Skriva út
Kirkjan fær norska vitjan
03.05.2016 Tíðindi
Í hesi vikuni vitjar Halvor Nordhaug, biskupur í Bergen, føroysku fólkakirkjuna. Við í ferðalagnum eru tvey starvsfólk hjá biskupi. Ein teirra er Tore Skjæveland, ið er stjóri á økinum við atliti at fakligu og verkligu støðu kirkjurnar. Kirkjan í Bergen hevur eisini ein ráðgeva innan mentan og list. Ráðgevin er Ragnhild Tveit.
Ferðin er komin í lag eftir at Føroya Stiftsstjórn vitjaði kirkjuligu myndugleikarnar í Bergen seinasta summar. Endamálið við tí ferðini var at fáa innlit í, hvussu norska kirkjan handfer spurningin um tær gomlu kirkjurnar við atliti at friðing og nýtslu.
Fríggjadagin 6. mai verður skeið fyri prestunum, har norsku gestirnir halda klassiskar fyrilestrar í gudfrøði og kunna um støðuna í norsku kirkjuni. Norska kirkjan hevur eitt leysari tilknýti til Landið enn tann danska og føroyska fólkakirkjan. Talan er um eina øðrvísi skipan, eitt kirkjuting, ið er fólkavalt eftir fólkaræðisligum grundreglum.
Frá føroyskari síðu verður kunnað um føroysku fólkakirkjuna. Jákup Reinert Hansen, lektari á Fróðskaparsetrinum, og Bergur Berg, fulltrúi í Mentamálaráðnum, halda hvør sín fyrilestur um serføroysk viðurskifti.
Halvor Nordhaug hevur saman við sóknarprestunum á staðnum tvær gudstænastur, har norksi biskupur prædikar:
Krists himmalsferðardag (5. mai): Christianskirkjan kl. 11,00.
6. sunnudag eftir páskir (8. mai): Vesturkirkjan kl. 11,00 við altargangi.
JF
Onnur tíðindi