Kári Svensson í Glyvra kirkju
Við tilsamans 14 listaverkum, ið fevna breitt yvir tíð, myndprýðir listamaðurin, Kári Svenssson, restina av árinum forkirkjuna og kirkjurúmið í Glyvra kirkju.
Orð & myndir: Hilmar Jan Hansen.
Sum við so nógvum øðrum, hevur korona eisini ávirkað framsýningina, tí hon læt upp við fernisering sunnukvøldið 24. oktober, tá ið farsóttin aftur hevði hug at taka dik á seg, og allan henda mánaðin hava ongar gudstænastur verið í kirkjunum kring landið. Soleiðis heldur ikki í Glyvra kirkju, men nú røkist fyri, at kirkjulívið spakuliga aftur kemur í gongd.
Fernisering í Glyvra kirkju sunnukvøldið 24. oktober klokkan 20. Framsýningin, ið er opin í sambandi við gudstænastur og aðrar kirkjuligar handlingar, hongur uppi til á trettandu, hósdagin 6. januar.
– Eg havi ikki sýnt nógv fram í kirkjum, men havi tó verið við til at sýnt fram religiøsar málningar uttanlands. Millum annað var eg eitt av fimm listafólkum, ið høvdu eina framsýning í Roskilde, har uppgávan var, at vit skuldu sýna fram religiøsar myndir, greiðir Kári Svensson frá.
– Sjálvur hevði eg fimm myndir við, harav eg seldi tær fýra, men fegin vildi varðveita ta einu, ið eg goymdi at lata samkomuni Lívdini, sum fyri kortum læt upp í nýggjum bygningi Hoyvík. Tankin við tí var at skapa eitt sindur meira av listarligum lívi í slíkum húsum – ikki tí, tað er kanska ikki ein mangul í kirkjum, men gjarna í samkomuhúsum.
Eitt øðrvísi høli
Um framsýningina í Glyvra kirkju sigur Kári Svensson, at hon er eitt gott høvi at royna eitt øðrvísi høli, sum hann tó heldur vera avbera væl egnað til endamálið. Ikki minst, tí tú við myndum í forkirkjuni kanska taka ímóti fólki, sum kemur í kirkjuna.
– Eg havi valt at heingja tær ljósu og nýggju myndirnar hjá mær í forkirkjuni, so fólk her í vetrarhálvuni líkasum kunnu siga, at “á, sum tað er deiligt at koma inn og so ljóst eisini”, sigur hann og vísir á, at tað so er ein annar dámur yvir tí, hann hevur hangandi á bróstinum í sjálvum kirkjuskipinum.
– Har havi eg hongt onkrar av teimum myrkaru og tyngru málningunum. Tað eru málningar, sum eru 10-15 ára gamlir, meðan teir ljósu eru heilt nýggir. Upp á tann mátan vildi eg fegin vísa eina gongd ella tíðarrás yvir fleiri ár, sum gongur frá teimum eldru til teir, sum eru í dag.
Fekk greitt meira frá
Í sambandi við ferniseringina bjóðaði Meinhard Bjartalíð vælkomin og greiddi eitt sindur frá um framsýningina. Eisini sang Kári Sverrisson tríggjar sangir, ið – sum hann segði – allir høvdu nakað við litir at gera. Og Kári Svensson sjálvur greiddi frá um sína list og vísti við myndum, hvussu hon hevði flutt seg ígjøgnum árini.
– Akkurát tað dámdi mær væl, tí hetta er heilt nakað annað enn tað vanliga, og tað kann slett ikki samanberast við eitt gallarí, sum vit kenna tað. Hesin mátin, sum ferniseringin er skipað eftir, er góður, tí tað er ein hugnalig løta, har fólk sita og lurta. Tí bar eisini til hjá mær at fortelja nakað um listina, so frammanundan fekk eg gjørt mær nógvar góðar tankar um, hvat eg skuldi siga, og tað gav eisini meira fríheit til at fortelja um tað, eg fáist við, sigur Kári Svensson.