Kirkja og trúgv skulu meiri fram í ljósið
”62 kirkjur eru reistar í Føroyum, og sum standa enn. Nærum onnur hvør bygd hevur megnað at bygt sína egnu kirkju”, stendur millum annað at lesa í nýggjum faldara um føroysku kirkjurnar.
Orð: Snorri Brend (folkakirkjan.fo)/Mynd: DigitalTourismThinkTank
FERÐAVINNA: - Faldarin er gjørdur við tí fyri eyga, at vísa á fleiri møguleikar fyri ferðavinnu í Føroyum, sigur Jóhan Pauli Helgason.
Hann er menningarleiðari hjá Visit Faroe Islands, sum saman við Fólkakirkjuni hevur gjørt henda nýggja faldaran, sum snøgt sagt kallast ”Kirkjur í Føroyum”.
Í hesum faldaranum, sum telur íalt 64 síður, verða nakrar av kirkjunum kring landið lýstar í orðum og myndum, eins og greitt verður frá føroyskum trúarlívi.
Týskvøldið hevði Kringvarpið samrøðu við menningarleiðaran sum kundi upplýsa, at endamálið er at fáa kirkjurnar at koma betri til sín rætt.
- Vit ynskja at vísa, at kirkjurnar eru eitt stað, ið so avgjørt er verdar at vitja, greiddi Jóhan Pauli Helgason frá.
Nú verður víðkað um tilboðið av støðum, sum eru verd at vitja, eins og ein ynskir at gera kirkjurnar meiri atkomiligar.
TRÚGV OG BYGGILIST
Í einum tíðindaskrivi verður víst á, at hesin bóklingurin er framleiddur í tøttum samstarvi við Fólkakirkjuna og kunningarstovurnar, greiðir lesaranum frá føroysku kirkjusøguni og teirri serstøðu sum kirkjan og kristindómur hevur havt fyri føroyska samfelagið.
Sagt verður, at endamálið er at seta sjóneykuna á føroysku kirkjuna sum eitt stað, ið er vert at vitja. Endamálið er somuleiðis at gera tað lættari hjá vitjandi, bæði útlendingum og føroyingum, at fáa innlit í kirkjurnar og teirra søgu. Eisini verður víst á siðvenju og hvussu ein ber seg virðiliga at í kirkjunum.
Umframt yvirskipaðar lýsingar um trúgv, byggilist og annað, verða 11 útvaldar kirkjur í Føroyum lýstar nærri. Bóklingurin er nevniliga ein roynd at gera kirkjurnar meiri atkomiligar. Her er somuleiðis eitt kort, ið vísir, hvar allar 62 kirkjurnar í Føroyum eru.
- Endamálið við bóklinginum er sostatt bæði at fáa søgurnar um kirkjur og trúgv meiri fram í ljósið, men eisini at breiðka úrvalið av tilboðum og upplivingum, sum eru atkomilig í Føroyum, ikki minst mentanarligum upplivingum, ið eru tøkar alt árið.
Nevnast kann eisini, at bóklingurin er framleiddur bæði í føroyskari og enskari útgávu. Hann er ókeypis og verður at finna á kunningarstovum og aðrastaðni, har nógv fólk vitja.
BETRI KUNNING
Í samrøðuni við Kringvarpið vísti Jóhan Pauli Helgason á, at tað í roynd og veru var Fólkakirkjan sum kom við hugskotinum, av teirri einfaldu orsøk at tørvur er á tilfari á hesum økinum.
Í ”Kirkjur í Føroyum” eru altso 11 av kirkjum okkara lýstar. Hetta er ikki av tilvild, tí hetta eru júst tær 11, har ein hevur fastar tíðir við møguleika hjá fólki at vitja kirkjuna.
- Tað er sjálvandi møguleiki fyri, at fleiri kirkjur kunnu verða lagdar aftrat, og at kirkjurnar verða meiri atkomiligar uttanfyri kirkjutíð, vísti hann á.
Visit Faroe Island hevur gjøgnum tíðirnar givið út fleiri faldarar um gongutúrar, fuglalív og annað. Nú er túrurin so komin til kirkjurnar kring landið.
- Á henda hátt kunnu vit bjóða betri kunning til tey ferðandi. Og vit síggja eisini, at fólk tykjast vera glað fyri hetta, nú tey vita hvørjir møguleikar eru, soleiðis at tey kunnu fáa eina betri uppliving her hjá okkum, sigur Jóhan Pauli Helgason.
Slóð til faldara her: