Skriva út

Jógvan skrivaði 365 bønir uppá eitt ár

03.01.2023 Tíðindi
Jogvan S
- Onkuntíð kundu nøkur ørindir koma sama dag. Onkuntíð kom bara eitt, sigur sørvingurin, Jógvan Steintún, sum setti sær fyri at skriva eina bøn um dagin og at leggja hana út á Facebook. Nú kunnu tær lesast á Facebook-síðuni hjá Fólkakirkjuni.

Yrkjari: Tað var eitt stórt verk, ið 62 ára gamli lærarin við Sørvágs skúla fór undir dagin eftir ólavsøku í 2021.
30. juli legði Jógvan Steintún fyrstu bøn sína út á Facebook-vanga sín. Her takkaði hann Gudi fyri farna árið og fyri náðina stóru.
Hetta skuldi tó ikki bert gerast tann eina bønin, men ein ætlan, ið skuldi vara teir komandi 365 dagarnar. 

Hóast Jógvan hevði yrkt áður, var tað ikki altíð so einfalt at fáa alt at sita soleiðis, sum hann vildi. Tí, sum hann sjálvur sigur:

- Eg haldi meg vera nokkso perfeksjonistiskan, tá talan er um yrkingar mínar, tí bæði stevið og ikki minst rímið skulu sita.
- Ja, eg vil siga tað so, at ein hálvríma er ikki vælsædd, og mær dámar best, tá innihaldið er rímiliga kompakt.

Hann helt tó íðin á, og kundi 28. juli í fjør staðfesta, at hann hevði rokkið máli sínum, nú allar hesar mongu og ymisku bønirnar høvdu sæð dagsins ljós.

At tað nú ber til at lesa tær á Facebook-síðuni hjá Fólkakirkjuni er eftir hugskoti frá prestinum Bergur D. Joensen, sum heitti á Jógvan at gera tað. 

- Ja, hetta var hansara hugskot. Bergur og eg hava havt eitt gott samstarv, og hann hevur verið mær til góða hjálp, staðfestir Jógvan.

Altíð okkurt niðurfyri 
Ein av spurningunum, sum Jógvan skuldi taka støðu til, tá hann byrjaði verkætlan sína var, hvat heiti hon skuldi hava.
Ein slík ætlan kundi sjálvandi eita bæði eitt og annað, men hann tók avgerð um at velja tað stutta og greiða navnið ”Bøn dagsins”. 

- Ja, einfalt er hetta ein bøn ella eitt bønarørindi fyri hvønn dag í eitt heilt ár, greiðir Jógvan frá. 

Hetta var ikki hissini ætlan, ið hann fór undir. Men hann gjørdi sær eitt púra greitt beinanvegin, at neyðugt var at vera eitt sindur frammanfyri í arbeiðinum, soleiðis at hann altíð hevði nøkur bønarørindi niðurfyri. Á henda hátt slapp hann undan at verða í uppisetri onkran dagin, tá ið hann annars átti at leggja út. 

Sum vera man, vóru ikki allir dagar líka: Onkuntíð kundu fleiri ørindi koma sama dag, onkutíð bara eitt. Men so vóru tað somuleiðis dagar, har íblásturin als ikki var í hæddini, og tá kom ikki eitt einasta ørindi á prent. 

- Nei, sært tú. Onkuntíð var man upptikin av øðrum tingum, og tá var gott at hava nøkur ørindi niðurfyri, sigur Jógvan. 

Og hann leggur brosandi aftrat:
- Onkuntíð var eg burturstaddur, men tá kopieraði eg mær bara so mikið av bønarørindunum, at eg hevði nokk til hvønn dagin. Tað bar saktans til. 

Orðaskifti og likes
Nú hava tær fyrstu skjótt 40 bønirnar verið at sæð á Facebook-síðuni hjá Fólkakirkjuni, og fólk hava tí havt møguleika at gera sínar metingar um tær.

Tá hann legði ta fyrstu bønina út á Facebook-vanga sína beint eftir ólavsøku í 2021, gjørdist tað honum beinanvegin greitt, at her var okkurt sum fólki dámdi.

Hetta sást ikki minst aftur í teimum mongu, sum vóru fegin um tær og trýstu á ”Like”. Onkran dagin vóru upp ímóti 70 fólkum, sum søgdu seg dáma tær, meðan onnur valdu at deila tær við sínar vinir. 

So vóru tað uppaftur onnur, sum dámdu bønirnar og viðmerktu tær við einum Amen og hondum foldaðar í bøn, ella at tey skrivaðu ymisk rósandi orð, millum annað ”so vist og satt”, ”altíð beinrakin”, ”so satt, so satt”, ella sum ein teirra tók til: ”Eg sigi bara Amen!”.

Men tær dagligu bønirnar hjá Jógvani kundu eisini elva til, at fólk hugsaðu um innihaldið og settu spurningar við tað, tí tey ikki altíð vóru púra samd í tí, sum Jógvan skrivaði. Tann eina yrkingin hevði við sær eitt orðaskifti um eitt ávíst orð millum høvundan og henda lesaran.

Viðkomandi bíbliuvers
Tá ein lesur allar hesar bønirnar í ”Bøn dagsins” er lætt at síggja, at tær eru ymiskar í vavi, men eru sum heild stuttar og í bundnum formi.

Ein annar partur av leistinum er, at tær eru yrktar yvir alt tað, sum vit menniskju ganga og hugsa um, og sum hevur týdning fyri okkara dagliga lív.

Fyri at sleppa undan ov nógvum endurtøkum, setti Jógvan fyrst upp tey ymisku bønarevnini, soleiðis at hann hevði nakað at yrkja út frá.

- Eg brúkti eisini ymisk kend bíbliuørindir og frásagnir, fyri at vera so fjølbroyttur sum til bar. Harafturat valdi eg so eisini at seta eitt viðkomandi bíbliuvers til hvørt einstakt ørindi, soleiðis at hetta kundi verða til djúphugsan, um onkur vildi tað, greiðir hann víðari frá.

Jógvan gjørdi somuleiðis eitt evnisyvirlit og eitt yvirlit yvir tey bíbliuørindini, sum hann brúkti. 

- Um so er, at henda verkætlanin verður givin út einaferð í framtíðini, so skal tað eisini kunna brúkast hjá teimum, sum fáast við slíkt, millum annað teimum sum tala og skriva, sigur Jógvan Steintún at enda.

Orð: Snorri Brend (www.folkakirkjan.fo)
- - -
Hevur tú hug at lesa dagligu bønirnar hjá Jógvan Steintún, ber til at fara inn á Facebook-síðuna hjá Fólkakirkjuni. Hesa síðuna finnur tú við trýsta her.