Kirkja er nakað, sum vit gera saman
Gerhard Jónsson Mikkelsen er nýggi presturin í Fuglafjarðar prestagjaldi. Tað vil siga, at hann verður prestur í Fuglafirði, Leirvík, Elduvík, Funningsfirði og Hellunum. Men hvør er hann? Tað hava vit kannað.
– Tað er stuttligt at venda aftur til oyggjarnar. Eg var sjey ár, tá vit fluttu av Toftum til Aarhus í Eysturjútlandi, har eg eri vaksin upp, fortelur Gerhard. Pápi hansara er av Toftum og mamman er úr Haderslev. Gerhard hevur lisið gudfrøði á Det Teologiske Fakultet i København, og síðani hann bleiv útlærdur í 2014, hevur hann verið prestur í Karlslunde Strandkirke, sum er í tí sunnara partinum av danska høvuðsstaðnum. – Her hava kona mín Silvia og eg búðleikast seinastu 6 árini. Vit eiga 2 børn, Róar (5 ár) og Bjørk (3 ár), og vit gleða okkum til lívið í Føroyum. Vit gleða okkum til at læra Fuglafjarðar prestagjald betri at kenna. Og vit gleða okkum til at síggja børn okkara vaksa upp ímillum fjøll og hav. Vit njóta at verða í náttúruni, sita við eitt bál, gera góðan mat og verða í góðum selskapi.
Gerhard fortelur, at sangur og tónleikur altíð hava fylt nógv í lívinum, hóast hann sjálvur ikki hevur gjørt sera nógv við tað. – Har afturat dámar mær væl at sparka, súkkla og renna, leggur hann afturat.
Ein royndur prestur
Karlslunde Strandkirke er kend fyri at leggja stóran dent á áhugaverdan og fjølbroyttan kristnan felagsskap gjøgnum alla vikuna, og kirkjurnar í Fuglafjarða prestagjaldi kunnu gleða seg til at fáa ein prest við nógvum royndum og nýggjum hugskotum í kuffertinum, tá hann flytur heim til Føroyar í heyst. – Út yvir guðstænastur, dóp, konfirmatiónir, vígslur, jarðarferðir og aðrar fastar uppgávur, so havi eg seinastu seks árini fingið nógvar royndir sum leiðari av sjálvboðnum fólki, verkætlanum, tónleiki og øðrum, fortelur Gerhard, sum eisini hevur brúkt nógva tíð til sálarrøkt og samtalur. Tað er eisini nakað, hann vónar at kunna halda áfram við í sínum nýggja kalli. – Umframt hetta havi eg arbeitt málrættað við at skapa rúm í kirkjuni fyri børnum, ungdómi og familjulívi. Eg havi roynt nógv sum prestur. Og hóast eg rúmi nógv hugskot, so er tað sera umráðandi fyri meg at verða eyðmjúkur og lurta eftir Gudi og menniskjum.
Brennur fyri felagsskapinum
Gerhard fortelur, at hann hevur fingið náðigávu at skapa samskiftir. – Eg vil liva millum menniskju – líkamikið baggrund, mál, søgu, hugalit, aldur og so framvegis, sigur hann. Tað er kanska tí hann er eitt sindur afturhaldandi við at svara til, hvat hann sær fyri sær í síni nýggju kirkju: – Tað er trupult at svara uppá. Her hugsi eg, at tað er umráðandi at prestur, kirkjuráð, tey sjálvboðnu og kirkjulið sum heild tosa saman – og at vit saman spyrja okkum sjálv, hvat vissiónin er, sigur Gerhard, sum vónar, at bæði børn, ung, ungar familjur og í heila tikið yngra ættarliðið verða boðin við til hetta prátið.
– Kirkjan er ikki bara presturin. Kirkja er nakað, sum vit gera saman. Og kirkjan dømir ikki nakran, sigur Gerhard avgjørdur.
Við nýggjum arbeiði fylgja ofta eisini nógvir nýggir møguleikar. Og tá vit spyrja Gerhard, um hann hevur nakrar ætlanir og nakað nýtt, hann kundi hugsað sær at roynt, ljóðar svarið: – Ja, at bjóða fólki við til gongu í nýggja prestagjaldinum – fara eftir fjallavegunum frá bygd til bygd. Steðga á ymsastaðni á vegnum og hyggja eftir skaparverki Guds, gerast eyðmjúk og lata orð gerast tóm.
Eftir ætlan er Gerhard Jónsson Mikkelsen tilreiðar at byrja í sínum nýggja starvi fyrst í september mánað.
Kelda: Trúboðin.