Skriva út

Katedralurin í Suðuroy

25.02.2014 Tíðindi
Katedralurin í Suðuroy

Sunnudagin 25. februar var stórur føðingardagur í Vági, nú kirkjan og Ljómur høvdu sjeytifimm ára føðingardag.

Tað gav gudstænastuni ein serligan dám, at urguleikarin Jóanes Nolsøe vitjaði, og nýtti frágera góðu evni síni við urguna. Brøðurnir Jóanes og Niels hava drúgva tíð dugnað Vágs kirkju við góðum urguspæli. Sálmasangurin í Vági gongur væl og ljóðar væl. Tað var ein sonn gleði at vera í kirkjuni.

Sóknarpresturin Patrick helt eina góða og gevandi prædiku, ið kann lesast aðrastaðni á heimasíðuni.

Biskupur helt eina talu og tosaði um halgidómin: lívleyst tilfar, ið rennur saman við trúnni og verður til livandi steinar. Talan byrjaði heldur øðrvísi enn vanligt, og inngangurin kann lesast niðanvert:

“Miðskeiðis í áttati árunum vitjaði eg sum prestur á fyrsta sinni Vágs kirkju. Tað var í tíðini hjá Bjarna presti til eina føstugudstænastu. Bjarni kom til Havnar og ungdómsvinur mín Heri tók við kallinum í Suðuroyar sunnara prestagjaldi.

Í tíðini hjá Hera vóru vit bæði konan nakrar ferðir á vitjan í prestagarðinum. Tað var ein frægd at fylgja við Hera, ið sum fáur dugur kynstrið at fara við fólki og vera millum fólk, tá ið vit í býnum tosaðu við vágbingar ella í kirkjuni møttu kirkjunnar tænarum. Tað var mær ein tignarlig løta at tosa við hesar tænarar, - klokkara, dekn, urguleikara og kirkjuverja. Síggja teirra ídni, nærlagni og virðing fyri halgidóminum. Fleiri teirra eru enn okkara millum, meðan aðrir eru kallaðir heim til halgidómsins Harra. Ein tøkk, - fjálg og vøkur minni.

Longu tá møtti eg á fyrsta sinni umboðum fyri kirkjukórið, ið hevur borið sálmasangin í Vágs kirkju. Ein stór tænasta at lívga og menna kirkjuliðið, býin og oynna. Vit ynskja Ljómi tillukku við árunum. Henda kirkjan og kórið eru javngomul. Vit ynskja tykkum gleði í sangi tykkara og Harrans signing í komandi tíðum. Eisini á hesum stóra degnum hjá Vágs kirkju, er kórið sum væl syngjandi lerkar á rókini, verjir borg og lyftir huglagið móti hægri hæddum.

Sóknarpresturin Patrick fann sær vív í hesum vakra lendi. Saman fingu tey børnini, ið eru kærleikans stóra gáva. Patrick kemur at prædika Guðs orð til okkum, so eg loyvi mær nøkur fá orð afturat í sama stíli.

Alla mína tíð sum prestur, og serliga í tíðini sum biskupur, havi eg lagt til merkis, hvussu sera væl Vágs kirkja er røkt og hildin. Dómprósturin staðfestir tað sama. Vakurleikin er eyðsýndur og klæðir árstíðirnar. Tað er ein stórur vitnisburður um lívsins Harra og frelsara, at kirkjuráðið skipar so fyri, at kirkjan verður hildin rein og vøkur. Persónliga meti eg hetta høgt, tí tað var júst í halgidóminum, at Guð avgjørdi, at navn hansara skuldi búgva. Og sum Guðs børn halgaði í dópi og orði mega vit halda bústað hansara vakran.”

Eftir gudstænastuna vórðu vit boðin til eina hugnaliga løtu í skúlanum, har alskyns gott til góman var borðreitt. Ein hugnalig og gevandi løta, har tað fólksliga og sosiala andaði lættan í kirkjuligum umhvørvi.

Tað lívgaði andan, tá ið yrkingin hjá Arnfinni Thomassen varð sungin við borðhaldið. Arnfinnur er formaður í Ljómi, og vit, ið kenna mannin, kenna ríku gávur hansara innan skaldskap, tónleik og mentan.

Við tøkk fyri ein góðan dag.

Orð og myndir: JF.


Vágs kirkja og Kirkjukórið Ljómur 75 ár - 19. februar 2014
Lag: Hvør situr aftan skjólið...

Tað var í fornum døgum, ein einkja fekk í lag.
So sigst í gomlum søgum - tá kirkjan fór avstað.
Í smáum var hon smíðað sum kirkju-byggisett.
Av Atlantshavi fríða hon rak á Kirkjuklett.

Teir reistu halgan vita og kveiktu kristna trúgv.
Eitt navn í hjartað ritað - á oyggjum festi búgv.
Um kirkjurnar tær fara í tíðarinnar flóð.
Teir bygdu eina aðra, har sum hin gamla stóð.

Til kirkjuna í Vági so mangur vendi sær.
Við henni fylgdi náði - tá fólk í vanda var.
Ein olmussa varð lovað, tá deyðin stóð við stavn.
Um Harrin vildi lata teir vinna heim og havn.

Tá gamla bygdarkirkjan hon gjørdist alt ov trong.
Ein nýggj varð reist av vøllum í harðasta betong.
Í nítjan-níggjogtretivu var vígslufrøin stór.
Og Ella rann um bygdina at savna saman kór.

Frá Ellunum og Edith til Jóannes og "Seir".
Í Kirkjukóri Ljómi tey vildu bara meir.
Tey vóru manga útferð og knýttu vinabond.
Hvør nóti mátti skrivast í bøkurnar við hond.

Vágs kirkja er hin væna - ein víðagitnan klang.
Ein heiður er at tæna og syngja vakran sang.
Við kvinnum og við monnum - so trúgv og hugagóð.
Tað sigast má av sonnum, tey ruddu okkum slóð.

Sum undanfarna ættin, tað vera skal vár vón.
At byggja trygt á klettin og ríka traditión.
Má Harrin signa kirkju, sum fyllir fimmhálvfjerðs.
At kórið verður virkið til síðsta sálmavers.
A.T.