Jónsvein: - Eg fekk tónleikin inn við móðurmjólkini
- Eg mundi vera 15 ella 16 ár, tá eg fyrstu ferð varð biðin at spæla til eina gudstænastu í Leirvíkar kirkju, sigur Jónsvein Mikkelsen á Toftum, sum fyri fýra árum síðani mynstraði av sum urguleikari. Hann er júst farin um tey 91 árini.
Orð: Snorri Brend (folkakirkjan.fo)/Myndir: Torleif Johannesen.
URGULEIKARI: Tað er ikki øllum beskorið at hava røkt somu tænastu í kirkjuni í samfull 73 (!) ár.
Hetta var kortini júst tað, sum urguleikarin Jónsvein Mikkelsen á Toftum var heiðraður fyri, tá hátíðargudstænasta varð hildin í Fríðrikskirkjuni 27. mars.
Serstaka gudstænastan varð hildin, nú Jógvan Fríðriksson, bispur handaði honum kongaligt heiðurstekin fyri trúgva og drúgva tænastu sum urguleikari í Nes kirkjusókn, haðani flestu av myndunum eru.
Í samfull 73 ár hevur hann leikt á kirkjuurgur, og fleiri av hesum árunum í Fríðrikskirkjuni og gomlu kirkjuni á Nesi.
Fyri tveimum árum síðani fóru eyguni kortini at bila so mikið, at hann, sum 89 ára gamal, mynstraði av sum urguleikari.
- Mær hevur dámað væl at spælt, og tí havi eg verið so mikið leingi, sigur Jónsvein Mikkelsen.
Jónsvein er útbúgvin lærari, og sum lærari í Tofta skúla spældi hann mest á fiól. Hann hevur eisini í mong Harrans ár spælt horn í Nes sóknar hornorkestri, og sungið við Kirkjukórinum í fleiri ár.
INN VIÐ MÓÐURMJÓLKINI
Í samrøðu við Torleif Johannesen í Trúboðanum greiðir Jónsvein millum annað frá, at hann er uppvaksin í Leirvík, har tað altíð var nógvur tónleikur í heiminum.
- Minnist meg rætt, so var eg 15 ella 16 ár, tá eg fyrstu ferð varð biðin at spæla til eina gudstænastu í Leirvíkar kirkju, greiðir hann frá.
Hann spældi so av og á sum avloysari, tá hann var heima, og spældi eisini til møtir í missiónshúsinum í heimbygdini, tá eingin annar var at spæla.
Sum hjá so mongum øðrum tónleikarum, var tað mamman sum fekk hann at seta seg við urguna á fyrsta sinni. Tað var eisini hon, ið lærdi hann at spæla.
Mamman var góður lærari. Hon hevði lært at spæla uppá urgu í Klaksvík, og spældi á urguna í Gøtu kirkju, áðrenn hon flutti til Leirvíkar, og spældi eisini av og á í Leirvíkar kirkju.
Men Jónsvein var heppin í aðrar mátar, tí pápi hansara hevði somuleiðis lært at spæla á urgu, meðan hann gekk á læraraskúlanum í Havn, og hann spældi eisini í kirkjuni av og á.
- Tí fingu eg og beiggjarnir líkasum tónleikin inn við móðurmjólkini, sigur Jónsvein.
Seinni fór hann sjálvur á Læraraskúla í Havn, og ikki óvæntað lærdi hann eisini har at spæla á ljóðføri.
LÆRARI OG URGULEIKARI
Eftir at Jónsvein, sum 21 ára gamal, var útbúgvin lærari í 1952, fekk hann lærarastarv á Tvøroyri, men spældi ikki nógv uppá urguna tá.
Men sjey ár fekk hann lærarastarv á Toftum, har hann var lærari til hann fór frá fyri aldur. Og her kom eisini kunnleiki hansara til eina urgu honum til góðar.
Um hetta mundið var Kristin Højgaard fastur urguleikari við Nes kirkju, saman við avloysarunum Janu Heinesen, sum var svigarinna Jónsveins og Hjalgrím Poulsen, sum var lærari á Toftum.
Í 1966 flutti Hjalgrím yvir á Strendur at búgva, og var tað um hetta leitið at Jónsvein byrjaði sum avloysari hjá Kristini. Og soleiðis var hann avloysari í Nes kirkju frá 1966 til 1980, tá hann fekk fyrispurning frá kirkjuráðnum um at gerast fastur urguleikari, tí Kristin orkaði ikki meiri.
- Eg spældi so í Nes kirkju til Fríðrikskirkjan varð vígd og tikin í nýtslu í november 1994.
Har havi eg so spælt inntil fyri tveimum árum síðani, tá eg fekk trupulleikar við eygunum og takkaði fyri meg, greiðir hann frá.
Tey fyrstu árini var eingin fastur avloysari, so tað var bundisligt. Men tey síðstu mongu árini hava verið tríggir urguleikarar, sum hava spælt uppá skift. Hinir eru Max Højgaard, Mikael Johan Heinesen og seinni Jón Magnus Joensen.
Í KIRKJU
Sum nevnt omanfyri hevur Jónsvein altíð dámað væl at spælt urgu, og tí hevur hann hildið á so leingi.
- Eg starvaðist jú sum lærari, og tá til dømis jarðarferðir vóru mitt í viku, so fekk eg onkran annan lærara at taka tann tíman fyri meg, og tí bar tað til.
- Tá eg fór frá sum lærari, spældi eg ofta til jarðarferðir mitt í viku, tí hinir urguleikararnir vóru til arbeiðis, sigur Jónsvein. Og hann leggur aftrat:
- Eg eri í kirkju nærum hvønn sunnudag. Og tá vit hava skift sum urguleikarar, so er tað ikki nakað nýtt at sita í kirkjuni og ikki skula spæla.
Kona hansara, Jona hevur stuðlað honum væl í hesi tænastu, og tað hevur stóran týdning. Hon hevur ofta tikið telefonina, tá til dømis prestur ella deknur hevur ringt og sagt sálmanumrini og annað viðvíkjandi kirkjuni.
- So eg eri takksamur fyri tænastuna og fyri lívið, sigur Jónsvein Mikkelsen.