Jens Mortan prædikar á ólavsøku
Tjóðarhátíð Føroya er ein myndandi partur av samleika Føroya. Ólavsøkudag verður Løgtingið sett, og ein nýggj tingseta byrjar. Tingfólk, landsstýrisfólk og embætisfólk ganga saman við prestunum skrúðgongu úr Løgtingshúsinum oman í Havnar kirkju. Eftir gudstænastuna verður gingið niðan á Tinghúsvøllin, har kórsangur setur dám á løtuna.
Skrúðgongan er ein rík siðvenja. Myndin er talandi. Tann politiska skipanin og Fólkakirkjan hava tað til felags, at vit fólkaræðisliga byggja land, menna landið og skapa virðir og innihald í lívi fólksins. Talan er um tilvitað samstarv, har politiski myndugleikin og kirkjan vara av hvør síni uppgávu og virða rættin hvør hjá øðrum á givnum málsøki.
Tað er tann elsti av teimum yngru prestunum í embæti í føroysku fólkakirkjuni, ið ikki hevur prædikað á ólavsøku, ið prædikar ólavsøkudag. Ikki færri enn 7 sóknarprestar standa í røðini at prædika á fyrsta sinni ólavsøkudag. Elstur av teimum við atliti at starvsaldri er Jens Mortan Mortensen.
Jens Mortan tók við kallinum í Suðuroyar norðara prestagjaldi 1. februar 2012. Í prestagjaldinum eru tveir prestar, og Jens Mortan hevur sætið í Hvalba.
Hann er sóknarprestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi. Hann er ættaður av Argjum og giftur við Nitu Næs, ið er ættað úr Hvalba.
Vit ynskja Jens Mortani gleði, eydnu og Harrans signing við prædikuni og gudstænastuni ólavsøkudag.
JF