Skriva út
Kirkjan á nesi og tanga
05.12.2012 Tíðindi
Í Føroyum hava kirkjurnar frá gamlari tíð staðið á ásýniligum staði, so tær vóru fyrsta og síðsta húsið, ið sást, bæði tá ið ferðast varð sjóvegis og landvegis. Í flestu førum dygst við sjóvarmálan
Pól á Kletti
Betri hon lívdi enn gamalt grót,
kirkjan á nesi og tanga,
syndarum veitti hon sálarbót,
gívrum og huldum hon vardi ímót,
verjir enn móti tí ranga.
(Gudmund Bruun: Fedranna kirkja)
Fyrsta sunnudag í advent ‒ 2. desember – var hátíðargudstænasta í Kollafjarðar kirkju í sambandi við, at liðin eru 175 ár síðan kirkjan varð vígd. Theodor Olsen, prestur, prædikaði á miðdegi, Bergtór Bjarkhamar, prestur, seinnapartin.
Kollafjarðar kirkja, sum stendur á laðaðari grund, er úr timbri við flagtekju og torni. Hon stendur í fyrndargamla býlinginum við Sjógv.
Spurningurin um at byggja nýggja kirkju í Kollafirði og í Kvívík varð reistur seinna helming av 1830-árunum. Eitt sindur av kapping hevur verið millum bygdirnar um, hvør skuldi vera fyrst við nýggjari kirkju. Kollfirðingar vunnu; teir fingu nýggja kirkju í 1837. Nýggj kirkja varð bygd í Kvívík árið eftir.
Sambært skjølum í varðveitslu á Sælands Landsskjalasavni og Føroya Landsskjalasavni er farið undir at byggja nýggja kirkju í Kollafirði í august 1837, og um hálvan novembar sama ár er hon liðug.
Nær kirkjan er vígd, hevur verið eitt sindur av iva um. Eftir mannasøgn í Kollafirði varð hon vígd fyrsta sunnudag í advent 1837. Hesin dagur fall á 3. desember, men hetta er ikki í samsvari við skrivaðu keldurnar, sum benda á, at vígsludagurin var 18. november.
Síðan kirkjan varð bygd í 1837, hevur hon fingið fleiri størri umvælingar.
Niðri við sjóvarmálan
Býlingurin við Sjógv í Kollafirði, har kirkjan er, er sum navnið sigur dygst við sjóvarmálan. Gomlu bóndahúsini við Sjógv stóðu so niðarlaga, at volli mátti byggjast fyri niðan at verja fyri aldugerðini í lágættarvindi.
Har hevur kirkjan staðið – sum eitt hitt niðasta húsið í bygdini. Í 1970-árunum varð grótfylling løgd niðan fyri kirkjuna, tá nýggi landsvegurin varð gjørdur. Og sum vit øll vita, er eitt eyðkenni fyri hina gomlu føroysku bygdina, at kirkjan er niðasta húsið í bygdini – niðast við sjógvin. Hetta er broytt seinni, tá samfelagsmenningin og fólkavøksturin høvdu nógva nýbygging við sær og neyðugt varð at finna byggigrundir í veltum bø og síðan uttan fyri gomlu eingargarðarnar. Til dømis er nýggja Hoyvíkar kirkja bygd í nýggja býlinginum langt uppi í Hoyvíkshaganum.
Tað at kirkjurnar hava verið dygst við sjóvarmálan tykist hava verið ein fastur siður frá gamlari tíð, og honum hevur verið fylgt líka upp at okkara døgum. Onkur mótmælir ivaleyst hesum, tí at bæði í hesari og hasari bygdini stendur kirkjan mitt í bygdini, millum hini húsini. Og nevna vit Svínoyar kirkju, so hevur hon í øldir staðið butur frá bygdini, men á ásýniligari høvd.
Men kanna vit eftir, fáa vit at síggja, at hetta er nakað, sum er komið upp í nýggjari tíð. Kirkjan er flutt burtur úr staði. Tí hitt gamla var eisini í slíkum bygdum, at kirkjan stóð niðri við sjógvin.
Úr Sumba til Hattarvíkar
Tað kann vera áhugavert at kanna eftir um allar Føroyar, hvussu tað er við hesum, og tað er skjótt gjørt. Vit eru á ferð við Jákupi Dahl prósti, sum í grein í Kirkjutíðindum í mai-juni 1935 byrjar fyri sunnan:
Í Sumba stendur kirkjan, sum nú er, og sum bygd er í 1887, uppi í bygdini, oman fyri Kálgarð. Men frá gamlari tíð hevur kirkjan staðið niðast á bakkanum, í Gørðunum. Har er enn hin gamli kirkjugarðurin.
Í Vági stóð kirkjan niðri við sjógvin, á tí lítla tanganum, sum eitur Kirkjuklettur. Nógv varð bygt har fram við strondini í seinni tíðum, men fyrr í tíðini vóru har eingi hús uttan fyri kirkjuna. Núverandi kirkja uttari í bygdini, í Tippinum, er vígd 1939.
Í Porkeri stendur kirkjan enn sum áður niðast við sjógvin.
Á Tvøroyri stendur kirkjan høgt uppi á eini høvd, oman fyri øll hini húsini. Men henda kirkjan er ikki bygd fyrr enn í 1908. Í gamlari tíð stóð sóknarkirkjan úti í Froðba, í býlinginum á Bø, oman móti bakkanum, har gamli kirkjugarðurin er. Tá ið bygdin á Tvøroyri tók at vaksa í stórum, varð kirkjan flutt úr Froðba inn hagar og varð fyrst sett á Tvørábakka.
Í Fámjin er kirkjan niðarlaga í bygdini. At hon er á gamlari grund prógvar, at kring hana er nógv kallað upp eftir henni, t.d. Kirkjuvatn, Kirkjufossur, býlingarnir Oman Kirkju, Vestan kirkju o.s.fr.
Í Hvalba er kirkjan millum býlingarnar Við Neyst og Við Toftir (vígd 1935), men áðrenn hevur kirkja staðið í býlinginum í Skálum, uttan fyri øll hús, tætt við sjógvin.
Í Sandvík, sum er heldur nýggj bygd, stendur kirkjan – bygd í 1909 – heldur ovarlaga í bygdini.
Í Skúvoy hevur kirkjan verið ytsta húsið í bygdini – eisini tann nýggja, sum vígd varð fyri sjúti fimm árum síðan.
Heima á Sandi stendur kirkjan enn sum áður á Grótteigum, tætt við sjógvin.
Í Húsavík stendur eisini kirkjan oman móti sjónum. Í Skálavík var hitt sama áður. Har stóð kirkjan í gamlari tíð niðri á Mølini við sjógvin, har kirkjugarður er. Kirkjan, ið nú er, er bygd á Lógvheyggi í 1891 uppi í bønum.
Í Skopun, sum er heldur nýggj bygd, varð kirkja bygd í 1897 og stendur hon nakað miðskeiðis í bygdini, heldur niðarlaga.
Í Vágum hevur kirkjan í Sandavági altíð staðið niðri á Sondum, oman móti sjónum, í Miðvági í býlinginum við Kirkjar oman móti sjónum – og í Sørvági á sama hátt sum tað niðasta húsið vesturi á Oyrini.
Í Bø stendur kirkjan sum tað ytasta húsið á bakkanum, meðan í Mykinesi kirkjan nú stendur ovarlaga í bygdini.
Í Hesti stendur kirkjan (bygd í 1911) norðarlaga í bygdini, norðan fyri Kvíggjará, oman móti bakkanum.
Í Kirkjubø stendur kirkjan so niðarlaga við sjógvin, at neyðugt hevur verið at stoypa eina byrging upp at henni at verja hana ímóti brimi.
Í Nólsoy stendur kirkjan niðast í bygdini, á Kirkjutanganum.
Í Havn stóð kirkjan í gomlum døgum úti á Reyni, har sum eisini hin elsti kirkjugarðurin er, og niðan fyri hana vóru eingi onnur hús uttan krambúðirnar og pakkhúsini hjá kongliga handli.
Í Kaldbak stendur kirkjan fyri seg sjálva niðri á bakkanum á Bø.
Í Norðurstreymoy standa kirkjurnar við Sjógv í Kollafirði, í Hvalvík, í Haldórsvík og í Saksun allar niðast í bygdini. Í Hvalvík stóð hon áður longri niðri, men varð flutt niðan fyri flóð. Hósvík er nýggj kirkjubygd; har varð kirkja bygd í 1929, í bønum miðskeiðis millum býlingarnar í Toftum og í Garðsenda. Í Kvívík og í Vestmanna standa kirkjurnar nakað uppi í bygdini; men tær gomlu grundirnar vóru niðri við sjógvin. Í Tjørnuvík var í gomlum døgum kirkja, og har varð aftur kirkja bygd í 1937, niðarlaga í bygdini.
Í Eysturoy standa allar tær gomlu kirkjurnar, á Nesi, við Sjógv á Strondum, í Norðragøtu, í Oyndarfirði og í Funningi niðri á bakkanum. Í Fuglafirði stendur kirkjan nú eitt sindur niðan frá sjónum. Hinar nýggju kirkjurnar á Glyvrum, á Selatrað, við Norðskála og við Gjógv eru her ikki roknaðar við, men tær standa allar niðarlaga, oman móti sjónum. Á Eiði stendur kirkjan uppi á Eiðinum (bygd í 1881), men stóð fyrr longri niðri í bygdini.
Koma vit so í Norðuroyar, er sama lagið her. Í Klaksvík stendur kirkjan nú ovarlaga í bygdini, men har hevur hon ikki altíð staðið. Hin gamla grundin var í býlinginum í Vági, har sum enn hin gamli kirkjugarðurin sæst, og hon var tá í tíðini niðasta húsið í bygdini, við sjógvin. Í Kunoy stendur kirkjan niðast á bakkanum, og tað sama er á Húsum í Kalsoynni, meðan hon í Mikladali stendur uppi í bygdini.
Á Viðareiði hevur kirkjan staðið so niðarlaga, at hon einaferð er farin av brimi, og enn stendur hon niðast av øllum á bakkanum.
Í Svínoy hevur kirkjan staðið nakað burtur frá bygdini, móti Svínoyareiði.
Á Kirkju í Fugloy stóð kirkjan í gamlari tíð niðast í bygdini, á bakkanum, og hin nýggja kirkjan varð í 1932 sett aftur á somu grund. Í Hattarvík varð kirkja fyrst bygd í 1830-árunum. Hin fyrra stóð ovarlaga í bygdini, henda seinna stendur nakað miðskeiðis í bygdini, nærri sjónum.
‒ ‒ ‒
Síðan Jákup Dahl gjørdi hesa kanningarferðina úr Sumba til Hattarvíkar eru fleiri nýggjar kirkjur bygdar í gomlu kirkjubygdununum, eins og fleiri nýggjar kirkjubygdir eru komnar aftrat.
At nevna eru Skála (nýggj), Hov (nýggj), Miðvágur, Elduvík (nýggj), Rituvík (nýggj), Leiti (nýggj), Christianskirkjan í Klaksvík, Vesturkirkjan í Havn, Argir (nýggj), Fuglafjørður, Fríðrikskirkjan á Toftum (nýggj), Hellurnar (nýggj), Gøta og Hoyvík (nýggj).
Praktiskar og sakralar grundir
At kirkjan, soleiðis sum tað sæst av hesum yvirliti, frá gamlari tíð vanliga hevur staðið niðast við sjógvin í øllum bygdunum í Føroyum, tað kann ikki vera komið av sær sjálvum ella av óvart. Onkrar grundir mega hava verið fyri tí, og tær kunnu hava verið ymiskar.
Ein grundin kann hava verið tann, at tað hevur verið lættari at søkja til kirkjuna, tá ið hon stóð niðri við sjógvin. Fyrr í tíðini vóru ofta fleiri bygdir um somu kirkju, og ferðast var tá mest sjóvegis.
Stóran týdning kann tað eisini hava havt, at kirkjugarðurin tá altíð var uttan um kirkjuna. Kirkja og kirkjugarður vóru eitt. Fyri teir, sum komu við líki – ofta sjóvegis – var tað høgligt, at kirkjugarðurin var niðast á bakkanum, so at teir kundu leggja at landi undir honum og høvdu stuttan veg at bera líkið.
Ofta eru á eldri kirkjugørðum tvey portur, har annað vendir at bygdini og hitt at sjónum.
Og av tí, at kirkjugarðurin var so niðarlaga á bakkanum, kundi eisini vatnið úr honum seta út í sjógvin.
Men umframt hesar meira praktisku grundirnar, munnu ivaleyst eisini hava verið aðrar. Tær sakralu grundirnar (t.e. gudsdyrkanin).
Vit kunnu her hugsa um tann gamla átrúnaðin, at umráðandi var, at kirkjan var hitt fyrsta húsið í bygdini, sum sást, og hitt seinasta, sum fór afturundir, annaðhvørt fólk komu ferðandi til bygdar ella fóru úr bygdini.
Tí at so langt sum kirkjan sást, vóru fólk innan fyri signing og varðveitslu hennara. Kirkjan mátti tí standa á einum ásýniligum staði, har hon best sást, og tá var tað ongar staðir betri enn niðri við sjógvin.
Landið lítið, havið stórt
Og so er eitt enn, sum kanska er høvuðsorsøkin. Land okkara er lítið, men havið uttanum er stórt. Heimstaður og fosturland føroyinga er ikki bert sjálvar oyggjarnar, men eisini og – ikki minni – havið.
Á sjónum hava teir livað, ferðast og arbeitt eins væl og á landinum. Kirkjan var halgidómurin. Man tað ikki hava verið ein trá og ein neyðsyn hjá forfedrum okkara at hava kirkjuna standandi so nær sjóvarmálanum sum gjørligt, so at hon kundi lýsa signing og halgan sína bæði yvir land og sjógv?
Her við strendur hevur staðið
kristin kirkja øld um øld.
Hoyr, enn ljóðar klokkulagið
kallandi á mannafjøld.
Harrans boð hon lýðin ber,
bjóðingin frá honum er:
Komið øll við stillum sinni.
leggið míni orð í minni.
(Heini F. Petersen, Sandavági)
Sí myndir
Onnur tíðindi