Skriva út

K.E. Løgstrup á føroyskum

12.12.2016 Tíðindi
K.E. Løgstrup á føroyskum

Tú heldur altíð lívinum hjá einum medmenniskja í tínum hondum. Hesin setningur man vera ein hin kendasti úr bókini “Tað etiska kravið” eftir K.E. Løgstrup. Eilif Samuelsen hevur júst týtt hana til føroyskt

Theodor Eli Dam Olsen

“Men eitt annað er enn, ið er hesum líkt: »Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg!«”
Matteusarevangeliið 22,39

Hin 20. oktober í ár fekk Eilif Samuelsen M.A. Jacobsens virðisløn fyri mentanaravrik. Virðislønina fekk hann fyri at hava flutt klassiskar bókmentir í føroyskt mál. Tað skerst ikki burtur, at umframt at nógvar av hesum bókum meira ella minni eru pensum hjá ídnum guðfrøðistudentum - sum t.d. bókmentir eftir Platon, Aristoteles, Augustin, Abelard, Macchiavelli og Lagerkvist - so er talan eisini um ódyrkað lendi í føroyska mállandslagnum. Mál verða bara størri, jú meira tey verða brúkt.
Eftir at føroyingar við árunum hava fingið bókmentir og lærubøkur í fleiri lærugreinum sum t.d. alisfrøði, evnafrøði, støddfrøði og fleiri, kann ikki sigast, at heimspekin er sloppin at royna seg á føroyskari tungu.
Ikki fyrr enn nú Eilif hevur føroyskað heimsklassikararnar, og tað er ikki so lítið spennandi. Føroyska málið er á so mangan hátt eitt mál, ið ofta meira at kalla umrøður tað ítøkiliga enn tað óítøkiliga. Føroyskt er á mangan hátt eitt sagnorðamál í mun til onnur grannamál, ið er meira at kalla navnorðamál.
Men Eilif gevst ikki so. Ikki meira enn fingið hetta stóra herðaklappið, er enn ein nýggj týðing løgd fram. Hesaferð er talan um høvuðsverkið hjá K.E. Løgstrup, “Tað etiska kravið” – “Den etiske fordring”, ið kom út í 1956. Og sjálvt um týðingin er úr donskum, kann talan neyvan hava verið um nakra lætta týðing. Heimspeki er sum kunnugt enn ein rættiliga ótrodd gøta í føroyska málinum.

Í fyrstuni var álitið

Løgstrup verður mettur sum ein hin størsti danski hugsarin síðani Kierkegaard - og hin mest originali heimspekingurin í Danmark í 20. øld og helst í øllum Norðurlondum við.
“Tað etiska kravið” er við árunum prentað uppaftur og uppaftur í fleiri londum, og er umframt at vera kravdur lesnaður hjá guðfrøðingum og hugspekingum, eisini mett sum alneyðug bók hjá eitt nú sjúkrarøktarfrøðingum. Hon snýr seg nevniliga um næstrakærleika, men orðað á ein modernaðan, meira ella minni verðsligan hátt.
Kendasta brotið úr bókini man helt vera tað, at tú heldur altíð lívinum hjá einum næsta, einum medmenniskja, í tínum hondum.
Løgstrup var sum guðfrøðingur og prestur av tí áskoðan, at kravið er týdningarmikið í tí kristnu lívsáskoðanini, og hansara ritverk var tætt knýtt at kristindóminum. Men hansara útgangsstøði var kortini ein atfinning av einum ráki í heimspekini, ið vildi skilja átrúnað og vísindi sundur.
Endamálið var tó humant. Tað vil siga, at endamál hansara var ikki at verja kristindómin, men ein greining av viðurskiftum millum menniskju. Men ein greining, ið skuldi sýna, at tað ið kann sýnast humant, eisini finst í kristindóminum og í boðan Jesusar.
Hitt einstaka menniskjað kann ongantíð hava nakað við eitt annað menniskja at gera, uttan at tað heldur lívinum hjá hinum í síni hond. Tað kann vera lítið ella nógv, stutt ella langt tíðarskeið, men ávirkan hava vit undir øllum umstøðum á hvørt annað. Tí eru øll viðurskifti millum menniskju eisini maktviðurskifti.
Her er talan um álit. Álit, sum álit kann merkjast, tá fólk hittast. Menniskju eru altíð bundin av hvørjum øðrum. Vit vænta, at ein ein annar rættir okkum hondina, um vit vilja biðja góðan dag. Vit vænta, at ein mamma tekur barn sítt í favn, uttan at spyrja um hvat og hví hon skal gera tað. Tað etiska kravið, ið eisini inniber, at vit hava vald á hvørjum øðrum, er tí eisini merkt av tøgn. Vit spyrja ikki um hví, men lívið krevur tað av okkum.
Í fyrstuni var álitið – og álit kemur áðrenn misálit. Misálit kemur, tá álit er brotið.

Møta menniskjum við tí góða

Gjøgnum alt ritverkið eftir Løgstrup er tað avgerandi, at lívið er okkum givið. Tí krevur lívið av okkum, at vit gera tað góða uttan krevja nakað afturfyri. Tað sermerkta kristiliga við lívinum er tað, vit finna við Jesusi í evangeliinum. Tað universella ella almenna kristiliga er, at øll hava vit okkurt við Guð at gera, og at heimurin verður hildin uppi av Guði.
Onkur hevur sagt, at tað etiska kravið er ein um seting av hugtakinum næstrakærleiki. Hugskotið er nevniliga ikki at brúka orðið úr Nýggja testamenti, men eitt alment galdandi krav, sum øll kenna, hugsa tey seg um eina løtu. Grundhugsanin hjá Løgstrup er, at vit geva øll eitt sindur av okkum sjálvum, tá vit møta einum øðrum menniskja – og tað skulu vit eisini, tí lívið krevur tað av okkum. Lívið er sambært Løgstrup at hava viðurskifti við onnur menniskju. Tvinnir eru kostirnir: antin taka vit okkum væl av teimum fólkunum, vit hitta á okkara livsleið, ella leita vit upp egnar fyrimunir. Men sjálvandi er kravið, at vit brúka alt, sum stendur í okkara valdi, at møta einum øðrum menniskja við tí góða.

Uppgerð við fundamentalismu

Víst hevur verið á, at hugsanin hjá Løgstrup eisini er ein uppgerð við alla fundamantalismu – tað veri seg kristna, muslimska ella enntá ateistiska fundamentalismu. Fundamentalistar eru jú fólk, sum halda, at tey ikki hava tørv á at fáa at vita, hvat tey skulu gera, tí tey kunnu sláa alt upp í eini heilagari bók. Men hetta liggur fjart frá hugsanini hjá Løgstrup um hitt etiska kravið, har tú mást brúka egið innlit og egna hugsan til at taka støðu til, hvat er rættast at gera í eini ávísari støðu. Júst sum í líknilsinum um hin miskunnsama sámariubúgvan.


Knud Ejler Løgstrup varð føddur í 1905, og skrivaði ikki bert vísindaligar fakbøkur, men eisini ritverk um náttúru, samfelagsetikk, bókmentir o.s.fr. Í studentaskúla var hann m.a. floksfelagi við Hans Scherfig, og eftir at vera við liðugur sum kandidatur í teologi í 1930 í Keypmannahavn – og eisini lisið heimspeki – nam hann sær eisini kunnleika í Göttingen í Týsklandi. Ikki minst var tað fenomenologiin – læran um tað, sum kemur til sjóndar, fyribrigdini – ið hugtók hann. Í 1936 varð hann prestvígdur, og í 1942 varð Løgstrup útnevndur professari í etikki og religionsfilosofi á lærda háskúlanum í Aarhus. Í 1961 gjørdist hann limur í danska akademiinum, har hann kom í samband við nógvar rithøvundar og listafólk, og við bókini “Tað etiska kravið” fekk Løgstrup eina serliga støðu í danska samfelagskjakinum. Løgstrup andaðist í 1981, og eisini eftir deyða hansara eru fleiri bøkur givnar út við tilfari, ið lá eftir hann. Ikki minst eru prædikur hansara frá krígsárunum áhugaverdar og gevandi.

--

Eilif Samuelsen er føddur í 1934. Hann er gamal kirkjumaður, deknur í Vesturkirkjuni og hevur m.a. tikið sæti í próstadømisráðnum. Fyrrverandi lærari, formaður í Føroya Lærarafelag og politikari.
Forlagið Hemlið gevur út bókina “Tað etiska kravið”
--