Skriva út

Katrina: - Betýðir alt fyri meg at vera til gudstænastu

20.02.2022 Tíðindi
Grein 4 Katrin.jpg

- Vit eru glað fyri, at vit hava møguleika at koma saman til gudstænastu her í bygdini, sigur 78 ára gamla Katrina Hansen úr Æðuvík.

Orð/mynd: Snorri Brend/www.folkakirkjan.fo

ÆÐUVÍK 2/5: Tað er tjúkt av kava uttanfyri, og hartil hált nógvastaðni. Men tað forðar kortini ikki æðuvíkingum í at leita sær í missiónshúsið henda sunnumorgunin.

Soleiðis hava tey gjørt so mangan, og ein vanligan sunnudag eru millum 20 og 30 fólk til gudstænastu. Tað er eitt rættiliga høgt tal, tá hugsað verður um at tað búgva 110 fólk í bygdini.

Her kann hvørki myrkur, stormur í gjáum ella ísur í skor forða teimum í at ganga ”kirkjugøtuna”, nú tey enn einaferð eru boðin til gudstænastu í missiónshúsinum, enntá við presti.

Missiónshúsið hevur verið brúkt til ymisk endamál – til møtir, sunnudagsskúla, útibarnagarð, nýstovnaðan sjómanskvinnuring, og nú til gudstænastu.

Millum tey 25 fólkini, ið vóru til gudstænastuna henda dagin, vóru hjúnini Ásmund og Katrina Hansen. Tey teljast millum tey trúføstu, tá gudstænasta er her í Æðuvík. Og hví skuldu tey ikki tað, tá tað er dóttir teirra, Aslaug Olsen sum er deknur við dagsins gudstænastu.

- Her er gott at vera, slær Katrina fast.

GOTT STAÐ
Tá fólk taka bygdina Æðuvík upp á tungu, so gongur ikki leingi, fyrrenn tey koma inn á hugnan og serstøðuna, ið hon hevur sum jólabygd okkara. Vit kunnu somuleiðis taka við, at hon eisini var kosin "Føroya Best Røkta Bygd" í 2001.

Um summarið vitja nógv ferðafólk í Æðuvík, sum eisini hevur eitt øki til kamping við øllum tí, sum hartil hoyrir. Men so hevur lítla bygdin eisini missiónshúsið, sum var vígt í 1983, her gudstænastur eisini verða hildnar við jøvnum millumbilum.

Æðuvík er niðursetubygd, tá tey fyrstu fólkini fluttu higar í 1897 – hjúnini Jóannes og Sanna Davidsen. 100 ár seinni var minnisvarði reistur í samband við eitt minningarhald um hesa hending.

Til gudstænastuna næstseinasta sunnudag, 6. februar, høvdu hjúnini bæði leitað sær, eins og tey eru von at gera.

- Ja, mær dámar væl at koma til gudstænastu her, sigur Kathrina við bros á kinn. Og maðurin Ásmund nikkar samtykkjandi til útsøgnina frá konuni.

Kathrina leggur aftrat, at abbi hennara av Nesi var ikki tann fyrsti, men millum teir fyrstu, sum valdu at búseta seg her fyri 125 árum síðani.

Í FRIÐI OG NÁÐUM
Hjá mongum er tað nærum óhugsandi at lata ein sunnudag ella heiligdag fara framvið, uttan at hava leitað sær undir Guds orð við eina gudstænastu.

Millum hesi telist eisini Katrina, sum var møtt í góðari tíð til gudstænastuna, nú prestur kom á vitjan. Tað er helst so sum hon tekur til:

- At koma til gudstænastu her, - tað betýðir alt fyri meg!

- Tað hevur nógv at siga fyri meg at kunna leita mær inn higar í missiónshúsið, fyri at hava eina løtu í friði og náðum ein sunnumorgun, greiðir Kathrina frá.

Og hon leggur aftrat:

- Soleiðis hevur tað altíð verið fyri meg, eisini tá ið vit tóku børn okkara við til gudstænastuna her. Á henda hátta læra tey at koma til gudstænastu, og tað at sita still.

REGLUSEMI
Í Eysturoynni eru fimm prestagjøld. Eitt teirra er Nes prestagjald, her Æðuvík við sínum missiónshúsi hoyrir undir. Hinar kirkjurnar í prestagjaldinum eru tær á Nesi, Toftum, Norðragøtu og við Gøtugjógv.

Sóknarpresturin, Ovi Brim ferðast so upp á skift til kirkjurnar í økinum. Og her í Æðuvík kunnu tey fegnast um, at tey fáa rættiliga ofta vitjan av presti – 3. ella 4. hvønn sunnudag.

- Eg haldi, at Ovi Brim er hann, sum hevur verið oftast her hjá okkum í Æðuvík, slær Katrina fast.

Henda dagin gav prestur sær góðar stundir at heilsa uppá kirkjufólkið, bæði ung og gomul. Løtu seinni var hann á veg í Fríðrikskirkjuna, har ein jarðarferð var á skránni.
Gudstænastan er liðug. Hesin sunnudagurin er byrjaður væl!

---

(Hetta er onnur greinin um kirkjulívið í Æðuvík. Fyrra greinin stóð her á heimasíðuni 11. februar 2022. Næstan greinin verður ein samrøða júst við deknin, Aslaug Olsen).