Jóhann Pól: - Vit sita sjálvandi í okkara sessi
- Tað er altíð gott at koma saman soleiðis til gudstænastu her í fjálgu kirkjuni á Kirkju, sigur Jóhann Pól Christiansen.
Orð/mynd: Snorri Brend (folkakirkjan.fo)
KIRKJAN Á KIRKJU: - Her situr man snøgt sagt best!
Orðini eigur 63 ára gamli Jóhann Pól Christiansen, sum var ein av teimum, sum hevði leitað sær í kirkjuna á Kirkju skírisdag.
Hetta var als ikki ein fremmand leið fyri hann, og tað var heldur ikki ein fremmandur bonkur, sum hann sat í:
Hetta var teirra sessur tá í tíðini. Og hetta er framvegis teirra sessur, tá tey vitja í heimbygd hansara.
- Men her vóru onnur samkomuhús í bygdini, tá eg vaks upp. Kirkjan var har sjálvandi, og tað var her, at vit gingu og áttu okkara fasta pláss.
- Her var somuleiðis Salurin hjá Brøðrasamkomuni, og higar komu fólk, millum annað trúboðarin Sloan, av og á út at halda møtir. Nakrar ferðir um árið komu eisini fólk frá KFUM&K í Klaksvík í somu ørindum. Hesi møti vóru hildin í skúlanum, sigur Jóhann Pól, sum minnist aftur á slíkar løtur við monnum sum Henry Andreasen, Martin Hammer og eisini Gutta Johannesen úr Hvannasundi.
- Tað er altíð gott at leita aftur til tað góða og kenda!, slær hann fast.
TÆR KENDU GØTURNAR
Henda skírisdag í ár var Jóhann Pól enn einaferð farin út til heimbygdina Kirkju.
Hann er føddur her, og hann traðkaði eisini sínar barnaskógvar í hugnaligu bygdini her á vestursíðuni á Fugloynni.
Men ein gloymir ikki soleiðis røtur sínar. Hóast tað eru liðin mong ár, síðani hann flutti av oynni, er altíð gott at vitja her aftur.
Her er tað kenda umhvørvið, tær kendu gøturnar og somuleiðis kirkjugøtan – og tað eyðsýnda, vakra, svarta og kenda gudshúsið, sum eisini sæst á flestum myndum, sum tiknar verða av Kirkju.
Tað er haraftrat gott at vitja aftur í staðbundnu kirkjuna, her hann eisini eigur mong sporini, nógvar túrar upp í kirkjutornið, og hevur sitið undir nógvum gudstænastum við skiftandi prestum, ella tá deknur las lestur.
- Jú, her gekk man nógv, - ikki minst tí at pápi mín, Christian var deknur í kirkjuni, sigur Jóhann Pól, ið mangan, sum unglingi hjálpti til, tá kimast skuldi í samband við kirkjuligu hátíðirnar, ella tá ringjast skuldi inn til gudstænastu.
FASTAN SESS
Eitt er so tað, at ein fær til vana at ganga í kirkju og vera við til eina gudstænastu ein sunnudag ella heiligdag.
Annað er so tað at sita á sínum egna beinki, her fedrarnir áttu sín fasta sess, tá teir í trúfesti leitaðu sær inn undir Guds orð sunnu- og halgidagar.
- Ja, vit vóru í kirkju í dag, og sótu sjálvandi í okkara sessi – her sum mamma mín plagdi at sita.
Áhugavert er kanska at nevna í hesum sambandi, at í teirri kirkjuni, ið stóð undan hesari, og sum varð flutt til Hattarvíkar í 1832 er upplýst, at her vóru stólar, men einki bak. Á endunum var útskorið stólarhøvd, og undir stólunum var steinsett gólv, men eftir miðjuni kortini trægólv.
Tað var tí ein stórur dagur, tá verandi kirkja stóð liðug og var vígd 28. mai í 1933. Tað var Louis Zachariassen, ið er ættaður av og uppvaksin á Kirkju, sum teknaði hesa eftir fyrimynd frá gomlu trækirkjunum. Tekningarnar vóru eina gáva til kirkjuna.
GOTT AT KOMA SAMAN
Í páskafrítíðini í ár vóru Jóhann Pól og familjan farin enn eina ferð út til Fugloyar at vera nakrar dagar.
Tey vóru tí sjálvandi millum tey, ið leitaðu sær í kirkjuna á Kirkju skírisdag, nú sóknarpresturin, Jóannes Purkhús, hevði gudstænastu her.
Sum nevnt í øðrum greinum, var tað hesaferð Jóannes Christiansen, bróðir hansara sum var deknur; abbadóttir Jóannes, Bjørt, sum var klokkari, meðan urguleikarin var komin higar úr aðrari oyggj.
Men Jóhann Pól og tey, sum vóru við honum, settust í teirra egna sess, nakað aftarlaga í ovaru síðu í kirkjuni.
- Hvat tað merkir fyri meg at koma í kirkju her? Jú, tað hevur nógv at siga, tí tað er altíð gott at koma saman soleiðis inni í hesi hugnaligu og fjálgu kirkjuni.
- Tað er eisini gott at kunna syngja hesar góðu sálmarnar, og at hoyra Guds orð, sigur hann.
- - -
(Hetta er fjórða og seinasta greinin um kirkjulívið á Kirkju. Fyrstu greinarnar vóru um Jóannes Christiansen, sum bæði er klokkari og deknur, og stóðu her á heimasíðuni 5. og 11. mai. Triðja greinin var 19. mai um abbadóttur Jóannes, Bjørt Andrasdóttir, sum er klokkari).