Skriva út
Jesus er leiðarstjørnan
04.01.2018 Tíðindi
Gamalt var, at jólini vardu til trettanda, men soleiðis er ikki longur. Hesin dagur er ikki longur nakar fastur halgidagur, men kirkjufólkið hevur ikki reiðiliga viljað slept honum, og í Føroyum er hann roknaður sum ein mishalgidagur. Og tað vanliga er enn her, at gudstænasta er at kalla í øllum kirkjunum í Føroyum trettandakvøld
Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com
Eg eri ljós heimsins; tann, ið fylgir mær, skal ikki ganga í myrkri, men hava ljós lívsins.
— Jóhs. 8,12
Í farnu viku hoyrdu vit vitnisburð profetanna um Jesus. Á trettanda minnast vit vísmenninar úr Eysturlondum, sum komnir vóru at finna Jesus barnið.
Hvørjir teir vóru og hvaðan teir komu, vita vit ikki. Teir komu úr myrkrinum og hvurvu aftur í myrkrið. Men teir leita eftir ljósinum og ein stjørna lýsir teimun leið, og teir finna ljósið. Teir koma til Jesus og fara av stað aftur sum boðberar um hann.
Kanska hava vísmenninir vitað um spádóm Bileams, ið var samtíðarmaður Jósva: »Eg síggi hann, men ikki nær – upp rennur stjørna av Jákupi, veldissproti rísur av Ísrael.«
Í Jóhannesar evangeliinum (8,12-20) lesa vit um vitnisburð Jesu um sjálvan seg. Fariseararnir vóru ivandi um tað, sum Jesus segði um seg sjálvan, so hann verður noyddur at verja seg. M. a. ákallar hann faðir sín á himli sum vitni um, at hann talar satt.
Var allur hesin vinisburður neyðugur? Kundi Jesus ikki bara koma við sínum boðskapi, sínari útlegging, og so lata fólk halda, hvat tey vildu?
Nei, Jesus valdi at fara inn í eitt orðaskifti við fariseararnar – fyri okkara skyld! Hann nevnir seg »ljós heimsins« og sigur, at vit ongantíð skulu ganga í myrkri, um vit fylgja honum.
»Leiðarstjørnu« nevndu gomlu norðbúgvarnir Norðstjørnuna – nýtt sum leiðvísari um rætta ætt. Stjørnuheitið verður eisini nýtt sum fyridømi el. fyrimynd. Og hetta dømi kunnu vit nýta um Jesus. Hann sigur, at tá ið vit fylgja honum, hendir okkum tað sama sum vísu monnunum, ið hava fingið eina leiðarstjørnu at vísa teim rætta leið á náttartíð.
Hetta, Jesus sigur um seg sjálvan, hevur stóran týdning fyri hvønn einstakan. Hann biður okkum seta kós eftir sær. Vilji hansara er, at trúgvin á seg er tað týdningarmesta í lívinum
Tí er neyðugt at rannsaka orðini í Jóhannesar evangleiinum. Skriftina, Betlehemsstjørnuna, vitnisburð Jesu um sálvan seg og vitnisburð faðirsins. Hava fortreytirnar her haldgott gyldi, so eiga vit at lata Jesus vera leiðarstjørnu okkara.
Gamalt var, at jólini vardu til trettanda, men soleiðis er ikki longur. Hesin dagur er ikki longur nakar fastur halgidagur, men kirkjufólkið hevur ikki reiðiliga viljað slept honum, og í Føroyum er hann roknaður sum ein mishalgidagur. Og tað vanliga er enn her, at gudstænasta er at kalla í øllum kirkjunum í Føroyum trettandakvøld.
Trettandi er 6. januar og sunnudagurin 7. januar er í ár fyrsti sunnudagur eftir trettanda. Vit eiga hesar dagar at steðga á og minnast til, at jólini enda ikki her. Jólini og jólagleðin og tøkkin við teimum standa við alt arið út. Alt lívið.
Onnur tíðindi