Skriva út

Kingo-sangur: Tú verður partur av tí gamla og erliga

08.06.2018 Tíðindi
Kingo-sangur: Tú verður partur av tí gamla og erliga

- Hetta var ein vill hending fyri okkum!

Nakað soleiðis tók ein av fyriskiparunum til, tá Kongo-bólkurin úr Tjørnuvík vitjaði í Danmark á páskum.

Henda eina dagin á vitjanini vóru tey stødd á Ørslev-kleystrinum (tað er haðani at myndin stavar), har tjóðarhetja okkara, Magnus Heinason liggur grivin. Her fingu fólk høvið at hoyra tann serstaka sangin frá bólkinum. Og tá tey eina løtu seinni høvdu hoyrt eina framløgu um Magnus Heinason vóru tað fólk úr Kingo-bólkinum sum skipaðu føroyska dansin.

Hetta var samstundis sætta ferðin, seinastu 15 árini, at tey vitja í Danmark. Og henda ferðin var eisini væleydnað:

- Tað var sera stórt fyri okkum at syngja í fullsettum kirkjum, og at uppliva hvussu væl ið fólk tóku ímóti okkum, sigur ein av sangarunum, Tórhild Magnussen við danskar miðlar.

Hon er 54 ár, og telist millum yngstu sangararnar í bólkinum. Hon leggur aftrat:

- Vit merktu væl, at vit ikki sungu fyri deyvum oyrum!

FÓLK LURTA
Tað er altíð við spenningi at limirnir í Kingo-bólkinum fyrireika seg til eina slíka Danmarkar-ferð.

Ein teirra, ið hevði hesa kensluna var Jens Jensen. Við ein danskan miðil sigur hann:

- Eg var eitt sindur í iva um, hvørt nakar yvirhøvur fór at tíma at hoyra okkum syngja við eina gudstænastu. Eg meini, - Kingo-sangurin er jú rættiliga fremmandur hjá fólki, sigur hann.

Men hesum høvdu tey í bólkinum onga orsøk at stúra fyri. Tað vísti seg tvørturímóti at fólk í stórum tali streymaðu til gudstænasturnar, har tey sungu teir góðu og gomlu Kingo-sangirnar.

Og soleiðis hevur tað verið síðani 2003, tá kórið fyrstu ferð vitjaði Danmark.

- Ja, hetta vistu vit ikki tá. Vit trúðu í roynd og veru, at tann túrurin var eitt ”eingangs-tilfeldi”, sum Jens Jensen málber seg.

EIN ÆÐR AFTUR Í TÍÐINA
Síðani 2003 hevur Kingo-bólkurin vitjað í Danmark triðja hvørt ár, - og tað hava bæði sangarar og áhoyrarar verið fegin um.

Ein av teimum, sum við frøi lurtaðu eftir teimum sigur soleiðis um uppliving sína:

- Kingo-sangurin er sum ein æðr, ið gongur aftur í tíðina. Tá tú hoyrir henda sangin, so følir man, at man er partur av nøkrum sera gomlum og nøkrum ógvuliga erligum.

Ein annar sigur, at Kingo-sangurin nart við viðkomandi, og at hesin djúpt kensluborni sangurin rakti beint í innasta hjartað hansara.

Og ein triði sigur tað so rámandi:

- Tað er ein stór styrki í sangi teirra. Hann fekk ein stein at hvørva úr mínum hjarta.

SEINASTA FERÐIN?
Hóast øll hesi góðu og positivu orðini, so er okkurt sum bendir á, at kórið í framtíðini ikki fer at vitja í Danmark líka so ofta sum áður.

Í samrøðuni við danskar miðlar verður nevniliga róð varliga uppundir, at tað er trupult at fáa yngri fólk at luttaka í Kingo-bólkinum. Ein orsøk kann vera, at tey hava gjørt ov lítið við at kunna um serstaka sangin.

Tríggir av yngru kórlimunum – tey eru 39, 44 og 54 ár – vóna tó, og halda avgjørt, at Kingo fer at verða sungin í Tjørnuvík eisini um 20 ár, meðan onkur av teimum meiri tilkomnu helt, at hesin túrurin kanska fór at verða hin seinasti.

Greinskrivarin – Jens Kristensen – endar tó greinina so vísiliga við at skriva soleiðis:

- Ein skal nú aldrin siga aldrin. Limirnir í bólkinum hava áður boðað frá, at hetta var teirra seinasta sangferð í Danmark.

- Men vit kunnu tó bara staðfesta, at áhugin fyri at hoyra serstaka sangin hjá kórinum er sterkur!

(Kelda: ”Tað var framúrskarandi” – frásøgn eftir Jens Kristensen í Sosialinum 4. apríl 2018)

Orð: Snorri Brend
Mynd: galleri.j-kristensen.dk