Kirkjan kemur til fólkið
Útigudstænastan á Ovaravølli í Gundadali á føðingardegi kirkjunnar
Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com
Á triðja sinni skipaðu kirkjuráðini og prestarnir í Suðurstreymoy fyri útigudstænastu á Ovaravølli í Gundadali í Havn 2. hvítusunnudag. Eins og árini frammanundan vóru nógv fólk møtt. Og við so góðari undirtøku er hetta eitt tiltak, sum vent verður aftur til, sum eisini ein av prestunum í Suðurstreymoy, Ann Dahl Hansen, gjørdi vart við.
Sjálv kirkjan er tað savnandi staðið, og føðingardagur hennara er hvítusunna, tá halgi andin tók búgv og búði út tænarar kirkjunnar bera kristna boðskapin um allan heim. Tað kann vera so ymist, hvussu vit greina eina kirkju. Upprunaliga hevur tað einfalt verið staðið, har fólk eru savnað um gudsorðið – tað kann bæði hava verið inni og úti. Hjá okkum hevur tað verið sjálvt kirkjuhúsið – kirkjan á nesi og tanga.
Útigudstænastur eru ikki gamlar í kirkjugøtu okkara. Tó vita vit um støð á víðavangi, har fólk í gamlari tíð løgdu seg á knæ í bøn og ákallan. Tað kann t.d. hava verið við onkran stein úti í haganum, haðan kirkjan í bygdini sást. Og vit vita, at Hammershaimb, próstur, legði seg á knæ á tílíkum staði, tá hann á sinni fór av Nesi norður til Gjáar at troysta fólk eftir mikla bátsvanlukku har í bygdini. Men fyrsta útiprædika í Føroyum var á Traðahamri á Sandi 2. hvítusunnudag 1894, tá Jørgen Falk Rønne, prestur, prædikaði á fólkafundi har; tí alrafyrsta fólkafundinum í Føroyum.
Í Hesti var útigudstænasta á fólkafundi í juni 1934. Hon var ikki tilætlað. Gudstænasta skuldi vera í kirkjuni við Jákupi Dahl, prósti. Sum bygdarkirkja er Hests kirkja ikki stór – ætlað einans til fólkið í bygdini – men so mong fólk vóru komin út i Hest í góðveðrinum henda dagin, at hugsingur var ikki um at hava gudstænastuna í kirkjuni. Og helst vildu øll hoyra Dahl prædika. Gudstænasta varð tí hildin úti, mitt í bygdini heima í Túni. Ein prædikustólur varð ryggaður til við skúlapultinum og eitt húsorgul borið útum.
Og so koma vit til kjarnuna í hesari fjølmentu útigudstænastu í bakandi sól úti í Hesti. Innan fyri opnan glugga heima í Túni sat gomul, gudrøkin kona undir prædiku og sálmasongi. Eins og onnur í bygdini hevði hon trúgv leitað kirkjugøtuna. Nú var hon gomul og ússalig og kundi ikki longur ganga hesa gøtuna. Men hendan dagin kom kirkjan til hennara.
Tey flestu fólkini í Gundadali – hugsi eg – mundu hava góða heilsu og før fyri at leita sær hagar í góðveðrinum. Men uttan mun til tað so kemur kirkjan her eins og til gomlu konuna úti Hesti til fólkið.
At laga seg eftir kirkjutíð
Kirkjan er savningarstaðurin, men hóast fólk siga vera kirkjufólk og gudrøkin, so leita summi ongantíð og onnur sjáldan hesa gøtuna. Grundir kunnu vera til tess, men onkuntíð kunnu óhaldbærar umberingar vera uppi í leikinum.
Ejvind Vilhelm, biskupur, hevði tilhald hjá foreldrum mínum í Hesti, tá hann hevði gudstænastu har. Einaferð datt prátið heima hjá okkum um hetta at vera trúgvur kirkjugangari. Ejvind Vilhelm hevði í sínum fyrstu prestadøgum verið kappellánur í Suðuroyar norðara prestagjaldi við bústaði í Hvalba. Har í bygdini var gamal maður, ið hoyrdi til fólkakirkjuna og var gudrøkin maður, men inn um kirkjugátt steig hann ongantíð.
So ein dagin møtast prestur og hesin gamli maður á vegnum og steðgaðu á til eitt prát. Hesin gamli harmast um, at sær ongantíð bar til at koma í kirkju, tí hann undir kirkjutíð noyddist at geva neytunum. »Ja, men góði,« sigur Ejvind, »ber ikki til at geva neytunum eitt sindur fyrr, so tú kanst koma í kirkju?«
Hvat hesin gamli svaraði og um hann tók ráðini til eftirtektar sigur søgan einki um, men slíkar ógrundaðar umberingar eru ikki ókendar.
Føðingardagur kirkjunnar
Við hvítusunnu eru vit komin so langt, at hon er seinasta stóra høgtíð í kirkjuárinum. Næsta stóra kirkjuliga høgtíð eru jólini – í einum nýggjum kirkjuári.
Men við hvítusunnu sum síðstu høgtíð í kirkjuárinum halda vit eisini føðingardag hennara. Høgtíðin fyri, at Jesus sendi talsmannin, hin heilaga andan, soleiðis sum hann hevði lovað lærusveinum sínum, áðrenn hann fór heim aftur til faðir sín eftir at hava útint tann gerning á fold, ið faðirin hevði sent hann at gera og nú uppfylti:
»Men tá ið hann kemur, sannleikans andi, tá skal hann vegleiða tykkum til allan sannleikan; tí at hann skal ikki tala av sær sjálvum, men hvat ið hann hoyrir, skal hann tala, og tað, sum skal koma, skal hann taka av mínum og kunngera tykkum.«
Hvítusunnudag gekk út tað lyfti, Jesus gav, og skrivað stendur um lærusveinarnar, at »teir vórðu allir fyltir av hinum heilga anda og tóku at tala á øðrum tungumálum eins og andin gav teimum at mæla.«
Í sálminum »Hvítusunnudag tað var« lýsir Símun av Skarði hesa stóru føðingardagshending soleiðis í báðum teimum fyrstu ørindunum:
Hvítusunnudag tað var,
Andin Halgi á foldum gisti,
ljós og ugga við sær bar,
myrkrið veldi sítt tá misti.
Bjartari skein halgi login
enn á fjøllum morgunroðin.
Losnaðu tá tungubond,
orðið barst at mannasálum,
síðani um heimsins lond
ljóðar tað á øllum málum,
fyri gomlum, fyri ungum
ljóðar tað á øllum tungum.
Á føðingardegi kirkjunnar ringa kirkjuklokkurnar kring landið av nýggjum høgtíðina inn. Og á hesum føðingardegi sínum hevur kirkjan bert eitt at gera: at boða um Gud og stórverk hansara. Og boðskapurin um hetta stórverk er samanfataður í Jóhs. 3,16: Tí at so elskaði Gud heimin, at hann gav son sín hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt liv.
Kirkjan skal gera hetta í bøn um, at heilagi andin fær búgv í mannahjørtum og gera orðið livandi fyri fólki okkara.