Jarðarferðirnar verða úr Vesturkirkjuni
Tað er ein svár og kensluborin støða at missa ein av sínum kæru við lívlát. Enn svárari og nívandi er sorgin, nú avmarkingar og ásetingar eru gjørdar, so jarðarferðin verður hildin undur munandi broyttum umstøðum.
Tilmælið frá landsins myndugleikum ásetur, at ikki fleiri enn 10 fólk skulu verða undir sama taki. Av royndum vita vit, at líkskarin hevur linnandi ávirkan á sorgina, tað at standa saman í sorg og sakni.
Støðan er eisini rættiliga øðrvísi hjá sóknarprestinum, hóast roynt verður at handfara tænastuna við spekt, sóma og virðing. Nærvera er eitt berandi hugtak í allari sálarrøkt. Undir áløgdum umstøðum er nærleikin í ávísari frástøðu.
Leiðslan í fólkakirkjuni hevur í neyvum samstarvi við staðbundna myndugleikan – sóknarprestar og kirkjuráð – skipa so fyri, at jarðarferðirnar úr teimum 4 størstu kirkjunum í Suðurstreymoy verða úr Vesturkirkjuni.
Hetta er bæði av verkligum og heilsuligum ávum. Verkliga eru góðar umstøður í Vesturkikjuni. T.d. kunnu jarðarferðirnar stroymast, um tey avvarðandi ynskja tað.
Heilsuliga gevur Vesturkirkjan møguleika til nøktandi frástøðu. Kirkjan ynskir at verju tey veiku, sjúku og gomlu í samfelagnum. Kirkjan ynskir at tæna teimum avvarðandi á tryggan hátt. Harafturat eru tað prestar, ið eru í áløgdum sóttarhaldi.
Tær 4 kirkjurnar eru: Argja kirkja, Vesturkirkjan, Havnar kirkja og Hoyvíkar kirkja.
Úti á bygd er bygdarkirkjan karmur um jarðarferðina.
Tórshavn 17. mars 2020
Uni Næs, dómpróstur
Jógvan Fríðriksson, biskupur