Kenn kirkju tína verður nú í Sørvágs skúla
Væl umtókta skeiðið hjá Fólkakirkjuni Kenn kirkju tína verður leygardagin 6. mai í Sørvágs skúla. Dagurin byrjar á middegi og endar við nátturðatíð.
Kenn kirkju tína, sum er eina ferð hvørt hálvár, er eitt tilboð til allar kirkjuráðslimir og kirkjutænarar í Fólkakirkjuni. 6 dagar eru settir av til skeiðið, sum eftir ætlan endar summarið 2024.
Endamálið er at geva kunnleika og at førleikamenna tey, sum standa fyri í Fólkakirkjuni, og sum har gera tænastu. Evnið leygardagin er sakramentini og játtanarritini hjá Fólkakirkjuni.
Vælkomin kirkjuráðslimir og kirkjutænarar – eisini tykkum, sum ikki áður hava teknað tykkum til skeiðið! Tit kunnu bara møta.
Skráin fyri dagin:
Kl. 12.30: Koma og løtt máltíð
Kl. 13.15: Altarborðið við Jónsvein Bech
Kl. 14.15: Dópurin við Anne Mette Greve Klemensen
Kl. 15.15: Drekka
Kl. 16.00: Játtanarritini við Jonhard Jógvansson
Kl. 17.00: Skriftamálið við Hanus á Gørðum
Kl. 18.30: Døgurði og endi
Vegna fyrireikingarbólkin,
Jógvan Fríðriksson,
Biskupur