Skriva út
Jórun er forkvinna
12.03.2013 Tíðindi
Seinasta vikuskiftið helt Felagið fyri Kirkjuráðslimir aðalfund í Nesvík. Eini 140 fólk komu saman at umrøða evnir, ið nema Fólkakirkjuna. Hetta er sera góð uppmøting. Kirkjuráðslimirnir - prestarnir íroknaðir - eru eini 390 í tali, so luttøkan er eini 35% av limunum.
Í nevnd felagsins eru 7 fólk, 6 valdir kirkjuráðslimir og ein prestur. Jórun Johannesen, Norðskáli, er forkvinna. Mær tykir, at nevndin ger eitt gott arbeiði. Forkvinnan stjórnar felagnum við kønari hond. Talan er um miðvísa kós og eitt stórt mál av kærleika til fedranna kirkju.
Tað eyðkennir formansfrágreiðingar hennara, at umtalan av kirkjuni er fjálg og heit, sjálvt um hon onkuntíð spískar pennin. Vit kenna okkum væl, tí orðini hava lív og trúgv. Tað er rúm fyri hinum einstaka, eisini teimum, ið onkursvegna missa rúmið úr eygsjón.
Kirkuráðsarbeiði
“Fyrstu ferð vit taka sæti í einum kirkjuráði, skulu vit sum kunnugt skriva undir, at vit “vátta við trú og heiður at vilja røkja tað starv, sum okkum er litið til, í trúskapi móti evangelisk-luthersku fólkakirkjuni í Føroyum, so hon kann bjóða kirkjuliðnum góð kor fyri lívi og vøkstri.”
Hóast vit bara hava skrivað undir hetta lyftið ta einu ferðina – og hjá summum av okkum var hetta kanska fyri nógvum árum síðani – er viðhvørt vert at steðga á og minnast hetta lyftið. At minnast til, at hetta lyftið ikki bara var galdandi tá, men hvønn dag, so leingi vit sita í kirkjuráðnum. Um hetta kann samanberast við eitt hjúnalag, so er ja-orðið ikki bara galdandi vígsludagin, men restina av ævini.”
Ein áminning
Góð orð, og mitt í rúgvuni fingu vit í leiðslu kirkjunnar eina stilla, tó viðkomandi, áminning: “Sum er, eigur eingin myndugleiki uppgávuna at tryggja, at serliga nývaldu kirkjuráðslimirnir hava ella fáa hóskandi kunnleika, so tey fáa røkt uppgávuna sum best.
Einasta krav til at sita í kirkjuráðnum er limaskapur í fólkakirkjuni...”
Framtíðin
Nú verður so kirkjuráðsval í november 2013. Biskupur og dómpróstur hoyrdu og hava enn einaferð lisið taluna hjá forkvinnuni.
Vit fara at royna at gera bót á borðið, so tey ný- og afturvaldu fáa eitt hóskandi skeið á vári 2014. Tað er umráðandi, at vit, hvør á sínum øki, eru væl fyri og hava hollan førleika og neyðuga vitan.
Tøkk
Vit takka fyri eitt gott og innihaldsríkt vikuskifti, góð orð og áminningina.
JF.
Onnur tíðindi