Skriva út

Jákup Tróndheim heiðraður

19.12.2019 Tíðindi
Jakku Tróndheim.jpg

Undir guðstænastuni í Leirvíkar kirkju 8. desember 2019, varð Jákup Tróndheim heiðraður fyri sítt arbeiði innan kirkjuna.

Jákup hevur verið klokkari í kirkjuni í 25 ár. Jákup er góður við kirkjuna og hevur verið ábyrdarfullur og trúfastur mótvegis henni.

Hann hevur eisini verið virkin í Missiónsarbeiðnum í bygdini og hjá skótunum. Jákup hevur sitið í kirkjuráðnum síðani 2006 og var formaður frá byrjan til 2017.

Kirkjuráðið hevði keypt blómur og eina máling, ið Erla H. Olsen hevur málað, og handaði prestur honum gávuna.