Skriva út

Jødi úr Auschwitz týningarleguni nú elsti maður í heiminum, 112 ár

08.02.2016 Tíðindi
Jødi úr Auschwitz týningarleguni nú elsti maður í heiminum, 112 ár

Tíðindastovur vita at siga frá, at núverandi elsti íbúgvi í heiminum eftir øllum at døma er ein jødi, sum sat í týningarleguni Auschwitz, Yisrael Kristal at navni, 112 ára gamalur. Hann býr í Haifa í Ísrael.

Frammanundan var ein japanesari elsti maður. Hann doyði fyrr í vikuni, 112 ára gamalur. Uppskriftina fyri longum lívi, segði japanesarin, vera ikki at arbeiða ov hart og at vera glaður og lukkuligur. Jødin harafturímóti sigur seg ikki kunna koma við nakrari uppskrift. Tað er lagnan og tað, sum kemur av himni. Tað er eingin loyndardómur, sigur hann, og eingin serstakur matur, sum ger tað. Ì týningarleguni, segði hann við blaðið ”Haaretz” í 2012, var tað ikki altíð nakað at eta. ”Tá ið tey góvu mær, át eg. Eg át fyri at liva.”

Yisrael Kristal er føddur í Zarnow í Póllandi. Hann sigur, at hann varð noyddur tíðliga upp. Pápin vakti hann hvønn morgun tíðliga kl. 5 at læra at lesa í bíbliuni; tað lærdi hann sum 4 ára gamalur, og 6 ára gamalur lærdi hann Mishna. Hann tímdi illa so tíðliga upp, men kundi ikki siga pápanum nei.

Yisrael Kristal sá sjálvan Franz Joseph, keisara, tá ið fyrri heimsbardagi brast á í 1914.
Ì 1920, tá ið hann var 17 ár, flutti hann til Lodz at arbeiða í familjufyritøkuni, sum gjørdi konfekt. Tað var tungt at bera teir tungu sukursekkirnar. Sum 25 ára gamalur varð hann giftur. Í ghettoini helt hann fram við at gera konfekt, til hann varð tikin og settur í týningarleguna, har ið konan doyði.

Eftir seinna heimsbardaga flutti Yisrael Kristal í 1950 til Ísraels og búsettist í Haifa saman við seinnu konu síni og soninum, tey fingu.

Ein kvinna í Brooklyn, New York, í USA er elsta fólk í heiminum. Hon eitur Susannah Mershatt Jones og er 116 ár.

Elsti maður, sum livað hevur, síðan men fóru at gera yvirlit um tað, er úr Japan, Jiroemon Kimora at navni. Hann náddi ein aldur upp á 116 ár og 54 dagar, og doyði í juni 2013.

Orð: NPD