Skriva út

Jákup: - Vit kunnu ikki stýra móttøkuni av boðskapinum

22.12.2018 Tíðindi
Jákup: - Vit kunnu ikki stýra móttøkuni av boðskapinum

Tað verður onkutíð sagt – í spølni, sjálvandi - at arbeiðsvikan hjá einum presti bert er tann løtan, tá hann stendur á prædikastólinum og prædikar.

Soleiðis verður hildið, at ein prestur bara kann ”lira” eina prædiku uppá einar 20 minuttir av hvønn einasta sunnu- og halgidag ár eftir ár.

Men spyrt tú prestarnar kring landið, so er svarið sjálvsagt øðrvísi. Tað krevur nevniliga sítt at skriva eina góða prædiku.

Tað veit Jákup Erlingsson Petersen alt um, hóast hann enn bert virkar sum avloysaraprestur – seinast í Norðoya eystara prestagjaldi:

- Eg hugsi altíð um, hvussu eg kann fáa boðskapin rætt fram – ikki minst, tá ein skal prædika fyri øllum Føroyum landi, nú sjónvarpið tók upp gudstænastuna á Viðareiði síðsta sunnudag.

- Tað krevur nevniliga sína fyrireiking at skriva eina góða prædiku, leggur hann aftrat. Í hesi greinini ber til at fáa eitt lítið innlit í, hvussu ein prestur arbeiðir við dagsins teksti, sum skal berast fram í eini kirkju og gjøgnum Kringvarp Føroya ein sunnudag í desember.


SAMANHANGUR
Sum nevt her á heimasíðuni fyrst í vikuni, var manning hjá sjónvarpinum og tók upp gudstænastuna á Viðareiði sunnudagin 16. desember, sum var 3. sunnudagur í advent.

Her var væl av fólki í kirkju, ikki minst tí at eitt kór úr Viðareiðis skúla setti sín dám á gudstænastuna við sera vøkrum sangi. Nógv av kirkjufólkinum kennir Jákup helst aftur frá síni tíð sum avloysari í prestagjaldinum í oktober og november í ár.

Men at skula prædika út gjøgnum ein so sterkan miðil sum eitt sjónvarp krevur nakað annað av presti og fyrireiking hansara til dagsins prædiku.

- Eg plagi sjálvandi at lesa allar tekstirnar, sum hoyra til dagin og grundi yvir innihaldið í teimum. Eg hugsi tá serliga um tann samanhang, ið tekstirnir standa í. Tá biði eg eisini um, at Guð má vegleiða meg í bønini, um hvussu hann ynskir, at eg skal boða yvir tekstin. Bønin fellur mær til tíðir lætt, men aðrar tíðir má eg tvinga meg, og minna meg á týdningin í bønini.

- Sum hjálp í fyrireikingini brúki eg ymiskar bøkur, men eg brúki onkutíð eina framúr góða síðu á Alnetinum sum eitur thebibleproject.com, greiðir Jákup E. Petersen frá.

Síðani letur hann tekstin liggja í ein til tveir dagar, har innihaldið í tekstinum verður viðgjørt aftur og fram í høvdinum.

FÍNPUSSING
Tá nóg mikið er hugsað, setir hann seg við telduna at byrja skrivingina av prædikuni til komandi sunnudag.

- Ja, tá skrivi eg – og onkutíð verður alt gjørt í einum. Men sum oftast skrivi eg eitt sindur ísenn, deilt yvir ein dag.

- Og vanliga so fínpussi eg tað dagin eftir, heilt stutt. Tá havi eg somuleiðis stundir at hyggja eftir, ella lurta eftir prædikum hjá øðrum um sama tekst, sigur Jákup.

Hetta ger hann bæði fyri at vita hvat aðrir hava fingið burturúr dagsins teksti, so – sum hann tekur til: - So man ikki er heilt hen í veðrið!

Onkutíð eru raðfylgjurnar ikki so skrappar sum omanfyri, men okkurt verður býtt um.


BREIÐARI TILTALA
Eitt er sjálvandi at skriva eina prædiku til eitt kirkjulið, ið hann kennir frammanundan. Øðrvísi er, tá ið ein skal prædika fyri øllum Føroya fólki, og helst eisini hyggjarum uttanlands.

Kringvarpið hevur jú ein breiðan skara av lurtarum og hyggjarum, og tí royndi hann í hesi prædikuni at útdýpa tvey hugtøk í tekstinum: Tað at vera ein meinbogi og hvat rættvísi er.

- Eg royndi at hava eina heldur breiðari tiltalu í prædikuni, við at bjóða føroyingum við í prædikuna. Men eg ansaði somuleiðis eftir, at eg ikki gloymdi, at tað vóru viðingar í kirkjuni, bæði vid at hyggja runt í kirkjurúminum, men eisini við tí, ið eg segði og setti spurningar um.

- Eg hugsi altíð eitt sindur um, hvussu eg skal siga hetta, serliga í fínpussingini. Tíverri hugsi eg onkutíð ov lítið um tað, og tað hoyri eg oftani fyrst aftaná, sigur ein erligur Jákup.


TAKA ÍMÓTI BOÐSKAPINUM
Hann setti seg tí frammanfyri sjónvarpið sunnudagin at hyggja eftir áðurnevndu gudstænastu úr Viðareiðis kirkju.

- Hmm, ja, tá dugdi eg væl at hoyra, at eg meinti tað ikki júst so, sum tad ljóðaði og varð sagt. So tú skilir, at tað er avbjóðandi, hvussu eg skal siga tað sum eg meini.

- Samstundis ber illa til at stýra móttøkuni av boðskapinum, og ikki er vist at tað er ynskiligt, tí tað er Guð sum má skapa lív og geva ávøkst, og syrgja fyri, at fólk ikki sita við eini skeivari fatan aftaná, sigur Jákup Petersen.

Og hann leggur at enda aftrat:

- Generelt royni eg at vera forstáiligur og ikki undirforstaðin. Eg veit ikki um tað eydnast altíð, men fyri meg er tað eitt avgerandi punkt, um vit ynskja at nýggj skulu hoyra, fata og taka ímóti gleðiboðskapinum.

Orð: Snorri Brend
Samansett mynd: Alnetið/kvf.fo