Skriva út

Jóannes: - Gott at tey ungu kunnu taka við

05.05.2022 Tíðindi
1 (2)

Jóannes Christiansen hevur tænastu bæði sum deknur og sum klokkari við kirkjuna í heimbygdini Kirkja.

Orð og myndir: Snorri Brend (folkakirkjan.fo).

KLOKKARI: - Nær eg ringdi fyrstu ferð? Tja, tað man hava verið, tá eg var smádrongur. Orðini eigur Jóannes Christiansen á Kirkju, sum líka síðani tá hevur verið tí tænastu í kirkjuni í heimbygdini.

Støðan var soleiðis, at hann sum var deknur tá, ein eldri maður, doyði, og næstur at taka við tænastuni var sonur hansara. Men hesin var um somu tíð urguleikari - í somu kirkju, altso - og tí bar ikki so væl til at røkja tvær tænastur samstundis.

Jóannes var sum ungur nógv burtur, tí hann sigldi. Hann og brøður hansara fingu áheitan um at taka við her, og skipaðu haraftrat so fyri, at har var altíð onkur uppi í torninum, tá ringjast skuldi.

- Lá ikki fyri hjá okkum, so var tað pápi okkara sum ringdi. Og ja, tað kom mín sann eisini fyri, at mamma okkara var klokkari, sigur Jóannes og brosar.

GONGUR Í ARV
Vit kenna tað frá so nógvum av føroysku kirkjunum, - hetta, at tænastan við kirkjuna mangan gongur í arv.

Tað var tann gamli maðurin í húsinum, sum trúfastur røkti hesa tænastuna, inntil hann ikki orkaði meiri. Hesin hevði tíbetur verið so umhyggin, at hann hevði lært sonin upp í tí at ringja.

Hetta kundi verið gjørt sum ein hjálpandi hond, tá kimast skuldi teir ymisku aftans-dagarnar í kirkjuárinum. Lá ikki lá fyri hjá tí eldra, ja, so var tann ungi fúsur at traðka til.

Soleiðis var tann ungi gjørdur varugur við týdningin av trúfesti móti kirkjuni, og soleiðis helt hesin sjálvur á, til onnur í betri árum enn hann, stóðu búgvin at taka við – eins og í hesum førinum sum klokkari í kirkjuni á Kirkju.

Hetta er avgjørt nakað, sum tann nú 74 ára gamli Jóannes Christiansen kann skriva undir uppá:

- Ja, hjá mær var tað soleiðis, at eg byrjaði sum klokkari í síni tíð, men síðani havi eg eisini mangan verið deknur, júst soleiðis sum tað var í dag, skírisdag, nú prestur var her úti, greiðir hann frá.

- Tað stuttliga er eisini við gudstænastuna í dag, at tað er abbadóttirin Bjørt, sum er klokkari í dag.

Av sonnum duga tey at seta við – bæði ungar gentur og dreingir!

FLÝDDU INN Í KIRKJUNA
Bara tað at vera til eina gudstænastu í hesi lítlu bygdini á Fugloynni, við sløkum 30 fastbúgvandi fólkum, kennist tað sum um tú ert á søguligum staði.

Í fyrstu syftu er hetta bert onnur bygdin í Føroyum sum hevur kirkjunavnið í sær. Hin er Kirkjubøur, sum var meginstaður kirkju okkara í miðøld við biskupssæti. Nú eru vit altso stødd í Fugloy, í kirkjuni á Kirkju. Og sum skilst hevur bygdin fingið navn sítt júst av orðinum ”kirkja”.

Í eini heimild verður nortið við, at bygdin frá gamlari tíð kann hava itið Kirkjubøstaður, seinni kanska Kirkjubólstaður eftir at kirkjan var bygd, og uppaftur seinni núverandi navnið Kirkja.

Um vit líka taka eitt søgubrot við aftrat, so er ikki greitt, nær fyrsta kirkjan er bygd her. Bygdin er við í søguni um sonevndu floksmenninar, sum helst hava livað í fjúrtandu øld, og tá verður kirkjan á Kirkju nevnd.

Tað eru somuleiðis tær heimildirnar sum halda, at bygdirnar báðar hava verið áðrenn kristnitøkuna um ár 1000, og at tær kunnu hava havt onnur nøvn, sum síðani eru trokaði burtur.

Sagt verður, at ”tá ið fólk sóu floksmenninar flýddu tey sum skjótast inn í kirkjuna, tí kirkjan var vígdur halgidómur, so at ikki hin versti ránsmaður tordi at bróta frið har”.

100 ÁRA KIRKJULOYSI
At enda í hesum umfari má verða tikið við, at undanfarna kirkjan varð í 1832 flutt til Hattarvíkar, eftir at ein syrgilig bátsvanlukka tók alt tað tilkomna fólkið og stuðlarnar í bygdini. Tað skuldu nú ganga samfull eitthundrað ár í kirkjuloysi, áðrenn verandi kirkja varð vígd her – 28. mai 1933.

Tað stóra við hesum er, at nýggja kirkjan stendur á somu grund sum hin undanfarna, - júst sum tað hendi, tá gamla templið í Jerúsalem í síni tíð varð bygt uppaftur á sama staði.

Í samband við hesa hátíðargudstænastuna segði Zacharias Sørensen, ið var ættaður av Kirkju, men virkaði sum lærari í Havn, hesi væl valdu orðini: ”Nú er at vóna, at hin hjartaliga gleðin, sum fólk á Kirkju sýndi henda dagin um kirkju teirra, má halda sær, og at hon má vera standandi har leingi, til troyst og ugga fyri komandi ættir”.

Og tað var í hesi kirkjuni, at navnarnir báðir hittust til gudstænastu pálmasunnudag í 2022: Jóannes Purkhús sum prestur, Jóannes Christiansen sum deknur, abbadóttir hansara Bjørt Andrassdóttir sum klokkari (hana fara vit at práta við seinni), og ein avbygdarmaður sum urguleikari.

- Jú, hetta er ein góð og hugnalig kirkja, staðfestir Jóannes Christiansen. - Her er pláss fyri íalt 70 fólkum.

---

(Hetta er tann fyrsta av íalt fýra greinum kirkjulívið á Kirkju. Í næstu greinini fer Jóannes Christiansen at greiða frá, hvussu tað er at virka sum deknur við somu kirkju og hvørjar lestrar honum dámar best at lesa).