Skriva út
Kirkjan í ferðavinnu Føroya
08.08.2016 Tíðindi
At leita sær í katedralar og kirkjur, tá ið vitjað verður úti í heimi, er kent fyribrygdi. Nevnast kunnu m.a. Notre Dame í París, St Paul's Cathedral í London, Vor Frue Kirke í Keypmannahavn, fyri ikki at tala um Santa Pæturs kirkjuna í Rom. Hetta vitnar um kristna søgu og siðaarv.
Føroyar bera somuleiðis ríka kristna søgu. Kristna trúgvin var týðandi lutur í lívinum hjá forfedrum okkara. Eyðvitað fyri verju á sjógvi og landi, men sanniliga eisini at fyri at hava hitt ævinliga málið í eygsjón: Frelsu sálanna. Vit biðja eftir at føroyingurin enn heldur fast við Guds orð.
Nú sjeyndi mánaðurin í árinum er um at verða lagdur afturum, kann enn einaferð staðfestast, at tá ferðaløg koma til Føroya, er samsvarandi ynski um at síggja kirkjur í Føroyum. T.d. kann nevnast, at á heimasíðuni visitfaroeislands.com verður m.a. víst til Christianskirkjuna í Klaksvík sum spennandi ferðamál hjá ferðandi.
Í Nes prestagjaldi, ið umfatar kirkjusóknirnar á Nesi og í Gøtu, eru vitjanirnar nógvar, tá ið summarmánaðirnir eru. Ferðaløg, ið koma henda vegin, velja nevniliga ofta at gera eina útferð til hesi støð.
Í báðum sóknum tykist tað at vera samanrenningin av tí gamla og tí nýggja, ið dregur ferðaløgini. Gamla kirkjan í Norðragøtu og Nes kirkja standa sum varðar yvir farna tíð og vitna um tann arv, sum vit ervdu fedrum av.
Gøtu kirkja og Fríðrikskirkjan, báðar gott 20 ára gamlar og hvør við sínum serliga listarliga skapi, hugtaka somuleiðis tey ferðandi. Bera boð um bæði framtakshug og livandi kirkjulið. Stóri krossurin í Fríðrikskirkjuni og opni Kristusfavnurin í Gøtu kirkju prædika frelsuna í Jesusi Kristi.
Eins og í øðrum sóknum, so verður í Fríðrikskirkjuni og í Gøtu kirkju skipað fyri sokallaðum summarvaktum, ið hava kirkjuna opna nakrar tímar gerandisdagar. Her taka tey – øll gera arbeiðið ólønt – ímóti ferðafólki og greiða teimum frá kirkjunum og kirkjuliga virkseminum.
Tað er ein gáva, at tey ferðandi soleiðis kunnu fara avstað við eini uppliving, ið peikar á frelsara okkara.
Henda dagin, tá myndin varð tikin á Nesi, var ferðalag úr Danmark á útferð í Eysturoynnni við Giljanesbussum. Her greiddi Josefina Jacobsen frá í Nes kirkju og seinni varð farið oman í prestagarðin niðri á Nesi, ið V. U. Hammershaimb læt byggja.
Talan er um bæði ferðafólk, ið koma av sínum eintingum, og ferðaskrivstovur, ið bjóða hesar útferðir. Lítil ivi er tí um, at kirkjan er týðandi lutur í ferðavinnu Føroya.
Orð: Ovi
Onnur tíðindi