Skriva út

Kirkjan og kykmyndin

14.03.2016 Tíðindi
Kirkjan og kykmyndin

Nakrar hugleiðingar um tiltakið kirkjubio

Seinastu árini hevur tiltakið “kirkjubio” verið á skrá í fleiri kirkjum kring landið. Tiltakið verður eisini rópt “filmskvøld”.

Tá filmslist skal umrøðast, ber eisini til at tríva í hugtakið kirkjulist.

Tí kirkjulist er ein søga fyri seg – og tann søgan er drúgv.

Kirkjulist er ikki beinleiðis tað sama sum kristin list, sum í høvuðsheitum kann verða søgd at verða brúkt at skapa ein samleika mótvegis øðrum átrúnaðum og “heiminum” annars.

Kirkjulist hinvegin hevur altíð verið brúkt á serstakan hátt til guðsdyrkan eftir teimum serligu og stundum strongu fortreytunum, ið ein guðstænasta kann vera.

Myndatýnarar og myndatrælir

Hvussu ymiskar hesar fortreytir og siðvenjur kunnu vera síggja vit helst best í tí sokallaða myndastríðnum, sum herjaði um ár 700 og 800. Eisini nevnt tað ikonoklastiska stríðið. Her kom munurin serliga til sjóndar, hvussu ymiskar fatanirnar vóru av list í kirkjuni.

Tað var serliga í býnum Byzans, ið nú kallast Istanbul, at sokallaðir ikonoklastar (grikskt eikon: mynd, klaein: knúsa) og ikonodular ( grikskt eikon: mynd, doulos: trælur) stríddust móti hvørjum øðrum.

Orsøkin var, at tað var vorðið vanligt at tilbiðja ikonir í trúnni hjá fólki og guðsdyrkanini hjá munkum. Summi mettu hetta vera eitt slag av avgudadyrkan, ið var beinleiðis brot á fyrsta boð.

Leo III, keisari, tók í árinum 726 niður eina Kristusmynd, og setti ístaðin ein kross á sama stað. Síðani setti hann bann ímóti at tilbiðja myndir.

Hetta førdi við sær eina sonevnda myndaódn, har fleiri listaverk vórðu oyðiløgd.

Í guðfrøðini tók stríðið støði í læruni um Kritsus, kristologiini, og Jóhannes úr Damaskus vardi myndirnar við at siga, at Guð bjóðar tí skapta menniskjanum part í tí enn ikki skapta gjøgnum sínar myndir.

Í árinum 843 hjálpti Theodora, keisarinna, til. Hon segði, at hetta samsvaraði við ta lovprísan, ið varð víst keisaranum.

Úrslitið av hesum myndasigri varð ofta, at myndirnar eftir hetta ofta vístu, at myndugleikin er úr erva givin - frá Guði sjálvum. Keisarin stendur á hendan hátt í beinleiðis sambandi við Guð, varð víst á.

Í Vestureuropa vrakaði Karlamagnus sjónarmiðini hjá bæði ikonoklastum og ikonodulum í árinum 790. Hann sló fast við sjeytummaseymi, at myndir eru ætlaðar til frálæru og til prýðis.

Skilnaður millum eystur og vestur

Í árinum 1054 skrædnaði kirkjan í Europa. Úrslitið varð hin ortodoksa eystanfyri, og hin rómversk-katólska vestanfyri við høvuðssæti í Róm.

Myndafatanin eystanfyri var meira støðug. Ein greið mannagongd skuldi haldast, tá ikonir vórðu málaðar.

Vestanfyri varð hildið, at gaman í kundi myndin verða brúkt í guðsdyrkan, men myndin er hvørki heilag í sjálvum sær ella kann geva fólki part í dýrd Guðs.

Hinvegin kann myndin eiga sínar námsfrøðiligu ella pedagogisku dygdir.

Kirkjulistin vestanfyri finnur fótafestið og gerst meira sjálvstøðug í mun til ta eysturlendsku um ár 1000 – og um ár 1500 er hon so avgjørt í hæddini.

Kirkjan var í høvuðsheitum hin størsti arbeiðsgevarin hjá listafólki í Vestureuropa og gjørdi í stóran mun av, hvat myndevnið og tilfarið skuldi vera.

Í hesum tíðarskeiði, ið eisini verður nevnt endurføðingin ella renesansan, dragnaðu bondini alsamt millum listafólkini og kirkjuna. Listin gjørdist frælsari, og týðiligur skilnaður sást millum ta privatu og ta meira almennu kirkjulistina. Ikki minst er hetta enn at síggja í Róm og restini av Italiu.

Trúbótin ella siðaskiftið hevði við sær, at størri ansni bleiv víst í nýtsluni av myndum í kirkjuni. Meðan viðhaldsfólki hjá Calvin og Zwingli als ikki hóvaði myndir í kirkjuni, segði Luther, at tað er hitt einstaka menniskjað sjálvt, sum við hjálp frá evangeliinum skal hyggja kritiskt eftir listini.

Hetta sást eisini aftur í katólskari hugsan, har staðfest varð, at tann heiður, ið vístur verður eini mynd, bert er til tað, hon ímyndar, og ikki myndini sjálvari.

Móti endanum av 18. og 19. øld gerst kirkjulistin alsamt meira til myndevning ella illustratión. Ikki fyrr enn í modernismuni umleið 1920 tykist kirkjulistin aftur at gerast fríari. Tulkingarnar gerast frælsari og djarvari, og tað er aftur meira latið til hin einstaka at gera av, um hetta er “góð list”, og um hetta sigur okkum nakað.

Filmslistin

T.d. sigst, at altartalvumálarar altíð hava havt torført við at málað uppreisnina, sum eingin hevur sæð. Hinvegin kann hin abstrakta listin lata upp fyri fleiri møguleikum, tá tað “ósjónliga” skal festast á lørift ella vegg.

Ein listagrein av nýggjari slag er sjálvsagt myndlistin, og eisini í heusm sambandi vóru fólk skjót at gera filmir við kristiligum innihaldi. Fyrsti filmurin sigst vera gjørdur longu í 1897.

Søgurnar í Bíbliuni ella søgur við bíbilskum íblástri eru sum kunnugt bæði góðar og lættar at fortelja – narrativar – og tí var skjótt, at amerikanska Hollywood fór at gera slíkar filmir. Kend dømi úr rúgvuni eru t.d. “10 boðini”, “Quo Vadis” og “Ben Hur”.

Eisini sum sangleikur hevur søgan um Jesus verið framførd.

Uppgávan hjá musicalunum hevur oftast verið at sett fingurin á pulsin í samtíðini.

“Jesus Christ Superstar” kallaðist ein sangleikur í 1970.

Her verður frásøgnin í støðum lýst við sokallaðum anakronismum ella tíðarvillum. T.d. byrjar filmurin “Jesus Christ Superstar” við , at hippie-arar í sólbrillum og litføgrum skjúrtum fara úr einum bussi, og nøkur tanks og flogfør elta Judas.

Áður høvdu musicalirnar ofta snúð seg um elskandi pør, sum at enda funnu saman, men eftir sangleikin Hair snúði sangleikirnir seg ofta hetjuna, ið eins og í gomlu mytunum, mátti gera tað skitna arbeiðið fyri hini ella restina av samfelagnum.

Hetjan skilir seg frá hinum í samfelagnum í sinum harða stríði, men hevur trupult við at koma inn aftur í samfelagið eftir hendan torføra dyst.

Í Hair síggja vit hetta lýst í eini krígstíð – Vietnamkríggið var í hæddini tá – og í Jesus Christ Superstar er tað Jesus sjálvur, ið er hetjan.

Jesus Christ Superstar verður ofta samanborin við Evitu, sum eisini er skrivað av Andrew Lloyd Webber og Tim Rice. Bæði Jesus og Eva Peron vóru víðagitin síni samtíð, men gjørdust syndabukkar og doyðu ung.

Sangleikirnir minna um tey gomlu ævintýrini. Høvuðspersónurin skal frá einum staði til eitt annað. Jesus skal til Getsemane, Evita skal til eitt “nýtt” Argentina, í sangleikinum “Miss Saigon” skulu tey til eitt nýtt land, og í føroyska sangleikinum “Skeyk” frá 1997 skal tann unga bygdagentan í skúla í stórbýnum Tórshavn.

Teir gomlu sanglekirnir høvdu altíð happy ending, meðan teir nýggjaru ikki altíð eru so einfaldir. M.a. doyðu Jesus og Evita móti endanum av leikunum.

Søgan um Jesus er ofta søgd, og Tim Rice mundi hava rætt, tá hann segði, at evnið, ið teir báðir tónaskaldið Lloyd Webber høvdu valt, var ikki serliga originalt.
Men hinvegin var tað ikki vanligt, at lata svíkjaran Judas, ið hevur havt so vánaligt eftirmæli í heimssøguni, fáa ein so stóran leiklut.

Tvinni rák

Spurningurin hvussu Jesus við síni guddómmiligu og menniskjaligu náttúru skal lýsast er næstan líka gamal sum kirkjan sjálv.

Tvey høvuðsrák, ið verða kallað tað alexandrinska og tað antiochenska rákið, eru at hóma í kirkjusøguni.

Í tí antiochenska rákinum verður mest fokuserað á ta menniskjaligu náttúruna, og hevur røtur aftur til jødadómin. Tað alexandrinska rákið hevur hinvegin størri fokus á ta guddómmiligu og andaligu náttúruna hjá Jesusi, og her hómast slóðin av grikskari ávirkan.

Í filmssøguni, ið tó eru munandi yngri enn kirkjusøgan, var tann alexandrinska ávirkanin týðilig tey fyrstu mongu árini. Jesus varð lýstur sum ein bleikur, ljóshærdur maður í hvítum kyrtli. Hóast jødi, líktist hann meira einum vestureuroperara, tí semitisk brá og brigdi vóru eingi. Tann guddómiliga náttúran skuldi lýsast út í odd og egg, og menniskjað var minni áhugavert. Tað sigst, at tá Jesus-filmurin “The King of Kings” var tikin upp í 1927, ávirkaði hetta filmsliðið so nógv, at sjónleikarin, ið spældi Jesus, varð koyrdur í afturlætnum bili til leikstaðið, og bara leikstjórin át máltíðir saman við honum.

Í filminum “The Greatest Story Ever Told” frá 1965 hómast eingi etnisk ella mentarlig eyðkenni hjá Jesusi, og filmurin fekk ongantíð ta móttøku, framleiðararnir høvdu vónað.

Í byrjanini av sjeytiárunum kom tó vend í. Filmsframleiðarar fóru aftur til ta antiochensku siðvenjuna, har tey mennsikjaligu eyðkennini vórðu hildin at vera áhugaverdari.

Sjónarmiðini um Kristus – tann sonevnda kristologiin – vaks úr neðra og uppeftir – og ikki øvugt.

Tað gjørdi tað heldur ikki verri fyri filmsframleiðararnir, at slakað vað nógv í sensurkrøvunum, og vandin fyri at verða ákærdur fyri gudsspottan var minni í 1970’unum enn t.d. 20 ár frammanundan.

Jesus Christ Superstar frá 1970 snýr seg um ta síðstu vikuna í lívinum hjá Jesusi og við viðgerðini av hansara trongdum og líðingum varð fokus av álvara sett á viðurskiftini hjá Jesusi sum menniskja.

Spurningurin er um sangleikurin megnar at gera hesa kendu søgu “størri enn lívið” eins og musicalirnar oftast hava lagt seg eftir – larger than life!

Í øllum førum verður gjøgnum leikin lagt upp til uppreisnina, ið verður avmyndað við einum tómum krossi – ikki einum krucifixi við einum deyðum Jesusi a bjálkunum. Einum krossi, ið tú sært upp ímóti og ljósið skínur á hann.

Aðrir kendir Jesusfilmir eru t.d. “Jesus From Nazareth”, The Passion Of The Christ” eftir Mel Gibson” og “Jesus From Montreal”, ið er ein sokallaður “meta-Jesus”. Her spælir ein sjónleikarabólkur líðingarsøguna, men tá høvuðsleikarin doyr, gerst hann eitt offur hjá øðrum, og filmurin fer at snúgva seg um organdonatión og aðrar etiskar spurningar við greiðum tilsipingum til líðingarsøguna.

Ein av filmunum, sum verða vístir í Kirkjubio í Hoyvíkar kirkju hesa føstuna er “Matteusarevangellið” frá 1964.

Tá filmurin varð gjørdur, vóru fleiri ørg um, at hesin leikstjórin, Pier Paolo Pasolini, skuldi gera ein Jesusfilm.

Hann var umstríddur. Politiskt virkin. Og so søgdu fólk, at hann ikki trúði upp á Guð. Sjálvur segði hann, at so kendu tey seg betur, enn hann sjálvur gjørdi. Og so legði hann afturat, at hesin filmurin skuldi vera so hampiligur, at hann kendi vera spældur páskamorgun í einhvørjum prestagarði.

Tey einastu, ið stuðlaðu Pasolini, var katólska samkoman Pro Civitate Christiania úr býnum Assisi, har Frans úr Assisi búði.

Tá onnur kallaðu Pasolini ein syndara, svaraðu tey, at tað var júst millum slík, Jesus ferðaðist.

Filmurin endurgevur Matteusarevangeliið orð fyri orð. Men hóast tað, so vera vit eitt sindur bilsin. Vit kunnu kanska sakna hirðarnar á markini uttan fyri Betlehem, ella frásøgnina um ólíku systrarnar Martu og Mariu. Men hesar standa ikki í Matteusarevangeliinum.

Í staðin er talan í støðum ein Jesus, ið er hvassorðaður og næstan illur og sigur, hvar skápið skal standa.

Ikki nógvar kvinnur eru í filminum, tí tær eru ikki so nógv umrøddar hjá Matteusi. Men vert er at leggja merki til, at kvinnan, ið spælir Jesu móðir, Maria, er mamma leikstjóran Pasolini – og í Italia er hetta ikki uttan týdning. Annars er bróðurparturin av sjónleikarunum amatørsjónleikarar. M.a. av fólki úr tí landspartinum, har filmurin er upptikin í Italia, hann helt ikki miðeystur vera hóskandi. Men í 2004 valdi Mel Gibson júst hetta sama plássið at taka sín Jesusfilm upp.

Orsøkina til, at tey valdu at endurgeva Matteus orð fyri orð, sgði Pasolini vera, at myndir ikki kundu “sláa” tær poetisku hæddirnar í orðunum. Hann valdi Matteusarevangeliið framum hini, tí Markus helt hann vera ov gerandisligan, Lukas ov sentimentalan og Jóhannes ov gátuføran.

Uprrunaliga hevði leikstjórin ætlað sær ein Jesus, sum kanska minti mest um tann vit kenna frá standmyndini hjá Thorvaldsen, væl vandur og “sporty”. Men ein ungur studentur av baskiskum og jødiskum uppruna hevði skrivað uppgávu um Pasolini. Hesin hevði ikki ætlað sær nakran leiklut, men hann fekk leiklutin, hóast hann var heldur klæntrasligur.

Annars er tað serliga soundtrackið ella tónleikurin, sum fólk hava lagt merki til saman við orðunum hjá Mattesi. Her er tónleikur líka frá Bach til tann gamla negro spiritual sangin Sometimes I Feel Like A Motherless Child.

Filmurin vann nógvar virðislønir og var m.a. innstillaður til tríggjar Oscarstandmyndir. Men tað týdningarmesta var kanska, at Vatikanið við Pávanum á odda valdi hendan filmin at vera nummar tvey av 45 týdningarmiklastu filmum, ið kristin fólk áttu at sæð.

Sigst, at serliga dámdi tí fólksliga pávanum Jóhannusi 23. sera væl filmin.

Listin er frá 1999, og er Schindler List nr. 1, og Ben Hur er nr. 6.

Kirkjan, Kristus og kykmyndirnar eru sostatt helst komnar fyri at verða, og hóast filmir kunnu elva til kjak, er Jesus sum filmsevni ikki minni aktuelt í dag, enn tað nakrantíð hevur verið.

Theodor Eli Dam Olsen