Skriva út

Jólakrubba í Glyvra kirkju

20.12.2012 Tíðindi
Jólakrubba í Glyvra kirkju

Glyvra kirkja hevur ognað sær eina jólakrubbu úr Italiu. Her er talan um Jesusbarnið í krubbuni, Mariu og Jósef, hirðar og vísmenn, kúgv og esil. Teir størstu figurarnir eru 120 cm høgir. Jólakrubban stendur í nýggjara partinum av kirkjuni.

Tað er Edward Fuglø, listamaður, ið hevur teknað, og hann hevur eisini staðið fyri pallsmíðinum. Blómuhandilin, Orkis, hevur prýtt. Endamálið við jólakrubbuni er at sjónliggera, at gera jólaevangeliið ítøkiligt og nærverandi, bæði hjá børnum og vaksnum, og at varpa ljós á kjarnin í jólahátíðini.

Jólakrubban er elligomul. Hon gongur líka aftur til fornkirkjuna. Kendast man tó vera søgan um Frans í Assisi, sum jólanátt 1223 hevði gudstænastu fyri íbúgvunum í býnum, Greccio, norðan fyri Róm. Í sambandi við gudstænastuna hevði hann fingið vin sín, Giovanni Vellita, at smíða eina krubbu við hoyggj og sett eina livandi kúgv og eitt livandi esil tætt við krubbuna. Frans hevði síðani messu framman fyri krubbuni.

Jólakrubbusiðurin spreiddi seg frá Italiu upp gjøgnum Evropa. Jólakrubbur vórðu ikki bara settar upp í kirkjum, katólskum og protestantiskum, men í mongum heimum stóð eisini ein jólakrubba. Og tað vóru tey, ið kappaðust um, hvør hevði vakrastu jólakrubbuna.

Fleiri av kendastu jólasálmum okkara eru yrktir við jólakrubbuni í huga. Her kann nevnast: “Eitt barn er føtt í Betlehem”, “Her koma, Jesus, tíni smá”, “Í krubbu barnið Jesus lá” og “Nú ringja klokkur jólafest”. Í hesum seinasta sálminum verður sagt við jólakrubbuni í huga ella standandi framman fyri jólakrubbuni: “O, fara vit við stillum sinn, sum hirðarnir til barnið inn”.

Jólakrubban í Glyvra kirkju varð tikin í brúk annan sunnudag í advent í sambandi við eina barnagudstænastu. Og vøkur var hon á at líta, tá fólk í øllum aldri sungu jólini inn í kirkjuni saman við Kóri og Barnakóri Glyvra kirkju triðja sunnudag í advent. Jólakrubban verður standandi frammi til á trettandu - 6 januar.

Orð: Meinhard Bjartalíð
Myndir: Johnny Lamhauge

Sí fleiri myndir