Jólakrubban í Glyvra kirkju
Familjugudstænasta sunnudagin 8. desember 2019 kl. 11.00.
Glyvra kirkja ognaði sær fyri jól 2012 eina jólakrubbu úr Italiu. Her er talan um Jesusbarnið í krubbuni, Mariu og Jósef, hirðar og vísmenn, kúgv og esil. Teir størstu figurarnir eru 120cm.
Tað er Edward Fuglø, listamaður, ið hevur teknað, og hann hevur eisini staðið fyri pallsmíðinum. Endamálið við jólakrubbuni er at gera jólaevangeliið sjónligt, at gera tað ítøkiligt og nærverandi, bæði hjá børnum og vaksnum, og at varpa ljós á kjarnin í jólahátíðini.
Jólakrubban er elligomul. Hon gongur líka aftur til fornkirkjuna. Onkrir av kirkjufedrunum nevna hana. Kendast man tó vera søgan um Frans í Assisi, sum jólanátt 1223 hevði eina gudstænastu fyri íbúgvunum í býnum, Greccio, norðan fyri Róm. Í sambandi við gudstænastuna hevði hann fingið vin sín, Giovanni Vellita, at smíða eina krubbu við hoyggj og seta eina livandi kúgv og eitt livandi esil tætt við krubbuna. Frans hevði síðani messu framman fyri krubbuni úti í skógini.
Jólakrubbusiðurin spreiddi seg frá Italiu upp gjøgnum Evropa. Jólakrubbur vórðu ikki bara settar upp í kirkjum, katólskum og protestantiskum, men í mongum heimum stóð eisini ein jólakrubba. Og tað vóru tey, ið kappaðust um, hvør hevði vakrastu jólakrubbuna.
Fleiri av kendastu jólasálmum okkara eru yrktir við jólakrubbuni í huga. Her kann nevnast: “Eitt barn er føtt í Betlehem”, “Her koma, Jesus, tíni smá”, “Í krubbu barnið Jesus lá” og “Nú ringja klokkur jólafest”. Í hesum seinasta sálminum verður sagt við jólakrubbuni í huga ella standandi framman fyri jólakrubbuni:
O, fara vit við stillum sinn,
sum hirðarnir til barnið inn.
Jólakrubban verður sett upp aftur í Glyvra kirkju 2. sunnudag í advent. Í hesum sambandi verður ein familjugudstænasta við Meinhardi Bjartalíð, sóknarpresti. Sunnudagsskúlabørnini í Glyvra kirkju fara at syngja nakrar jólabarnasangir framman fyri vøkru jólakrubbuni. Eftir gudstænastuna verður hugnaløta.
Orð: MB