Skriva út
Karla: - KFS hevur stóran týdning fyri okkum lesandi
04.09.2014 Tíðindi
Leygardagin skipar kristiligi felagsskapurin KFS fyri einum intro-degi í Meinigheitshúsinum í Havn.
KFS, ið er ein felagsskapur fyri tey lesandi, ynskir soleiðis at byrja hetta skúlaárið við einum degi, har skúlaungdómur úr øllum landinum kann hittast til eina góða løtu saman.
Ein teirra sum heilt vist fer til henda dagin er Karla Hansen úr Fuglafirði, sum lesur til námsfrøðing á Setrinum í Havn.
- Hetta er ein dagur, sum eg gleði meg nógv til, sigur hon.
VERA EITT LJÓS
Hetta er ikki fyrstu ferð, at KFS skipar fyri slíkum intro-degi.
Karla fer við til hetta tiltakið av tveimum orsøkum: Í fyrsta lagi, tí at hetta er eitt super tiltak, sum hon tekur til.
Og so er tað tað kristiliga arbeiðið, sum KFS ger fyri tey lesandi eisini eitt, ið hon er sera fegin um.
- Tað at koma saman við øðrum trúgvandi, er ógvuliga gevandi.
- Og tað er sjálvandi eisini umráðandi, at vit standa saman um tað besta, sum vit eiga – trúnna á Jesus, sigur Karla Hansen.
Og hon leggur aftrat:
- Eg vóni eisini, at hetta fer at hjálpa mær at gerast sterkari í trúnni, og at verða eitt ljós í gerandisdegnum.
GLOYMA SKÚLATING
KFS byrjaði sítt virksemi í Føroyum fyri meiri enn 40 árum síðani við andaktum á skúlunum, legum og bíbliuundirvísing.
Karla byrjaði sjálv at ganga í KFS, tá hon gekk í student, men síðani hon byrjaði at lesa á Setrinum, hevur hon ikki verið til nakra KFS andakt.
Hetta kemst millum annað av, at tað er heldur trupult at finna tíðir, har tey kunnu møtast, tí at øll ikki eru í skúla sama dag. Hon vónar tó, at ein loysn kann finnast upp á tað.
Hon er tó ikki í iva um, at tað hevur týdning hjá teimum trúgvandi at standa saman.
- Ja, - vit hava tørv á at koma saman til eina andakt og at práta saman, og soleiðis gloyma skúlatingini eina løtu.
- Og sjálvandi er gott, um vit kunnu fáa fleiri og fleiri við okkum, sigur altso Karla Hansen úr Fuglafirði.
Onnur tíðindi