Skriva út
Jólagudstænastan hjá Deyvafelagnum
16.12.2015 Tíðindi
Leygardagin 5. desember var jólagudstænastan hjá Deyvafelagnum í Havnar kirkju. Jónsvein Bech hevur í 22 ár røkt tænastuna sum deyvaprestur. Jónsvein gevst í hesi tænastuni á nýggjárinum.
Frá fólkakirkjuni skal ljóða ein hjartaliga tøkk til Jónsvein Bech fyri trúgvu tænastuna sum deyvaprestur.
Vit loyva okkum at vísa til grein, sum Jónsvein Bæk hevur skrivað í blaðnum Effata.
Myndirnar eru frá jólagudstænastuni í Havnar kirkju.
Tøkk!
Sum sagt varð frá í seinasta nummarinum av Effata, fari eg at gevast sum deyvaprestur nú á nýggjárinum.
Orsøkin er heilt einfalt tann, at ein eldist og tí fellur alt ikki líka lætt, sum tað gjørdi, tá ein var yngri.
Tí havi eg gjørt upp við meg sjálvan, at tá eg fór um tey 60, fór eg at siga frá mær allar eykauppgávur, sum eru út yvir tað at vera sóknarprestur.
Í nøkrum førum er hetta longu gjørt. Og tá deyvaprestatænast-an hevur verið ein eyka tænasta, havi eg valt eisini at steðga her.
So má eg eisini skunda mær at siga, at tað hevur verið ein stór gleði at hava havt møguleikan at hava hesa tænastu.
Altíð hevur ein kent seg væl at vera saman við tykkum deyvu. Tað takksemi og gleði tit altíð hava møtt mær og mínum við, vilja altíð koma at fylgja okkum.
Fyri tað mesta hevur tað verið til gudstænastur ymsa staðni í landinum, umframt onkrar aðrar tænastur.
Tí má eg eisini takka starvsfeløgum, kirkjuráðum og kirkjutænarum, fyri altíð sýnda vælvild og gestablídni, har vit hava verið í kirkju, ella lænt kirkju til ávís høvi.
Í fleiri ár vóru vit boðin til Nesvíkar Kristi himmalferðardag av Heimamissiónini í Norðstreymi.
Eisini vikuskiftini, sum vit høvdu, kanska serliga tey fyrstu árini, vóru gevandi og áhugaverd. Tey gjørdu eisini sítt til, at vit komu nokk so víða um, eisini til støð, vit vanliga ikki vitja.
Og ikki minst takk fyri blíðskapin nógv av tykkum sýndu, tá tit bjóðaðu okkum heim eftir gudstænasturnar í bygdini.
Eisini eri eg takksamur fyri samstarv og samverur við starvsfelagar aðrastaðni, bæði í norðurlendskum og altjóða samanhangi. Serliga hevur tað verið teimum donsku deyvaprestunum, sum eg hevði góðar møguleikar og stóra gleði av at vera saman við, serliga ta tíðina, vit framvegis vóru partur av donsku fólkakirkjuni.
Hvussu kemur at vera við deyvaprestatænastuni framyvir, veit eg ikki. Men eg vóni at kirkjuligu myndugleikarnir framvegis koma at sýna hesi tænastu vælvild, so hon kann halda fram undir einum ella øðrum formi.
Enn einaferð hjartaliga takk fyri hesi 22 árini, vit hava havt saman.
Eg ynski fyri okkum øll, at várs harra Jesu Kristi náði, kærleiki Guds og samfelag heilaga andans má vera við okkum øllum.
Jónsvein
Onnur tíðindi