- Kirkjan hevur havt týdning fyri nógv fólk
HVANNASUND: Tað er altíð ein stórur dagur í eini bygd, tá kirkjan hevur føðingardag – annaðhvørt talið er hálvt ella heilt.
Vit síggja, at kirkjur bjóða fólki at koma til gudstænastu slíkar dagar 5. ella 10. hvørt ár. Men so síggja vit eisini – sum til dømis í Hoyvíkar kirkju – at her ger ein burtur úr degnum á hvørjum ári. So seint sum farna sunnudag, ið var Allahalganna sunnudagur, helt kirkjan 12 ára dag sín.
Nú stendur kirkjan í Hvannasundi fyri tørni. Tað verður sunnudagin 17. november, tá boðið verður til hátíðargudstænastu við einum góðum bita aftaná.
Kirkjan var vígd 13. november 1949, og kann soleiðis hátíðarhalda 70 ára dag sín við gudstænastu, har dómprósturin, Uni Næs, fer at prædika, og sóknarpresturin, Jóannes Purkhús, fer at bera eina heilsan fram.
Ein teirra, sum heilt vist verður til henda dagin er Jytta Juul, sum býr í Funningi, men er ættað úr Hvannasundi. Hon var í roynd og veru fyrsta barnið, ið borið var til dópin í kirkjuni!
- Eg ynski kirkjuni alt tað besta, nú ið hon verður 70 ár, sigur Jytta Juul, sum sjálv fylti 70 í september mánaði í ár.
FYRIMYND ÚR FUGLOY
Vit hava í onkrari grein greitt frá øðrum kirkjum, har tað tók langa tíð frá hugsan til veruleika.
Og kanska er Hvannasunds kirkja eisini eitt dømi um, at tað kann taka sína tíð, frá tí at ein fer til verka, til tað endaliga úrslitið er liðugt.
Sambært upplýsingum um kirkjuna, so var H.C.W. Tórgarð, arkitektur í Havn, biðin um at gera tekning og kostnaðarmeting til nýggja kirkju í Hvannasundi longu í 1933. Men málsviðgerðin skuldi vísa seg at verða drúgv, so arbeiðið uppá kirkjuna byrjaði ikki fyrr enn 15 ár seinni - í 1948.
Hinvegin so var tekningin tann sama: Ein kirkja við veggjum úr betong, klødd innan við viði og tekju úr bylgjujarni, sum kortini var til asbest tá bygt varð.
Kirkjan skuldi vera 22 alin long og 12 alin breið, og hava vindeygu á báðum síðum. Hon skuldi somuleiðis hava hundrað føst setur í skipinum, umframt setur í kórinum og á loftinum. Fyrimyndin við innrættingini var kirkjan á Kirkju í Fugloy.
PÁPIN BYGDI
Í eini grein um Árnafjarðar kirkju var víst á ymiskar ætlanir, ið høvdu verið frammi við ábótum og viðlíkahaldi. Men tað hevði mangan víst seg, at trupult var at fáa onkran at gera hesi arbeiðini.
Sama støða tók seg upp, tá fólk í Hvannasundi ynsktu sær eina kirkju. Arbeiðið at byggja kirkjuna varð útboðið í bløðunum, men einki boð kom. Endin var so tann, at sundamenn sjálvir fóru undir at byggja kirkjuna.
Sambært upplýsingum um kirkjuna, var tað Niels í Buð ið stóð fyri betongarbeiðinum, meðan Meinhard Poulsen, byggimeistari, saman við Jóanes Christiansen, timburmanni á Kirkju, stóðu fyri timburarbeiðinum.
Vert er at nevna, at hesin Meinhard Poulsen er pápi Jyttu Juul.
STÓRUR DAGUR
Sundamenn fóru so hugagóðir undir at byggja kirkjuna, og árið eftir – í roynd og veru 12. november í 1949 – var arbeiðið komið so væl áleiðis, at alt var liðugt. Nú vantaði bert góðkenningin.
Henda dagin – sum var leygardagurin undan vígsluni - var kirkjan sýnað av Martini Sivertsen í Hvannasund og Gunnari Krúnufjall av Norðtoftum og góðkend.
Dagin eftir – henda 22. sunnudag eftir Trinitatis 1949 – var so tann stóri dagurin í Hvannasundi. Tað var hann ikki bert hjá teimum, sum høvdu beinleiðis við byggingina at gera, men hjá nógvum øðrum fólkum varð hetta ein serstakur dagur:
Í fyrsta lagi var hetta fyrsta kirkjuvígslan hjá prósti okkara, Jákup Joensen, prósti. Í øðrum lagi var hetta haraftrat dagurin, tá áðurnevnda Jytta Juul var borin til dópin í teirri júst vígdu kirkjuni.
- Ja, henda kirkjan hevur havt sín týdning fyri nógv fólk. Og eg vóni, at hon framvegis kann verða til gleði og signing fyri mong, eins og hon altíð hevur verið tað, sigur Jytta Juul.
(Í næstu viku viku hava vit samrøðu við Jyttu Juul um hennara samband við bygdarkirkjuna í Hvannasundi).
Orð: Snorri Brend
Samansett mynd: Internetið/Snorri Brend