Skriva út

John: - Ofta vóru vit bert fimm í kirkju

04.09.2017 Tíðindi
John: - Ofta vóru vit bert fimm í kirkju

DEKNAGUDSTÆNASTA: Ein av stóru og týðandi uppgávunum í kirkjunum kring oyggjarnar, er tænastan hjá staðbundna dekninum.
Sunnudag eftir sunnudag, ár eftir ár, er hesin tann, sum stendur fyri øllum í sambandi við ein gudstænastu, tá prestur ikki er til staðar. Ein uppgáva er at lesa upp eina skrivaða prædiku til dagsins tekst.
At hava eina sonevnda deknagudstænastu er ikki ókent á smærru plássunum. Hesar eru tær sum veruliga halda lív í kirkjuni á bygd.
Tað eru tó kortini ávísar deknagudstænastur, sum eru heldur øðrvísi enn tær siðbundnu: Viðhvørt fekk kirkjan nevniliga vitjan av John Myllhamar, sum síðani helt eina talu yvir tekstin, ið hoyrir til henda sunnudagin.
66 ára gamli John er upprunaliga úr Skálavík, men býr í Sandavági. Hann hevur við gleði vitjað kring oyggjarnar í slíkum ørindum í mong ár – í roynd og veru hevur hann staðið í hesi tænastuni tey seinastu tríati árini!
- Hesar vitjanir eru allar avtalaðar við sóknarprestin. Skipanin er hon, at deknurin lesur inn- og útgangsbøn, epistul og kollekt, meðan eg standi á kórsgáttini og tali millum 2. og 3. sálm, annaðhvørt talan var um eina gudstænastu sunnudag ella ein føstugudstænastu mitt í viku, greiðir John Myllhamar frá.
- Jú, eg haldi, at fólk hava verið glað fyri hesar gudstænasturnar.

GÓÐ SAMVERA Á BYGD
Á vitjanum sínum kring oyggjarnar hevur John Myllhamar vitjað bæði tær smærru og tær størru kirkjurnar, annaðhvørt hann var í tænastu sum trúboðari hjá Heimamissiónini ella sum prædikumaður.
Millum ár og dag eru hesar vitjanirnar – og hesar talurnar - haraftrat vorðnar til fleiri lestrar til prædikutekstirnar í kirkjuárinum. Hesir eru síðani savnaðir og givnir út í lestrarbøkur, sum verða brúktar sunnudag eftir sunnudag í føroysku kirkjuni.
Men tað eru fyrst og fremst kirkjuliðini kring oyggjarnar, sum hava staðið hansara hjarta nær og hava verið hansara stóra áhugamál at fáa vitjað – á so ymiskum støðum sum í Gásadali (sí mynd), Æðuvík, Hattarvík, Hovi og Dómkirkjuni.
Hóast tað ikki altíð vóru so mong fólk í kirkju, so er boðskapurin um Jesus kortini boðaður á hvørjum staði. Tað stendur tó í øllum førum eitt einstakt eftir hvørja ferð:
- Vit vóru mangan fá í kirkju í teimum smærru bygdunum. Men tað tók als einki frá tí, at ein slík gudstænasta var til stóra gleði fyri meg. Í roynd og veru hevur talið ikki so nógv at siga, sigur John Myllhamar.
Sambært honum er lítil ivi um, at tey eru meira takksom, tí nógvar av teimum smærru bygdunum hava so sjáldan vitjan av trúboðarum, afturímóti teimum størru.
- Og ja, - kanska tær fáa seg ikki at biðja nakran koma at tala, tí tey halda at ov fá møta upp.
Sjálvur sigur John seg als ikki hyggja eftir, hvussu mong ið møta upp. Onkutíð vóru tey seks í tali. Onkutíð einans fimm.
- Men slíkar samverur vóru ofta til størri gleði fyri meg, enn har tey vóru fleiri. Øll vóru tey sera takksom fyri at fáa vitjan uttanífrá, sigur John.
Og hann leggur brosandi aftrat:
- Ja, eg minnist eina gudstænastu, har bara urguleikarin møtti upp. Tá avgjørdu vit báðir ikki at hava møti, men settu okkum bara at tosa um ymisk andalig viðurskifti.
- Eg haldi, at vit báðir fingu eina góða samtalu saman!