Skriva út
Kærleiki og tol er boðskapurin
06.11.2017 Tíðindi
PASTOR EMERITUS: Í 35 ár var David Johannesen sóknarprestur í Vága prestagjaldi. Hann sigur kristnu uppalingina og gudstrúnna heima hava kveikt hugin at lesa gudfrøði við tí stavnhaldi at gerast prestur. Sum pastor emeritus hevur David Johannesen otium sítt í heimbygdini Miðvági, har hann bæði yrkir og skrivar lestrar og bøkur við gudfrøðiligum innihaldi, eisini stuttsøgur og hugleiðingar. »Heimið er grundvøllurin undir prestatænastuni og kærleiki og tol er boðskapurin,« sigur David Johannesen
Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com
Í 1962 fara Kirkjutíðindi undir eina greinarøð, ið nevnist »Hvar fóru teir?« Her siga prestar, sum hava verið í tænastu í Føroyum, men sum eru fluttir av landinum, frá tí, teir nú takast við – antin sum virkandi ella fráfarnir prestar; »pastor emeritus«.
Nakrir føroyingar, sum høvdu verið prestar í Føroyum, fóru eftir einum áramáli aftur til Danmarkar, har teir høvdu lisið gudfrøði. Ein teirra var elduvíkingurin Salomon J. Joensen (1916-1991), sum í Torup í mars 1962 leggur fyri við at siga frá sínum prestagerningi í Danmark. Eftir at hava verið prestur í Øse-Næsbjerg í Jútlandi undir seinna heimsbardaga, tók hann við kalli í Nes prestagjaldi í Eysturoy í 1946. Í 1958 flutti hann til Danmarkar, men kom í 1973 aftur til Føroya og tók við kalli í Norðuroya eystara prestagjaldi. Hann legði frá sær í 1981 og flutti til heimbygdina Elduvík at búgva. Seinni til Danmarkar.
Vit hava á heimasíðu fólkakirkjunnar tikið henda táttin upp og hitta fráfarnar føroyskar prestar – annaðhvørt teir búgva her á landi ella uttanlands. Vit løgdu fyri við Niels Paula Danielsen, sum hevur verið prestur á Viðareiði, á Gjaranesi og í Klaksvík. Eisini hava vit hitt Martin Restorff Jacobsen, ið nú er farin frá við eftirløn. Hann hevur verið prestur í Suðuroyar syðra prestagjaldi (Vági), Norðurstreymoy (Hvalvík) og á Nesi (Eysturoy).
Í dag hava vit hitt David Johannesen, fyrrverandi sóknarprest í Vágum.
David Johannesen er føddur í Miðvági 19. mai 1949 og er sonur Steintór Johannesen, skipara úr Miðvági, og konu Marin Kristinu, fødd Davidsen, úr Kvívík.
Í faðirætt er hann av Birtifamiljuni. Abbin var Birtijóhannus og omman Jóhanna Nattestad. Í móðurætt er hann í familju við tey frammi í Húsi í Kvívík. Abbin var David Davidsen og omman Marin Højgaard. Í móðurætt er hann í familju við tey á Miðgerði í Kollafirði.
David giftist 27. juni 1981 við Siggu Mariu Joensen, radiografi, úr Klaksvík. Tey eiga tríggjar døtur, Maritu, Karin Elisu og Honnu Kristinu.
Tá ið David hevði tikið realprógv í 1967 á Giljanesi, fór hann niður til Danmarkar, har hann í 1969 tók klassiskt málsligt studentsprógv á Rønde Kursus.
Í 1976 tók hann gudfrøðiligt embætisprógv á lærda háskúlanum í Århus. David var sóknarprestur í Vága prestagjaldi frá 1. august 1977 til 1. august 2012.
Ritverk
David Johannesen er skald og rithøvundur og hevur higartil latið hesi ritverk úr hondum:
21 yrkingar í 1980.
30 yrkingar í 1982.
50 yrkingar í 1990.
70 yrkingar í 1998. 2. broytt útgáva í 2008.
110 yrkingar í 2000. 2. broytt útgáva í 2009.
Skrivað tvær greinir í bókini »Martin Luther – ein avbjóðing tá og nú«. 1991.
Lív hóast deyða. Stuttir lestrar til hvønn dag í árinum. 2003. 2. broytt útgáva í 2011.
Martin Luther. Søga og gudfrøði. 2006.
Martin Luther: Frælsi teirra kristnu.Greinir og ritgerðir. Týðing. 2007.
Dirvi til at liva. Skaldsøga. 2010.
Martin Luther: Kirkjan í bábilskum fangilsi. Týðing. 2014.
Andin og orðið. Ein lestrabók. Fyrra tekstarøð. 2015.
Andin og lívið. Ein lestrabók. Onnur tekstarøð. 2015.
Krossgil. Føstulestrar. 2015.
Svend Lerfeldt: Lutherbókin. Luthers lív og tankar, lýstir við sitatum úr verkum hansara. Týðing. 2015.
Tilverutankar. Stuttsøgur og hugleiðingar. 2016.
Framtíðarvónir. Skaldsøga. 2017.
Barnaárini
Um barna- og ungdómsárini sigur David Johannesen:
‒ Tað var hugaligt og gott at vaksa upp í Miðvági í fimmti- og sekstiárunum. Vit spældu á sandinum, gingu í haganum, og nógv av tíðini vóru vit á bryggjuni og fiskaðu seið og skrubbur. Har lógu trolarar og sluppir og landaðu fiskin, veiddur í Íslandi, Grønlandi og eystanfyri.
Tað var sum at koma inn í ein fremmandan heim og at læra at kenna lívsins dulda mátt at spæla við aðrar óvitar, sum høvdu stórar ætlanir, tá ið teir gjørdust vaksnir. Teir settu sær mál, og tað var sum oftast at fara til skips – tað droymdu flestu óvitar um tá. Men tá ið ein er óviti gongur tíðin spakuliga – alt ov spakuliga, hildu vit.
Tá ið trolararnir og sluppirnar høvdu landað fiskin, var beinanvegin farið undir at rigga til næsta túr. Hetta var lívið og hetta var gerandisdagurin hjá flestu føroyingum á bygd. Kvinnur og menn arbeiddu í fiski; øll høvdu nóg mikið at gera. Fá gingu fyri einki. Arbeiði var til allar hendur; ja, sjálvt børnini vóru við í arbeiði saman við teimum vaksnu.
Uttan fyri skúlagongd og at taka hond í saman við teimum vaksnu, var sjálvandi tíð til spæl. Vit gingu í haganum, og fleiri óvitar høvdu krákuungar og likkuungar, sum teir aldu upp til tamar pisur. Lívið hjá óvitunum tá í tíðini var spennandi. Eingin keddi seg. Náttúran var okkara spælipláss.
Andliga barlastin
At David Johannesen valdi at lesa gudfrøði við tí endamáli einaferð at gerast prestur hevur sín grundvøll í barndómsheiminum:
‒ Í barndómsheimi mínum var gudstrúgvin ein nátúrligur partur av tilveruni. Lívið varð lagt í Guds hendur. Vit gingu í kirkju at kalla hvønn sunnudag. Og hetta fekk týdning fyri meg eisini. Eg havði alsk til kirkjuna og tann boðskap, har varð borin. Eg var frá barnsbeini drigin inn í tann felagsskap, sum kirkjan hevur og gevur. Hetta fekk týdning fyri meg, tá ið eg valdi yrkisleið.
Abbi mín í Kvívík, sum eg eiti eftir, var klokkari í Kvívíkar kirkju, og hevði hann og húski hansara regluligt samband við prestarnar á Kirkjuteigi. Gudstrúgvin var fastgrógvin í sinni teirra. Og tað er einki at ivast í, at sinni, eginleikar og evni eru niðurarvað hjá eftirkomarunum.
Sum ungur gekk eg annars í kirkju í Miðvági. Eg sat undir prædikustólinum hjá Jóhannesi Follend. Hann var ein spaklyntur og dámligur maður og legði dent á kirkjunnar gudfrøði og læru. Hesin prestur hevði nakað vinnandi við sær. Hann var lagaligur og legði tað besta í alt. Mær dámdi hann væl. Hóast eg var smádrongur, so dugdi eg at síggja og fáa eyga á tann positiva boðskap, sum hann bar fram.
Eg varð konfirmeraður á vári 1963, og hetta var seinasta konfirmatión, sum Follend hevði í Vágum. Hann tók tá við sum kalskappellánur í Suðuroyar norðara prestagjaldi við bústaði í Hvalba. Eftir hann tók Høgni Poulsen við sum prestur í Vágum.
Prestur í Vágum
David Johannesen sigur, at hann á teologiska fakultetinum í Århus vann nógvar hollar vinir og at teir hjálptu og dugnaðu hvørjum øðrum undir lestrinum:
‒ Vit talaðu sjálvandi um gudfrøðiligar spurningar, men eisini um tey vandamál, sum lúrdu í trúarlívinum. Og eg kom eisini at kenna føroyingar har í býnum. Eg hevði sostatt bæði danskar og føroyskar vinir, sum eg helt nógv av. Í samrøðunum vórðu eisini samfelagsmál endavend, og kjakast var um bæði eitt og annað, sum kundi fáa týdning, tá eg kom heim aftur á klettarnar.
Eg las rímiliga stutta tíð í Århus. Samstundis fór eg eisini undir aðrar lestragreinir, sum høvdu týdning fyri gudfrøðina og starvið sum prestur seinni. M.a. las eg sálarfrøði og søgu, heimspeki og mál. Alt varð endavent, granskað og kannað, og hvør spurningur varð loystur og alt gekk upp í eina hægri eind.
Tá ið eg so varð liðugur í Århus, vildi so til, at Vága prestagjald var leyst at søkja. Eg søkti embætið og fekk tað. Eg varð prestvígdur í Havnar kirkju 7. august 1977 saman við Elsu Funding, sum skuldi taka við embæti í Suðuroyar norðara prestagjaldi. Ejvind Vilhelm, varabiskupur, vígdi okkum.
Tað var ikki sum at siga tað at koma til egna heimbygd at vera prestur. Men eg tók prestastarvið í álvara og var í embætinum í samfull 35 ár. Barndómsheim mítt er grundvøllur undir tænastuni og kærleiki og tol hevur verið boðskapurin.
Miðvágur er gomul prestbygd. Gamla prestasetrið var Jansagerði, men nú er prestagarðurin miðskeiðis í bygdini. Til eru sagnir og frásøgur um prestar í Jansagerði, til dømis Beintu og Per Arrheboe. Prestarnir hava verið ymiskir, hava verið børn av síni tíð. Tíðarrákið hevur merkt teir, bæði mentanarliga og gudfrøðiliga. Tað ein lærir á lærdu háskúlunum, hevur ein við sær, og ein ger seg í mongum førum til talsmann fyri øllum tí, ein lærir og fær undirvísing í.
Eg kendi meg væl í heimbygd míni og var væl móttikin. Bæði her og í hinum bygdunum í Vágum hevði eg gott samstarv við kirkjutænararnar og kirkjuráðini.
Leiðarvarðin
At enda sigur David Johannesen:
‒ Eg skyldi mongum tøkk fyri alt mítt lív. Lívsroyndirnar hava evnað meg og gjørt lív mítt til tað, tað er. Gudstrúgvin hevur verið leiðarvarði í lívi mínum. Alt gekk upp í eina hægri eind.
Serstakliga vil eg takka og minnast foreldur míni fyri alt gott, sum tey løgdu niður í meg. Tey lærdu meg at ganga fedranna leiðir og at byggja á alt gott og gamalt. Teimum eri eg takksamur. ‒ ‒ ‒
Minni foreldranna, Marin Kristinu og Steintór Johannesen, hevur David Johannesen vígt bókina »Tilverutankar – stuttsøgur og hugleiðingar«.
Onnur tíðindi