð, hóast ikki øll halda hetta vera eitt gott hugskot.

- Onkur heldur, at børnini skulu vera til gudstænastuna saman við foreldrunum. Tey skulu so at siga læra at sita á familjubonkinum.

- Men onnur halda tað vera eitt gott hugskot, tí so fáa børnini nakað, sum er myntað til tey, meðan foreldrini eru til gudstænastuna, sum er myntað til tey, vísir Derhard á.

Og hann leggur aftrat:
- Nógv kann tosast aftur og fram um fyrimunir og vansar. Men verður hugt at, hvussu fegin mong foreldur eru, so verða sunnudagsskúlar í kirkjutíð ivaleyst ikki avtiknir. Við hesi loysn hava foreldur møguleikan til bæði: Antin at hava børnini sitandi hjá sær til alla gudstænastuna, ella at lata tey fara í sunnudagsskúla undir gudstænastuni.

BØRNINI GLEÐAST OG TRÍVAST
Derhard Jógvansson vísir á, at lívsmynstrið hjá barnafamiljum ikki er tað sama í dag, sum tá hann var ungur.

Í dag er eitt hav av tilboðum til børnini hvønn dag í vikuni, og stórt sæð allan dagin.

- Um vit vilja tað ella ikki, so eru gudstænastan og sunnudagsskúlin vorðin eitt tilboð ímillum øll onnur. Og hetta fer neyvan at verða lættari komandi árini.

- Tvørturímóti koma bara fleiri og fleiri tilboð, sigur prestur.

Fyri hann er tað ein sjálvfylgja at kirkjan ikki eigur at fara hagar og higar, alt eftir hvat rákið er. Hinvegin mega vit ikki lata eyguni aftur fyri teimum, sum fegin vilja koma til gudstænasturnar við børnunum.

- Ja, tað eru fleiri foreldur, sum stórliga ynskja, at sunnudagsskúli er í kirkjutíð, so børnini gleðast, trívast og læra um Jesus, meðan foreldrini kunnu sita til gudstænastuna, uttan at vera bangin fyri, at børnini ikki sita still, leggur Derhard stóran dent á.

Og hann endar við hesum orðum:
- Vit í kirkjuni mugu gera alt, sum er í okkara valdi at skapa ein karm, soleiðis at fólk í
øllum aldrum kunnu hittast sunnumorgnar í kirkjum okkara.

Orð/mynd: Snorri Brend