Jóannes: - Tú prædikar í grundini fyri øllum landinum
Seinasta sunnudag, 2. sunnudag í advent var Viðareiðis kirkja hon, ið átti tørn, tá eitt upptøkulið frá Kringvarpinum tók upp dagsins gudstænastu. - Eg veit, at tað eru sera mong, sum lurta, og eru glað fyri hesar gudstænastur, sigur presturin Jóannes Purkhús.
Orð/myndir: Snorri Brend.
VIÐAREIÐI: - Tað er sjálvandi nakað serligt at prædika í sjónvarpinum ella útvarpinum, tí tann miðilin røkkur út í hvønn krók í Føroyum. Tá prædikar man ikki bert fyri teimum, sum eru til staðar í kirkjuni, men so at siga fyri øllum landinum.
Tað var sóknarpresturin á Viðareiði, Jóannes Purkhús, sum prædikaði í kirkjuni sunnudagin, tá eitt upptøkulið hjá Kringvarpinum tók hesa gudstænastuna upp.
Serstakt við hesi gudstænastuni var, at hon var send beinleiðis bæði í útvarpi og sjónvarpi, og endursend aftur í sjónvarpinum klokkan 16 sama dag.
Nógv útgerð skal sjálvandi til at senda eina slíka gudstænastu beinleiðis, men Kringvarpið eigur góða útgerð til hetta – og gott fólk aftrat sær - og tí er einfalt at fáa henda boðskapin út til føroysku hyggjararnar.
Stóri og tøkniliga væl útgjørdi OB1-bussur teirra var fyrst á Viðareiði, og skuldi síðani beinleiðis út í Løkshøll í Runavík, har upptøkur til ”Jól við Løkin” skuldu gerast seinni um dagin.
YMISKIR VINKLAR
Frammanundan hesi gudstænastuni hava tey í Kringvarpinum lagt eina ætlan fyri nær og hvar tey gera upptøkur eitt ár fram. Hetta er galdandi bæði fyri sjónvarp og útvarp.
Ein annar partur av hesi planleggingini er eisini, í hvørjum kirkjum og í hvørjum samkomum, ið takast skal upp. Alt hetta verður gjørt eftir einum ávísum býtislykli millum fólkakirkjuna, aðrar kirkjur og samkomur.
Skipanin er so væl úr hondum greidd, at vit hava møguleika bæði at hoyra og síggja eina nýggja gudstænastu hvønn einasta sunnu- og halgidag í árinum, úr einum enda av oyggjunum í hin.
Henda sunnumorgunin á Viðareiði var sent beinleiðis í báðum miðlunum. Til gudstænastuna var Kringvarpið umboðað við fýra monnum, sum allir høvdu sína føstu uppgávu, nú sendast skuldi beinleiðis og bæði í útvarpi og sjónvarpi.
Til dagsins uppgávu vóru trý upptøkutól sett upp á góðum støðum í kirkjuni, og aðrastaðni vóru fleiri mikrofonir til tess at gera ljóðmyndina so góða sum gjørligt.
Eini 20 fólk vóru samankomin í kirkju henda vakra sunnumorgunin, 2. sunnudag í advent 2021 klokkan 12 í Viðareiðis kirkju.
ÚT UM TEIR FÝRA VEGGIRNAR
Tað er ein fastur og trúfastur bólkur av kvinnum og monnum, sum gjøgnum hesi seinastu 40 árini hava ferðast kring allar oyggjarnar fyri at gera hesar upptøkurnar.
Fyri tey er tað altíð hugnaligt at koma soleiðis runt til tær ymisku kirkjurnar og samkomurnar, har blíðskapurin ofta er stórur. Onkrastaðni stendur ein kaffimunnur og køka fyri teimum, og aðrastaðni verður borðreitt við breyði við skerpikjøti á.
- Vit møta haraftrat nógvum ymiskum persónum, sum hava tilknýti til kirkjuna ella samkomuna á staðnum. Tað er altíð áhugavert, sigur ein teirra, sum javnan hevur tikið upp fyri Kringvarpið.
Tað krevur sjálvandi bæði tíð, kreftir og úthaldni at standa í hesi trúføstu tænastuni ár eftir ár. Men spyrt tú onkran av teimum gomlu í fakinum, um hví tey halda á soleiðis, er svarið næstan givið uppá forhond:
- Tað er gleðin við at fáa gleðiboðskapin longur út enn teir fýra veggirnar, sum samkoman ella kirkja er avmarkað til!
Upptøkufólkini hava eisini fingið at vita, at sendingarnar hava verið til signingar fyri mong, - og onkur teirra tók eisini ein persónliga støðu fyri Jesus, eftir at hava sæð eina slíka sending.
So tær hava, frá fyrsta degi havt sítt stóra virði fyri mong menniskju. Og hava tað enn.
UPPBYGGING OG TROYST
Jóannes Purkhús fegnast um, at kringvarpið leggur seg eftir at senda frá gudstænastum kring oyggjarnar.
Tað er, sum hann sigur, ein góð og gagnlig tænasta fyri borgaran, - serliga hjá teimum, ið kanska ikki hava møguleika at koma í kirkju.
- Eg veit eisini, at tað eru sera mong sum lurta, og eru glað fyri gudstænasturnar, vísir hann á.
Og prestur leggur aftrat:
- Sjálv prædikan er kanska ikki so nógv øðrvísi enn vanligt, tí reint tekniskt er tað ein
prædika sum aðrar. Í so máta er tað ikki so nógv øðrvísi.
- Kringvarpið røkkur víða, og tí er tað sjálvandi vónin hjá tí, sum prædikar, at prædikan kann verða til uppbyggingar og troyst hjá teimum sum lurta, alt eftir støðuni og tekstinum sjálvandi, sigur hann.
Prestur vísir á, at hann sjálvandi roynir at gera sær ómak og at skriva eina góða og viðkomandi prædiku hjá fólki at lurta eftir.
- Tað kann vera so ymiskt, hvat man tekur upp, men á ein ella annan hátt verður prædikan knýtt at dagsins evangeliiteksti.
- Sjálvur eri eg bíbliugranskari, og skrivi eina doktararitgerð í Nýggja Testamenti. Tí dámar mær eisini væl at kava niður í tekstin og royna at finna okkurt spennandi og nýtt, sigur Jóannes Purkhús á.
Sjónvarpsmanningin dugir sítt kram, - til stóra gleði fyri hyggjararnar.
Upptøkurnar eru væl dámar at hyggjarunum.