Skriva út

Jonhard prestur: - Eg fekk nógv gott við mær úr kirkjuni

31.05.2018 Tíðindi
Jonhard prestur: - Eg fekk nógv gott við mær úr kirkjuni

- Sum barn varð eg leiddur bæði í kirkju og í sunnudagsskúla. Abbi plagdi altíð at seta seg á sama bonk í kirkjuni. Eg minnist eisini væl, hvussu væl omma og abbi plagdu at syngja við undir sálmasanginum.

- Eg eri tí ikki eina løtu í iva um, at eg havi fingið nógv gott við mær bæði úr kirkjuni og úr sunnudagsskúlanum, sigur 42 ára gamli Jonhard Jógvansson úr Saltangará.

Hann er júst vorðin prestvígdur, og skal nú virka sum stiftsvikarur í Helsingør Stift. Hesa uppgávuna gleðir hann seg til – ikki minst út frá bakgrund hansara á andaliga økinum.

Jonhard gekk bæði í kirkju og í sunnudagsskúla, og hevur sum vaksin eisini verið virkin í kirkjuligum samanhangi, har hann í samráði við prest onkutíð hevur fingið høvið at prædika undir gudstænastuni. Umframt hetta hevur hann somuleiðis talað til møtir.

- Eg trúgvi, at eg havi fingið nógv burturúr øllum hesum royndunum, sigur Jonhard Jógvansson, sum – eins og eftirnavnið gevur ábendingar um – er bróðir Derhard Jógvansson, sum er prestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi.

EIN DREYMUR
Tað var tó ikki beinleiðis gudfrøði og ein komandi prestagerningur sum merktu arbeiðsdagin hjá Jonhardi tey fyrstu árini, har hann lærdi til timburmann í árunum 2007 til 2010.

- Eg má siga, at aftaná eg hevði staðið sveinaroyndina í 2010 varð tað tó ikki smíðað so øgiliga nógv. Hetta komst av, at konan skuldi spesialisera seg í Danmark.

- Men tá ið vit skuldu flyta niður í 2010, fekk eg møguleikan at fara undir gudfrøðilesturin. Og tað var ein dreymur, sum eg leingi hevði gingið við, greiðir Jonhard frá.

Ein viðkomandi spurningur í hesum sambandi er, hví tað júst gjørdist gudfrøði ið hevði so stóran áhuga hjá honum, at hann tók avgerð um at lesa hetta.

GUD ER TIL
Jonhard svarar soleiðis uppá henda spurningin:

- Gudfrøði snýr seg um læruna um Gud og hitt guddómliga. Hetta er eftir mínum tykki sera áhugavert. Tað eru tó summi, sum ikki halda, at gudfrøði er áhugaverd, og sum heldur ikki duga at síggja, hvat ið ein skal brúka hesa útbúgvingina til.

- Um Gud ikki var til, so dugi eg heldur ikki at síggja, hví ein skuldi lisið gudfrøði, vísir Jonhard á. Og hann leggur avgjørdur aftrat:

- Sjálvur eri eg tó sannførdur um, at Gud veruliga er til, og at hann hevur opinberað seg bæði alment gjøgnum tað, sum hann hevur skapað, men serstakliga gjøgnum Jesus og gjøgnum profetar og ápostlar.

Hann tekur her eitt bíbliuørindi fram – fyrsta ørindið í Hebrearabrævinum, har tað stendur soleiðis: “Eftir at Guð í forðum mangar ferðir og á mangan hátt hevði talað til fedrarnar gjøgnum profetarnar, hevur hann við endan á hesum døgum talað til okkara gjøgnum sonin”.

- Ja, Gud hevur talað, og tað ger hann enn í dag. Eg trúgvi, at hetta er í roynd og veru tað, sum ger gudfrøðina so áhugaverda fyri meg. Eg vil gjarna skilja betur, hvat Gud hevur talað.

- Og eg vil eisini gjarna læra betur, hvussu eg kann bera henda boðskapin víðari til míni medmenniskju. Eg síggi gudfrøðina sum ein miðil til at røkka júst hesum máli, leggur hann aftrat.

TÆR STÓRU LØTURNAR
Sum ætlað, so gjørt: Jonhard fór at lesa gudfrøði, tí hann vildi gerast prestur.

- Mítt fyrsta kall sum prestur er at boða gleðiboðskapin um Jesus. Harumframt fái eg eisini høvi til at vera saman við menniskjum í samband við tær stóru løturnar í lívinum: dóp, konfirmatión, vígslu og jarðarferð.

- Prestatænastan fevnir um alt lívsskeiðið líka frá vøggu til grøv. Hetta er eisini við til at gera prestatænastuna bæði áhugaverda og innihaldsríka, sigur Jonhard Jógvansson at enda.

FAKTA UM JONHARD:
Jonhard Jógvansson er 42 ár, ættaður úr Saltangará, og giftur við Tordis Kristiansdóttir úr Fuglafirði. Tey eiga tríggjar synir saman - Kristian (6 ár), Jógvan (4 ár) og Kjartan (1 ár).

Tey búgva í Keypmannahavn, har konan, sum er lækni, spesialiserar seg innan krabbameinssjúkur á Ríkissjúkrahúsinum.

Orð: Snorri Brend