Skriva út
Jóla-duoꞌin REG & ANDREAS konsertferð í Føroyum
02.11.2017 Tíðindi
Síðst í november koma Reg Downey, sangari, og Andreas Flensted-Jensen, pianistur og sangari, til Føroya at hava jólakonsert, m.a. í Sandavágs kirkju. Teir vera her dagarnar frá 28. november til og við 30. november
Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com
Reg & Andreas vóru eisini á konsertferð í Føroyum í fjør og vitjaðu í Vági, Havn, Fuglafirði, Runavík og Klaksvík.
Jólakonsertirnar hjá Reg & Andreas eru sera væl umtóktar í Danmark. Altíð væl vitjaðar. Væl dáma áhoyrarum teir framføra »Chestnuts roasting on an open fire«. Og ikki minni hoyra teir framføra hásangir sum »Mary Did You Know« og »O Holy Night«.
Vælumtókta duoꞌin hevur eisini nýggjari sangir á skránni, t.d. »Almost There« eftir Michael W. Smith og teirra egna spildurnýggja jólahitt »A Son Is Given«.
Konsertrøðin er fingin í lag í sambandi við teirra fyrstu felags jólafløgu, sum er innspæld í Riga, Nashville og Keypmannahavn. Reg & Andreas eru tó í hesum føri ikki einsamallir. Hetta er ein upptøka saman við strúkarum, floytu, kóri og gestasolistum.
Kanadiski sangarin Reg Downey og danski klaverleikarin og sangarin Andreas Flensted-Jensen hava sungið og spælt saman í trý ár og eru sera væl umtóktir, ikki bara í Danmark, men eisini uttanlands.
Onnur tíðindi