Skriva út
Jóannes Purkhús: - Viðareiði er gott stað at byrja sum prestur
04.05.2015 Tíðindi
- Mær hevur altíð dámt væl at lisið og studerað, og eg kundi havt lisið so mong onnur fak.
- Men gudfrøðin bleiv so hon, sum eg ynskti at fara í holt við, sigur Jóannes Purkhús, sum Dýra Biðidag varð bæði vígdur og innsettur sum prestur við bústaði í Ónagerði á Viðareiði.
Jóannes Purkhús er 27 ára gamal, er ættaður úr Klaksvík, og fór í 2008 at lesa gudfrøði í Danmark.
Hesin lesnaðurin er nú av, og tá søkt varð eftir presti til prestagjaldið Eystan Múla varð hann einasti umsøkjarin – og fekk síðani starvið.
- Viðareiði hevur verið fyrsta kallið hjá fleiri prestum, so tað kennist sum eitt gott stað at byrja, sigur Jóannes Purkhús í samrøðu við tíðindablaðið Sosialin.
Bæði undanfarni presturin, Maria Jørðdal Niclasen, eins og Meinhard Bjartalíð (sum forrestin er giftur við mostur Jóannes Purkhús), Jógvan Fríðriksson og Niels Pauli Danielsen eru byrjað sum sóknarprestar á hesum staði.
- Jú, eg gleði meg at koma í gongd, sigur hann.
UNGFÓLK OG BARNAFAMILJUR
Sum nevnt omanfyri hevur tað ikki beinleiðis verið ein dreymur hjá Jóannesi at gerast prestur, hóast hann uppvaksin við at tann andaligi partur ikki var fremmandur.
- Eg komi úr einum heimi, har tað er natúrligt at fara í sunnudagsskúla og ganga í kirkju, umframt at fara til frítíðararbeiði og alt tað, sum børn og ung nú kunnu fara til í einum andligum umhvørvi, greiðir hann frá.
Nú hann tekur við kallinum á Viðareiði, er hetta staðið ikki fremmant fyri honum: Sum barn kom hann av og á norður hagar at vitja prestahjúnini, Mariu og Meinhard Bjartalíð, eins og hann hevur gingið í skúla og hevur arbeitt saman við viðingum.
- Hartil er tað eisini stak hugnaligt at koma til eina bygd, sum eg meini er tann í Føroyum við tí lægsta miðalaldrinum, sigur Jóannes Purkhús.
Og hann leggur aftrat:
- Haraftrat eru tað nógv ungfólk og nógvar barnafamiljur í bygdini.
VITJA ÚTOYGGJAR
Ein partur av arbeiði hansara verður at vitja kirkjufólkið og halda gudstænastur í báðum bygdunum á Viðoynni – Hvannasund og Viðareiðis.
Hann skal somuleiðis vitja oyggjarnar fyri vestan, og halda gudstænastur bæði í Hattarvík, Kirkju og í Svínoy. Men hetta er nakað sum Jóannes Purkhús sær fram til.
- At skula samstarva við fólkini í øllum hesum bygdum og plássum er nakað, sum eg gleði meg nógv til – ikki minst eru útoyggjarnar nakað serligt.
- Tað merkir so hinvegin, at eg skal á sjógvin onkran vetrardag í ringum veðri. Men tað mugu vit bara taka við, tí tað hoyrir við til arbeiðið, sigur hann.
Og hann leggur aftrat:
- Hetta er tað minsta prestagjaldið í landinum, so her er møguleiki at koma at kenna fólk á ein øðrvísi hátt, enn tað vildi verið í onkrum av teimum størri prestagjøldunum.
BÓRU SKJÓTT AT
Tað hava verið tíðir, tá eingin fastur prestur hevur verið í prestagjaldinum.
Herfyri varð sóknarprestur teirra, Maria Jørðdal Niclasen sett sum prestur við heimstaði í Kvívík. Men hesaferð varð tíbetur borið skjótt at, soleiðis at kirkjufólkið nærum ikki hevur merkt at ein prestur er farin og ein annar er komin í hansara stað.
Uppgávurnar hjá nýggja prestinum í Norðoya Eystara Prestagjaldi lata ikki bíða eftir sær. Í gjár, sunnudagin, helt Jóannes Purkhús sína fyrstu prædiku sum prestur í Hvannasunds kirkju.
Og sunnudagin komandi klokkan 11 skal hann prædika í Viðareiðis kirkju.
Tekstur: Snorri Brend
Mynd: Maria Dam Bjartalíð
Onnur tíðindi