Skriva út
Jóannes Purkhús skal granska: - Paulus er ein merkisverdur persónur
01.02.2018 Tíðindi
- Mær hevur altíð dámt Paulus sera væl. Heilt frá tí at eg var yngri, havi eg við stórum áhuga lisið nógv um Paulus og brøv hansara. Nú fái eg so ein heilt einastandandi møguleika at seta meg neyvari inn í hansara verk og hansara lív.
Tað er Jóannes Purkhús, sóknarprestur á Viðareiði, sum eigur hesi orðini. Komandi seks árini fer hann undir skipaðan ph.d.-lestur í Nýggja Testamenti um ápostulin Paulus.
Ein avtala um hetta er gjørd millum Lærda Háskúlan í Århus og Føroya Stiftsstjórn, og strekkir hon seg yvir seks ár – frá 1. februar 2018 at rokna og fram til 31. januar 2024.
Lesturin verður skipaður soleiðis, at prestagerningurin og arbeiðið við granskingini verða samantvinnað í arbeiðinum hjá Jóannes Purkhús sum sóknarprestur í Norðoya eystara prestagjaldi. Skipanin verður tann, at hann fer at hava lestrarfrí í ein mánað og fýra vikur árliga.
- Jú, eg gleði meg at fara í gongd. Seks ár kann tykjast sum ein long tíð, men eg veit, at eg fari ikki at keða meg, sigur Jóannes Purkhús, sum sigur, at honum altíð hevur dámt sera væl at fordjúpa seg í ymiskum evnum.
Og hann leggur aftrat:
- Fyri meg er tað týdningarmikið, at prestagerningurin og granskingin ganga hond í hond. Eg stórtrívist í kallinum sum prestur, men mær dámar eisini væl at granska. At sleppa at gera bæði, er fyri meg ein framíhjárættur, sum óivað fer at geva mær gleði í kallinum.
HELDUR FRAM, HAR HANN SLEPTI
Hóast ápostulin Paulus skrivaði brøv síni fyri skjótt 2000 árum síðani, eru tey framvegis viðkomandi og aktuell hjá kristnum fólki í dag.
Jóannesi Purkhús hevur altíð dámt væl at arbeitt við brøvum Paulusar, og tá hann lærdi til prest, skrivaði hann serritgerð um bræv hansara til Filemon, ið var ein ríkur kristin maður í Kolossu.
- Fyri meg verður tað ógvuliga gevandi at sleppa at arbeiða víðari við nýtestamentligu granskingini, sum eg altíð havi havt so stóran áhuga í. Nú fái eg so møguleika at halda fram, har eg slepti.
- Tá ið slík verkætlan skal í gongd, er nógv at fyrireika, men nú gleði eg meg til at kunna leggja frá landi við hesi spennandi avbjóðing, greiðir prestur frá.
Eitt tað fyrsta í arbeiði hansara verður at seta seg væl og virðiliga inn í tað, sum skrivað og granskað er um henda merkisverda persónin.
FØRLEIKAMENNING
Jóannes Purkhús er einasti presturin í sínum prestagjaldi, men ætlanin er ikki, at kirkjuliðini í økinum skulu merkja ov nógv til, at prestur eisini fer at granska.
Kirkjuligu handlingarnar fara at halda fram sum áður, bert við teirri broyting at ein annar prestur av og á kann koma inn at loysa hann av, tá hann er burturstaddur í sambandi við gransking sína.
- Fyri meg er hetta eina einastandandi møguleiki at førleikamenna meg sum prest. Í prestalyftinum lovar prestur, at hann fer at leggja seg eftir at granska Guds orð og heilagu skriftirnar. Lesturin ger, at eg kann taka henda partin av prestalyftinum í álvara.
- Eg vóni, at hetta arbeiðið fer at verða til signingar fyri kirkjuliðini í Norðoya eystara prestagjaldi, men so sanniliga eisini fyri føroysku Fólkakirkjuna sum heild, sigur Jóannes Purkhús, sum skemtandi heldur fyri, at kanska dygdin í prædikunum nú fer eitt kvink uppeftir.
SERKUNNLEIKIN VANTAR
Júst hetta sama vísir Jógvan Fríðriksson, biskupur, á. Hjá honum er eingin ivi um, at granskingin hjá Jóannesi er ein beinleiðis íløga í Fólkakirkjuna.
Í løtuni er eingin prestur, ið hevur førleika á ph.d.-støði innan Nýggja Testamenti, sum annars er sjálvur bulurin í kristnari gudfrøði.
- Vit eru væl við í kirkjusøgu og prædikulæru, meðan kunnleikin í Nýggja Testamenti er á almennum lærdum støði.
- Eg vil tí siga, at tað kirkjuliga landslagið í roynd og veru hevur tørv á serkunnleika innan Nýggja Testamenti, slær Jógvan Fríðriksson fast.
Og biskupur leggur aftrat:
- Eg gevi Jóannes Purkhús mítt besta tilmæli!
Orð & mynd: Snorri Brend
Onnur tíðindi