Skriva út
Julinu Danielsen(1923-2013) til áminningar
04.03.2013 Tíðindi
Julina Danielsen legði eyguni saman á Eysturoyar røktar- og ellisheimi miðvikukvøldið hin 27. februar.
Julina var tann, sum helt hús hjá Ejvindi Vilhelm, varabiskupi, fyrst á Tvøroyri í 10 ár og síðan í Havn, eftir at Ejvind Vilhelm var vorðin varabiskupur, og at enda í Kongsgili, tá ið Ejvind Vilhelm í 1990 var farin frá sum biskupur. Har var Julina búgvandi, eisini efir at Ejvind Vilhelm var deyður í 1994, til hon nøkur ár seinni flutti inn á Strendur í íbúð í kjallaranum hjá bróðursoninum Andreasi og Sigrun stutt oman fyri barnaheimið á Fløtunum. Tey seinastu árini búði Julina á røktarheiminum í Runavík, har ið hon nú andaðist á 90. ári.
Julina var dóttir Andreas Danielsen á Ytru Fløtunum á Strondum og Jóhonnu, dóttur kenda útróðrarmannin Jóan Carl á Skála, sum nógv er skrivað um. Pápin hjá Julinu, Andreas, var reiðari og handilsmaður á Sjóvarhøvda og niðri í Langanesi, men mátti sum so nógvir aðrir tá gevast. Tey vóru 8 systkin, 5 brøður og 3 systrar: Jákup Andreas, sum doyði blaðungur av sjúku, Jóan Carl, sum doyði nýgiftur á útróðri, Alexandur, Bartal og Hjalmar. Systrarnar vóru Mena, Kristina og Julina, sum var yngst av øllum systkjununum.
Julina fór niður til Danmarkar beint eftir seinna heimsbardaga(1945), upp aftur í 1946, tí at pápin andaðist, og fór hon so niður aftur í 1948 og lærdi har til økonomu. Har var hon m.a. nógv ár “oldfrúa” á misjónshotellinum Hebron í Keypmannahavn, hagar ið nógvir føroyingar komu.
Tá ið Julina eftir nógv ár í Danmørk flutti heim aftur á summri í 1962, var hon til 1964 á studentaskúlanum í Hoydølum og summarið 1964 á sjómansheiminum í Føroyingahavnini í Grønlandi og somuleiðis eina stutta tíð á sjómansheiminum í Havn. Føroysku prestarnir plagdu at skiftast um at vera í Føroyingahavnini, teirra millum Ejvind Vilhelm. Ì Føroyingahavnini lærdi Eivind Vilhelm nógvar av fiskimonnunum at kenna, ið seinni sum kirkjuráðslimir vóru við til at stilla hann upp og velja hann til varabiskup eftir Jákup Joensen. Tað søgdu fleiri av teimum eystan Múla mær.
Ejvind Vilhelm var ikki í Føroyingahavnini í 1964, tá ið Julina var har, men onkursvegna man hava frætt, hvør fongur ið tað var í Julinu. Tí Ejvind heitti stutt eftir á Julinu um at koma suður til Tvøroyrar og halda hús hjá sær. Hann var einsamallur. Á Tvøroyri var Julina í 10 ár hjá Ejvind Vilhelm, til ið hon flutti norður í biskupsgarðin við Ejvindi Vilhelm og var tann, sum í mong ár borðreiddi og tók sær av okkum prestum og øðrum gestum, sum ofta komu á gátt í biskupsgarði, og eru vit ikki fáir, sum mangan hava sitið væl inni hjá Julinu, bæði í stóru stovu og í køkini, og minnast vit hana við stórum takksemi. Hon dugdi framúr væl at gera tað hugnaligt og matgera. Og at hjálpa Ejvind Vilhelm at vera blíður, sum hann so fegin vildi, eisini eftir at vera farin frá sum biskupur í húsinum í Kongsgili.
Seinast, eg hitti Julinu, er ikki so langt síðan á Eysturoyar røktar- og ellisheimi, og var hon tá hin sama bliða og beinrakna. Á røktar- og ellisheiminum var eisini Jákup Kass, fyrrv. sóknarprestur, sum lýsti áronitisku signingina yvir Julina, nú ið hon lá lágt, beint áðrenn ið hon fór inn í deyðan. Friður veri við minninum um Julinu á Fløtunum, nú ið hon í várs Harra Jesu navni er farin inn í ævinleikan.
np
Onnur tíðindi