Skriva út
Jens Jensen um halgidómin
03.07.2014 Tíðindi
(Felagið fyri Kirkjuráðslimir skipaði fyri pallborðsfundi í sambandi við aðalfundin í Nesvík 8. mars í 2013. Ein teirra, ið sat við borðið, var Jens Jensen úr Tjørnuvík. Vit hava biðið Jens um avrit av upplegginum. Talan er sostatt ikki um eina grein, men eitt upplegg. Tað er gagnligt fyri fólkakirkjuna, at vit seta okkum inn í tað, ið Jens sigur. JF.).
Tá ið eg komi inn í eina kirkju, kenni eg tað sum, at eg eri inni í einum heilt serligum rúmi ella húsi. Vit kallað tað eisini fyri Guðs hús.
Um tað er vitskan um, at hetta er Guðs hús ella tað, at vit vita, at her fara vit fyri at hoyra Guðs orð og at tilbiðja Gud, man vera ymiskt frá fólki til fólk.
Fólk, ið ikki eru von at ganga í kirkju kunnu tykjast stív, eins og tey ikki duga at flyta seg. Kanska av virðing ella tí tey kenna seg fremmand.
Hugsa vit um farnar tíðir, so er tað eisini við til at virðismeta hesar bygningar, at føroyingar hava bygt so nógvar kirkjur við so lítlum fólka grundarlagi og við so lítlari fíggjarligari orku.
Um tú fert út á internetið ella alnótina at leita, so kemur tú mest framá spurningin um, hvat man kann loyva, at tær niðurløgdu kirkjurnar kunnu brúkast til. Hetta er sjálvandi ein spurningur, ið vit eisini mugu seta okkum.
Men eg skilji henda spurningum soleiðis, hvat vit her og nú í okkara tíð kunnu loyva okkum fer fram í kirkjurúminum.
Tað er sanniliga eisini ymiskt hvussu kirkjurúmið hevur verið fatað upp gjøgnum tíðirnar.
Kirkjufaðirin at okkara protestantisku kirkju, Martin Luther, hevði eina aðra fatan. Fyri honum var kirkjurúmið ikki heilagt. Tað var felagsskapurin, ið var heilagur.
Í frumkirkjuni, tá ið tey kristnu vóru forfylgd, var neyvan talan um stórar bygningar.
Luther metti, at mannagongdirnar skuldu avgerast á staðnum. Lokalt. Hóast hetta gav hann út vegleiðingar um, hvussu ein guðstænasta átti at fara fram. Sjálvt um guðstænastan ella hámessan lá nær tí katólsku, so varð prædikað og sungið á móðurmálinum.
Endamálið hjá okkum í dag er at fáa fólk í kirkjuna, til ein felagsskap, ið lurtar eftir Guðs orði og syngur uppbyggiligar sálmar. Man kann siga, at kirkjan hevur eina missión: at geva fólkinum Guðs orð.
Men, vit eru vitni til, at hetta ikki hendur av sær sjálvum. Vit hoyra ofta um, at talið av teimum, ið ganga í kirkju, er dalandi. Men tíbetur er tað ikki soleiðis alla staðni!
Hetta fær meg at hugsa um teir jødisku kongarnar, ið livdu eitt lív í “sús og dús” í mun til tað vanliga fólkið tá á døgum. Teir flestu av teimum hildu seg ikki hava Guð fyri neyðini. Í Gamla Testamenti fáa teir ikki nakað gott skoðsmál.
Helst eru vit so háttað, at vit geva Guði minni og minni pláss, so hvørt sum vælferðin veksur.
Í heimbygdini Tjørnuvík kundu vit hugsa okkum, at tað vóru fleiri menniskju at síggja til guðstænasturnar, men vit eru tó umleið ein triðingur av fólkatalinum, sum trúliga møta upp.
Hvat, ið kann gerast fyri at betra um støðuna er ikki eyðsýnt.
Tað, sum vit kenna av royndum, er, at kirkjur hava verið brúktar til
• konsertir við solo sangi, kóri, orkestri við meira
• møtir
• upplestur
• sjónleik .
•
Eisini kenna vit serligar gudstænastur sum
• sang guðstænastur
• barna guðstænastur
• skóta guðstænastur
• pizza- og spagetti Guðstænastur
Sjálvur haldi eg, at tað er gott, at ymiskt sløg av gudstænastum verða roynd. Tað skal sjálvandi vera virðiligt við atliti at tign og sóma. Tí kann ikki alt loyvast.
Og tó, um nú kirkjan er kirkjufólkið, og kirkjufólkið ikki kemur inn í kirkjuna, er tað so ikki okkara skylda, at fara har tey eru?
Vit hoyra og síggja eisini kirkjuligar sendingar í útvarpi og sjónvarpi.
Fólkakirkjan hevur eisini eina heimasíðu, www.folkakirkjan.fo
Men er kirkjan á facebook? Niðri gongur kjakið, um presturin heldur enn kirkjan skal ella eigur at vera á facebook.
Eitt dømi um nýbrot kann nevnast her heima hjá okkum. Prestarnir í Norðstreymi hava gjørt eina drúgva og viðkomandi skrá fyri føstuna 2013. Her eru tiltøk bæði í og uttanfyri kirkjuna. Haldi tó, at vit øll hugsa um hesi tiltøk sum verandi kirkjulig. Tað eiga prestarnir virðing og tøkk fyri.
Vit kunnu nevna tað kenda, at fleiri kirkjur um jólini hava skúla-guðstænastur í skúlatíð. Hetta er ein góður og gevandi siður, sum gott kundi verið endurtikin einaferð um kvartalið – helst hevði verið neyðugt at egnt við saft og køkum fyri at fáa so nógvar ungdómar við, sum møguligt.
Hjá okkum, sum búgva eitt sindur avsíðis, njóta vit gott av føstuni, tí tá hitta vit prestar, sum vitja kirkjurnar hjá hvørjum øðrum. Hetta kundi við fyrimuni eisini verði gjørt av deknum í ein ávísan mun.
Eg veit ikki um nøkur endalig niðurstøða finst. Nógv er broytt síðan lærusveinarnir gingu runt millum okkum og lærdu. Sjálvt um vit við hvørt halda at alt stendur í stað, so skifta tíðir og siðir. Bert Guðs orð er tað sama um ævir.
Livst so spyrst.
Jens Jensen, Tjørnuvík.
Onnur tíðindi