Jarðarferðir í coronatíðum
Tað svárasta menniskjan møtir á lívsleiðini er at missa ein av sínum kæru við lívlát. Umráðandi er, at kirkjan er hjástødd í nærveru, hjálp og umsorgan.
Hóast smittuvandin lúrir í føroyska samfelagnum, royna vit eyðvitað at taka okkum væl av livandi og deyðum.
Tey deyðu verða jarðað úr kirkjunum, svá siðvenjan er og hevur verið. Tað er als ikki talan um at avlýsa jarðarferðir.
Tilmælið frá landsins myndugleikum, ið ásetir, at vit ikki eru fleiri enn 100 fólk á sama staði, ávirkar eyðvitað allar kirkjuligar tænastur, eisini jarðarferðirnar.
Í sambandi við andlát og kirkjuligar tænastur eru fólk vælkomin at venda sær til sóknarprestin. Kirkjan ynskir at fylgja fólkinum frá vøggu í grøv undir lívsins skiftandi umstøðum og avbjóðingum. Í hesum samskifti er alt sum vanligt.
Eisini eru avvarðandi at sjúkum, ið liggja til tað seinasta, vælkomin at senda boð eftir presti til samtalu, bírætting og andakt.
Kirkjan hevur alt frá fyrstu tíð tikið atlit at sjúkum, veikum og neyðstøddum. Tað er sambærligt við kristnu trúnna, at vit taka serlig atlit at teimum, ið eru veik ella hava serligar heilsuligar avbjóðingar. Trygdin í hásæti til frama fyri øll. Serlig trygdaratlit at sjúkum og veikum.
Hóast vit taka atlit og eru varin í tí almenna rúminum, ynskir kirkjan at vera saman við fólkinum, góðar sum avbjóðandi løtur.
Vit eru takksom fyri, at fólkið sær álvaran í støðuni og tekur neyðug atlit. Prestarnir og kirkjunnar tænarar taka tænastuna í størsta álvara við virðing fyri okkara borgarum, hóast onkur metir, at nærleikin er nakað í frástøðu.
Júst hetta er okkum álagt av landsins myndugleikum, og tað er skilagott. Vit taka ikki í hondina á teimum avvarðandi. Vit leggja ikki hond á kistuna. Vit nýta prentaði ørk og ikki sálmabøkur.
Vit ynskja at vera hjástødd í nærleika og kærleika. Tó halda vit eina ávísa frástøðu, svá okkum er álagt av myndugleikunum.
Sum frálíður og dagarnir ganga kunnu vit framhaldandi vísa samkenslu, tá smittan vónandi hasar av. Eisini tá um eina tíð, kunnu vit lívga um avvarðandi og syrgjandi.
Guðs signing er vár vernd og verja.
Tórshavn 12. mars 2020
Uni Næs, dómpróstur
Jógvan Fríðriksson, biskupur