Skriva út
Kenn kirkju tína
13.04.2023 Tíðindi
Leygardagin 6. mai 2023 heldur skeiðið fram í bygaskúlanum í Sørvági. Byrjað verður kl. 12.30.
Hetta er fjórða skeiðið í eini røð av fleiri. Tað eru prestarnir í fólkakirkjuni, sum undirvísa. Tey fyrru skeiðini vóru væl eydnað, og uppmøtingin var góð.
Á hesum sinni undirvísa prestarnir:
- Játtanarritini - Jonhard Jógvansson
- Dópurin - Anne Mette Greve Klemensen
- Altarborðið - Jónsvein Bech
- Skriftamálið - Hanus á Gørðum
Skeiðið er ætlað kirkjuráðslimum og kirkjutænarum.
Onnur tíðindi