Skriva út
Jórun Johannesen nýtt skrivstovufólk hjá dómpróstinum
13.09.2013 Tíðindi
1.september tók Jórun Johannesen á Norðskála við sum skrivstovufólk á skrivstovuni hjá dómpróstinum. 24 umsóknir vóru til starvið.
Jórun hevur arbeitt sum skrivstovufólk og bókhaldari hjá Marine Harvest Faroes í Oyndarfirði. Jórun er eisini virkin í kirkjuliga arbeiðinum. Hon er m.a. forkvinna í kirkjuráðnum í Norðskála kirkju og forkvinna í felagnum fyri kirkjuráðslimir.
Jórun fer burturav at arbeiða á skrivstovuni hjá dómpróstinum í Essalág 18. Umframt alt vanligt skrivstovuarbeiði, verður Jórun eisini skrivari hjá próstadømisráðnum og grunninum Føroyskt Kirkjumál.
Vit ynskja Jóruni vælkomin og góða eydnu í starvinum.
un
Onnur tíðindi