Jarðarferðir í coronatíðum - 2
Fólkakirkjan fylgir tilmælinum frá heilsumyndugleikunum, nú tiltøkini móti coronasmittuni eru broytt og herd. Fólkatalið, ið kann verða í sama rúmi, er lækkað frá hundrað niður til tíggju fólk, soleiðis sum heimasíðan www.hmr.fo skrivar seinnapartin í dag.
Broyttu ásetingarnar eru galdandi alt virksemi í fólkakirkjuni. Tað er alneyðugt, at hvør einstakur okkara sær álvaran í støðuni og virðir hesa ásetingarnar.
Fólkakirkjan skal eyðvitað eins og øll onnur virða landsins myndugleikar og hava virðing fyri læknavísindi og frøðini á økinum, so vit verja tey veiku, sjúku og gomlu. Vit mega standa saman í neyðini, og vera hjástødd í andanum men í likamligari frástøðu.
Tað svárasta, ið menniskjan upplivir, er at missa ein av sínum kæru við lívlát. Sorg og saknur. Svárt er tað, at vakra føroyska siðvenjan at fylgja líki verður skerd so álvarsliga, at einans 10 fólk kunnu vera inni í kirkjuni.
Sostatt verða tað einans tey allar nærmastu, ið koma at fylgja teimum deyðu til gravar.
Ætlanin er at stroyma jarðarferðirnar, har tað verkliga letur seg gera. Tað varð gjørt í Christianskirkjuni í Klaksvík seinasta leygardag. Tað virkaði væl, og fólk vóru til jarðarferð uttan at vera í kirkjuni.
Vakurt var at síggja fólk standa uttanfyri kirkjuna og standandi saman ymsastaðni á vegastrekkinum frá kirkjuni og út í Grøv. Á henda hátt sýndu tey tí deyða virðing og lýstu samkenslu við teimum avvarðandi.
Í morgin, týsdagin 17. mars, er jarðarferð úr Vesturkirkjuni. Eisini henda jarðarferðin verður stroymað. Leinkjan sæst her:
Vit siga takk fyri jaligu hugsan fólksins og lýsa við bøn um Guðs frið samkenslu við teimum avvarðandi.
Tórshavn 16. mars 2020
Uni Næs, dómpróstur
Jógvan Fríðriksson, biskupur