Skriva út
JØDISKA PÁSKAMÁLTÍÐ, ALTARGONGD OG DØGURÐI - Fuglafjarðar kirkja Skírhósdag 14. príl kl.17.
11.04.2022 Tíðindi
Undir páskamáltíðini verður sitið við vakurt uppdekað borð, meðan tað verðu lisið, sungið og ikki minst sleppur ein at smakka, hvussu Guð bjargaði Ísraelsfólki út úr Egyptalandi.
Hetta er sama máltíðin, sum Jesus át við lærusveinum sínum skírisdag. Hjá teimum Jesustrúgvandi (messiansku) jødunum er páskamáltíðin eisini eitt hæddarpunkt.
Teir taka eisini tekstirnar úr Nýggja Testamenti við um hvussu Guð frelsti okkum við at senda Messias, Jesus úr Nasaret, ið varð offraður sum okkara páskalamb. Gjøgnum páskamáltíðina læra vit stutt sagt um okkara jødisku og bíbilsku røtur.
Aftaná páskamáltíðina verður altargongd í kirkjurúminum.
Páskamáltíðið eru bert brellbitar, og tí enda vit kvøldið við einum familjudøgurða.
Øll eru hjartaliga vælkomin. 😊
Onnur tíðindi